dansistaðið, sum letur upp innan tveir mánaðir. Dansa hósdag til sunnudag ? Vit fara at hava eina matstovu, sum tó ikki verður á sama høga støði sum matstovan hjá Leif uppiá. Vit fara at hava opið um dagin [...] aldursmark, sigur Hans Andreasen, at málbólkurin verður tey meiri tilkomnu. ? Vit ætla ikki at fáa tey blaðungu at koma oman til okkara. Og eg vænti heldur ikki at tey tíma at koma oman til livandi tónleik [...] ætlar Hans at bjóða enn fleiri tiltøk. ? Alt er ikki endaliga fastlagt enn, og tí vil eg ikki siga ov nógv longu, men tað er greitt, at vit ætla at hava ein stórskíggja, har vit serliga fara at vísa fótbólt
men tað er ófatiliga gott, sambært Súsannu. Sum dømi um hetta nevnir hon, at um onkur ætlar sær at grilla á spæliplássinum eitt góðveðurskvøld, so er nóg mikið at senda eitt sms út í húsini við einum klokkusletti [...] allatíðina og biðja um eitt oyra at keypa fyri. - Skulu vit til handils er bara eitt eygablikk at koyra til Runavíkar. Tað er einki at tosa um. Øll hava tó bil, men er tað so at onkur hevur brúk fyri farti til [...] num. - Ja, eg má heilt erliga siga, at bæði eg og mong onnur við mær eru sera kedd um, at vit missa barnagarðin í summar, sigur Súsanna, sum kortini livir í vónini um, at hann kann halda fram. - Náttú
ikki sum at siga tað at fara runt at henta dún, nóg mikið til at fylla dýnur við. Neyðugt er at byggja æðunum hús í æðuvørpunum. Eitt æðuvarp er eitt stað, har nógv æða eigur. Fáa æðurnar hús at hava síni [...] um, at møguleikarnir eru nógvir, og at eitt miðvíst arbeiði haraftrat ger æðunum eina stóra tænastu. Stórir æðuflokkar eru at síggja í Føroyum, men eingin verulig teljing er gjørd. Mett verður, at 6000-7000 [...] verið brúkt til at fylla koddar og dýnur við. Eru møguleikar til at fáa eina vinnu burtur úr tí nú? Ein norðurlendsk verkætlan við norðmanninum Thomas Holm Carlsen á odda hevur til endmáls at kanna henda spurning
bókina verður sagt, at bókin vísir á eitt bræv, sum Diana hevur skrivað, har hon sigur seg bera ótta fyri, at onkur ætlar at beina fyri henni við eini ferðsluvanlukku. Umframt verður sagt, at Diana prinsessa [...] kongaligu, at hann nærum hevur beint fyri sær sjálvum. Hann dylur kortini ikki fyri, at peningurin, sum hann fer at vinna við bókini, fer at koma væl við. Í eini samrøðu við BBC 1, sigur Paul Burrell, at tað [...] ætlan um at skriva eina bók afturat, men sigur samstundis, at tað er ilt at meta um, hvat fer at henda í framtíðini. Alt bendir tískil á, at tey duldarfullu kongaligu mugu verða fitt við Burrell. Sum ungur
vísti seg skjótt, at tað bar ikki til. Vit sóu skjótt, at tað fór ikki at bera til at halda fram við lívinum soleiðis, sum tað hevði verið. Tað var neyðugt at broyta kós, at fara umvegir og at finna nýggjar [...] fyri at stýra broyttu kósina. Hjá okkum var neyðugt, at vit fyrst syrgdu barnið, sum vit høvdu roknað við og ynskt at fáa. Vit ætlaðu ikki at fáa eitt barn, sum bar brek. Síðani fóru vit undir at læra [...] Tíverri eri eg noydd at siga, at her varð eg rættiliga vónbrotin. Skúlaskipanin var ikki tann, sum eg hevði roknað við, at hon fór at vera. Men tá ið eg var komin yvir vónbrotið, valdi eg at royna aðrar leiðir
tann gamla. Alt var framvegis so óvist, at teir í Grótinum bóðu um at fáa somu sømdir sum Tróndur í Gøtu hevði havt, nevniliga at sigla fimm ár fyri 16% fyri síðan at fara upp á 17,5%. Hetta játtaðu mann [...] so ikki verið ring, sum tað plagar at verða sagt. Reiðaríið fer neyvan at sleppa endanum, og tað fer helst at finna aðrar møguleikar. Boð skal nokk eisini vera eftir fiskimonnunum umborð. Slíkar garpar [...] m, at felagið í Gøtu slepti sáttmálanum. Hann var síðani yvirtikin av Palla Rasmussen, pápa Kristian Martin í Klaksvík. Hetta var, óneyðugt at siga, eitt djarvt stig, men eftirtíðin hevur víst, at tað
Zachariasi, men hann sigur seg kenna til, at onkur kundi hugsað sær at fingið eins fríar teymar til at gera sendingar, sum hann hevur. - Til tað plagi eg at siga, at eg havi vaskað upp fyri mínar sendingar [...] ár stríðast fyri at sleppa av mína fortíð í barnasendingunum, og eg haldi, at fólk høvdu trupult við at taka meg í álvara, tá eg fór at gera tilfar til tey vaksnu. Zacharias fór undir at gera sunnukvøldssending [...] metta at hoyra heima í Norðurlandshúsinum. Sendingarnar snúðu seg um fólk, og tað, tey vistu at siga frá ella høvdu upplivað. Fyrst í 90?unum fór Zacharias eisini undir at gera tær sendingarnar, sum hava
mistak at lata avgrundina hyggja at sær og hótta seg, í staðin fyri at tey hyggja at avgrundini og eisini duga at hyggja burtur aftur, er sorgblíða niðurstøða prestsins. Møllehave heldur á og sigur, at til [...] lagdar á hann, sum hann als ikki er útbúgvin til. Ein prestur skal eftir mínum tykki ikki royna at spæla sálarfrøðingur. Harafturímóti vísir Møllehave á, at ein góður prestur er m.a. ein, sum tekur sær stundir [...] heldur Møllehave, at viðkomandi prestur og menniskjan sum heild heldur skuldi sett spurnartekin við seg sjálva og egnan eksistens, sum er nógv ótryggari og ókendari. - Tað er láturligt, at ein prestur situr
dugir vanliga at tekna, skriva navn sítt o.s.fr, men við hesum børnum, sum ongan lærdóm hava fingið í stutta lívi sínum, mátti byrjast frá grundini. Tey skuldu læra at halda einum blýanti, at tekna fýrkantar [...] børnini, sum í hópatali verða fødd við smittuni. Fyrrverandi og heimskendi erkabiskuppurin í Cape Town, Desmond Tutu, hevur eisini funnist at stjórnini og ANC fyri væntandi vilja at basa sjúkuni. - Sum trú [...] tey íkring uttan nakran góðan. Men hóast tað vóru vit, sum skuldu eitast at hjálpa hesum børnum, upplivdu vit skjótt, at tað eins nógv vóru tey, sum hjálptu okkum, bara vit góvu okkum far um tað. Børnini
stokkum. Onkur av teimum ungu dreingjunum plagdi ofta at tríva í rokkin og spinna fyri hana. Hon gramdi seg oftani um, at hon hevði ongan stubba at kasta uppá stokkarnar. At binda hevur hjálpt til, at hon kundi [...] og stunandi ljóð at hoyra frá honum, har hann gekk. Eisini hetta hoyrdi til. Jákup átti ein lítlan føroyskan hest, sum var fittur og spakur. Palli bróðir plagdi ofta at hjálpa Jákupi at reiða tøð og torv [...] fekk hann loyvi til at lána hestin viðhvørt. Eg minnist meg hava verið við Palla eftir torvi, og eg slapp onkuntíð at sita uppi á hestinum. Tað stóð í “Ugens Nyheder”! Jákupi dámdi væl at lesa. Hann helt blaðið