Skopunar kirkja 100 ár

Fyrst vil eg ynskja øllum skopuningum, ja bæði nær og fjar, hjartaliga tillukku við føðingardegnum hjá kirkjuni. Og er tað sera stuttligt at frætta, at mangir bygdarmenn ahva leitað sær til býggjar, eisini úr útlondum. Kenni eg mítt bygdarfólk rætt, so veit eg, at vit skulu fáa ein hugnaligan dag saman.


Tað er so mangt, sum ein kundi nevnt í sambandi við Skopunar kirkju, men eg veit at arbeitt verður við at geva út bókling um kirkjuna, so eg vil heldur hugleiða um bygdina og fólkið.

Seinast, vit hildu líknandi stóra hátíð var á sumri í 83, tá ið bygdin fylti 150 ár. Og var tað ein sera væleygnað hátíð, rós til teirra, sum skipaðu fyri. Og við at fara yvir myndirnar frá tí hátíðarhaldinum, kann ein við gleði og tøkk til Guð fegnast um tey, sum bygdu hendan stað, og yvir tey, sum her hava búleikast. Kærleikin til bygdina er alstórur, og tað vísir bara tann stóri skari av fólki, sum leitar sær til bygdina hvørja ferð okkurt serligt er.

Stuttligt er hjá okkum, sum eru í útlegd, at koma í heimbygdina og síggja ætt, vinir og kenningar aftur. Gott at kenna gestablídni og at kunna tosa saman um farnar tíðir. Síðani at spáka sær ein túr oman á kajuna, hyggja eftir bátunum og gleðast um, at okkurt nýtt farið er komið til bygdina síðani seinast. Tað sum vit nú eru sera spent um, er sjálvandi hvussu gongur við okkara flakavirki, nú tað loksins er farið í gongd aftur?

Jú, tað er altíð okkurt at gleðast um, og tøkk skuluit hava, sum hava lagt rygg til. Á veg niðan eftir Vaglinum hittir man altíð onkran, sum ein kennir og kann práta við. Niðan og norð eftur Garðavegnum, steðga á og minnast gamlar dagar. Hyggja oman og niðan í gjøgnum ánna, og síggja, hvussu óført børnini stuttleika sær. Alt tað eg minnist hevur tað verið nógv av børnum í Skopun, longu í 1960 vóru yvir eitt hundrað skúlabørn í bygdini. Leiðin má haldast áfram norður í Høvdarhaga, kenna og hoyra náttúruna, fuglasongin og síggja seyðin, sum gongur um. Jú, eg kundi hildið fram at skrivað um, hvussu gott tað er, og hvussu nógv vit hava takka okkara skapara fyri, men tíðin loyvir tað ikki nú.

»Skopuningar eru eitt serstakt fólkaslag« verður onkuntíð tikið til av øðrum og tað er kanska nakað um tað. Tað er ein ung bygd, og fólkið er komið ymsastaðni frá at festa búgv. Tað hoyrist kanska best á málinum, sum verður tosað samanborið við aðrar bygdir í oynni. Fólkið hevur eitt lætt sinni, og tað kann meira enn so stuttleika sær bæði so og so uttan at taka til fløskuna. Hugnakvøldini í Samljóð vekja góð minnir.

Tað eru nú hundrað ár síðani skopuningar tóku seg saman at byggja eitt Guðshús í bygdini. Tað var eitt megnartak, sum bleiv tikið tá, hugsað verður um, hvussu fámentir teir vóru. Men við góðum vilja og sera góðum samstarvi bar tað til.

Men nokk hevur tað verið gudstrúgvin, sum var aðal drúvmegin til at eiga sína egnu kirkju.

Tað at kunna leita í guðshús fyri at finna friðin við Jesusar føtur, sum Maria gjørdi, og sum eisini altartalvan í kirkjuni so væl minnir okkum á, er nakað av tí størsta, sum eitt menniskja kann uppliva.

Og vil eg enda hesu míni fátæku orð við at sitera tað, sum okkara frelsari Jesus sjálvur sigur í Matteus 22 vers 35-40. Og ein irra, ein lógkønur, spurdi hann - fyri at freista hann - »Meistari! hvat er hitt stóra boðið í lógini?« Hann svaraði honum: »Tú skalt elska Harran Guð av øllum hjarta tínum, at allari sál tíni og av øllum huga tínum«. Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum líkt. »Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan«. Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir«.

Hetta vil Jesus hjálpa okkum við, um vit trúføst leita til hansara.

Eg lýsi Guðs signing yvir kirkjuna, bygdina og fólkið alt.

Heilsan


Skopuningur í útlegd