Endurnýggja fiskiflota við oljupengum

-Verður olja funnin eiga vit at royna at fáa inntøkur frá henni so tíðliga sum til ber, soleiðis at vit kunnu fara í gongd við at endurnýggja fiskiflotan heldur suðuroyartingmaðurin Henrik Old, sum saman við øðrum starvsbrøðrum er farin til Noregs at kunna seg við oljuvinnuna har.



Í hesum døgum er ein løgtingsnevnd á vitjan í Noregi. Tað er Vinnunevndin, sum kunnar seg við norsku oljuvinnuna nú undan tingviðgerðini av oljulóggávuni. Millum limirnar í Vinnunevndini er eisini Henrik Old, tingmaður fyri javnaðarflokkin í Suðuroynni.

Hóast hann er mest kendur fyri áhuga og leiklut sín í tí fiskivinnupolitiska orðaskiftinum, so er hann tó ikki ókendur við oljuvinnuna. Seinastu 25 árini hevur hann næstan burturav fiskað í Norðsjónum og hevur tí eisini upplivað útviklingin, sum hevur verið í oljuvinnuni í Norðsjónum hesi mongu árini - heilt frá byrjanini í 1972, tá tað bert vóru nakrir heilt fáir boripallar, til í dag, har tað sjáldan slitnar sundur millum pallarnar á náttartíð.

-Sjálvandi hevur tú tí gjørt tær nakrar tankar um, at hetta var nakað, sum kanska einaferð kom til Føroya og harvið eisini hvørja ávirkan tað fór at fáa.


Hetland og oljan

Henrik Old hevur eisini sæð og upplivað útviklingin í Hetlandi, bæði áðrenn oljan kom og aftaná.

-Tað var ein ómetaliga stór broyting undan oljuna og so aftaná. Áðrenn oljan kom var Hetland eitt sam-felag, sum var afturúrsiglt á mongum økjum.

Fyrst í 70-unum varð mangan tosað um, hvussu illa útgjørd hetlendingar vóru við fiskiskipum í mun til føroyingar.

-Tá oljuvinnan tók seg upp minkaði fiskivinnan fyrst heilt niður í einki, fyri so seinni at mennast aftur. Hetlendingar fingu ein sera væl útgjørdan og nýggjan flota - uttan iva við oljupengum. Tá yvirhálaðu teir eisini okkum føroyingar.

Henrik Old sigur, at vit

føroyingar framvegis hava fleiri gomul skip heilt aftur frá tíðini, tá oljuvinnan tók seg upp í Hetlandi.


Endurnýggja fiskiflotan við oljupengum

Hann vísir á, at fiskiflotin er við at gerast alt ov gamal, og tað er einki minni enn ein vanlukka, at vit ikki hava verið førir fyri at endurnýggja fiskiflotan. Tað kundi verið ein útvegur at skift flotan út við oljupengum - tá og um hesir koma.

-Eg dugi ikki at síggja, hvaðani pengarnir til at endurnýggja okkara fiskiflota annars skulu koma.

Hann vísir á, at vit kunnu ikki halda fram við at brúka skip, sum nærkast 40 ára aldri. Tíðin er fyri langari tíð síðani farin frá fleiri av hesum skipum.

-Fáa vit oljupengar í landskassan mugu vit sjálvandi leggja til síðis til komandi ættarlið, men vit mugu eisini útbyggja vinnuna, soleiðis at vit hava nakað at standa á, tá oljan er uppi.


Skulu hava eina oljuvinnu

Henrik Old heldur ikki, at tað er nakar ivi um, at vit skulu í holt við eina oljuvinnu, men tað eru sjálvandi mong viðurskifti, sum hann setir spurnartekin við, eitt nú um tað er rætt at taka oljuna upp á land í Føroyum.

Hetta er nakað, sum hann ætlar at kunna seg við undir vitjanini í Noregi. Somuleiðis vil hann fegin síggja, hvussu oljuvinnan og lokalsamfeløgini sampakka.

Ein spurningur, sum hann eisini ynkir at fregnast eftir í Noregi er, í hvønn mun norðmenn hava staðið saman ella klandrast. Oljufeløgini ræðast nevniliga ósemjur og at skula enda í konfliktum.

Og nettup her heldur tingmaðurin, at vit mugu taka okkum um reiggj.

-Vit hava hetta við at vera so ósamd í Føroyum, eitt nú í hvørjum økjum í landinum ein oljuvinna skal taka seg upp.

Seismikkur er eisini nakað, sum Henrik Old ætlar sær at fáa nærri at vita um í Noregi. Hvørjar royndirnar fiskivinnan hevur av seismikkskjóting.

Hann vísir á, at hetta kann gerast ein trupulleiki, um ikki varandi so tó í løtum.

-Verður seismikkurin meira konsentreraður til tey økini, har hildið verður, at olja er, eitt nú á djúpum vatni eystan fyri, so fer hann kanska ikki at hava ta stóru ávirkanina á fiskiskapin.


Fiskileiðir og oljumið

Men hvat nú um tað hendir, at bestu fiskimiðini eisini eru bestu oljuøkini!

-Tað er ein vandi, sum vit mugu fylgja væl við. Hesin møguleiki skal ikki útilokast, og hetta verður so nettup nakað, sum vit politikarar koma til at viga fyri og ímóti. Oljavinnan má ikki sleppa at nerva týðandi fiskiøki, tí fiskin skulu vit liva av í allar ævir.

Fer tú at bora á einum ríkum fiskiøki, so er tað ikki nakað, sum kann rættast uppaftur.

Henrik Old vísir eisini á, at vit mugu royna at halda seismikkin burtur frá gýtingarøkjunum í hvussu er ta tíðina, tá hesi øki eru mest viðbrekin.

Henrik Old ivast ikki í, at vit eiga at troyta møguleikarnar sum liggja í undirgrundini og hetta er uttan iva eisini eitt ynski hjá Føroya fólki.


Umhugsa at leggja oljuumsiting uttan fyri Havnina

Sum politikari valdur inn á tingið uttan fyri Havnina vísir Henrik Old á, at tað tykist sum, at virksemi kring Havnina bara veksur meira og meira, meðan útjaðarin minkar.

-Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at hesum útviklingi. Tað er neyvan heldur uttan grund, at norðmenn hava lagt oljudirektoratið í Stavanger og oljuumsitingina í Oslo.

Hetta er ein spurningur eg ætli at seta, nevniliga um umsitingin bara skal liggja í miðjuni á landinum ella um hon kundi gjørt størri nyttu við at ligið úti um landið.

-Kunnu vit ikki skapa arbeiðspláss úti kring landið, nú ein slík nýggj vinna tekur seg upp, so kann alt vera tað sama. Vit mugu fáa at vita, hví norðmenn hava tilrættalagt, sum teir hava gjørt.

Og hvar skulu útgerðarhavnir liggja spyr tingmaðurin, sum heldur tað vera umráðandi, at vit ikki eru ósamdir, tí so kann henda, at einki kemur upp á land, tá avtornar.

Vit mugu gera alt fyri at sleppa undan smáum ósemjum. Er tað nakað, sum oljufeløgini ræðast, so er tað klandur, og ein hevur varhugan av, at er talan um klandur í einum øki, so halda oljufeløgini seg bara vekk.

Her eru nevniliga so nógvir pngar uppá spæl, at kemur onkur kíli ímillum kann tað kosta nógv.

Henrik Old heldur annars ikki, at tað er nakað upplagt pláss til útgerðarhavn.

-Tað vísir seg annars at vera ein so stórur automatikkur í øllum. Byrjar tú uppá nakað nýtt, so skal tað liggja í Havn. Spurningurin er, um tað er tað rætta. Tað kann jú vera, at tað er ein fyrmunur, at nakað er á bygd.

Henrik Old sigur, at hetta skal ikki uppfatast sum ein spurningur um bygdamenning ella ikki.

-Saman við oljuvinnuni kunnu vit skapa arbeiðpláss, og sjálvandi skulu arbeiðspláss skapast uttan fyri miðstaðarøkið eisini. Hann sigur seg hava sæð og upplivað, hvussu nógv fólk eru farin av landinum at læra og útbúgva seg.

Fylgir ein nóg væl við og sær tey koma aftur til Føroya, so enda øll hesi fólk í Havn, tí hugt verður eftir, hvar eini hjún fáa arbeiði, og tað er so aftur í miðjuni á landinum. Skal nakar flyta aftur til økini uttan fyri miðjuna, so mugu nøkur arbeiðspláss vera at koma til.


Mugu eisini hyggja eftir dønum og bretum

Nú tingmenn vitja Noreg, heldur Henrik Old tað eisini vera rætt og náttúrligt at hyggja eftir, hvussu danir og bretar hava borið seg at. Vit mugu so út frá hesum gera okkum eina meting av, hvat teir ymsu partarnir fáa burtur úr.

-Eg havi verið nógv í Bretlandi og avreitt. Áðrenn oljan kom vóru lokalsamfeløgini í Stórabretlandi á sama støði sum støðan var her í Føroyum í 1930.

Annars heldur tingmaðurin, at tað er rætt at fara til Noregs, og at vit mugu fara hagar við opnum sinni, nú áðrenn vit samtykkja lóggávuna.

Henrik Old heldur, at tað verður neyðugt at geva viðgerðini av oljulóggávuni meiri tíð enn tað tingskipanin í dag loyvir. Hon sigur, at tað skal ganga ein mánaði frá framløgu, til málið kemur aftur úr nevnd. Verður oljulóggávan løgd fram fyrst í november so roknar Hernik Old við, at hon kann verða samtykt einaferð í januar.

Uppleggið til eina lisenslóggávu/reglugerð er annars eisini komið væl áleiðis, og spurningur er, hvussu nógv løgtingið skal blandast upp í hana. Meðan norðmenn meira hava latið hetta til umsitingina at avgreiða so heldur tingmaðurin, at hetta samfelagið er so viðbrekið, at løgtingið eigur at vera nógv uppi í og m.a. siga, hvar møguligt virksemi skal vera og hvat vit annars vilja hava burtur úr.

-Summa staðani hava vit sæð, at landið fekk ikki pengar burtur úr oljuni fyri langa tíð eftir, at olja varð funnin, hetta tí at oljufeløgini fyrst skuldu fyrst kunna draga frá hallið tey høvdu arbeitt upp. Vit mugu ansa væl eftir, hvør avgjaldspolitikkurin verður. Sjálvandi vildi tað verið best, um vit byrjaðu at fáa eitt sindur av inntøkum so skjótt sum møguligt.

Henrik Old heldur tí, at avtalurnar við oljufeløgini áttu at verið so háttaðar, at tú fekst nakað av inntøkum beinanvegin oljan kom upp og so heldur útlíknaði hetta við at draga frá hall seinni.

-Tað skal so lítið til at gera mun hjá okkum. Ístaðin fyri at bíða í fimm ár áttu vit at fingið nakað eftir kanska trimum árum og so latið oljufeløgini sleppa at draga frá yvir eitt longri áramál enn vanligt er aðrastaðni.

Henrik Old heldur eisini, at vit mugu umhugsa okkum væl, áðrenn vit taka støðu til, um oljan skal í land.

-Vit eru eitt so lítið samfelag, at vit kunnu ikki bara gera sum aðrir men mugu hyggja eftir okkara egnu viðurskiftum. Skulu vit pumpa olju upp á land í Føroyum er greitt, at vit skulu hava velduga stór skip nær landi, og tað er ikki vandaleyst at fáa so stór skip at sigla millum sker og hólmar. Her er so eisini óvanliga harður streymur, so hendir nakað, er vanlukkan vís.

Eg havi ikki gjørt upp við meg sjálvan, um tað er rætt at taka olju upp í Føroyum leggur tingmaðurin aftrat.

Henrik Old sigur annars at, vit mugu sjálvandi royna at viðgera oljulóggávuna so neyvt sum gjørligt, men vit mugu so heldur ikki draga málið út. Tað má vera so, at oljufeløgini síggja, at hetta landið hevur veruligan áhuga í, at nakað skal henda her, og at talan ikki bara er at draga málið út.

-Vit mugu týðuliga vísa á, at vit hava ávísan áhuga í eini oljuvinnu og mugu tí heldur ikki forða oljufeløgunum í at sleppa til arbeiðis, men vit mugu so heldur ikki leypa framav.