Fyri meiri enn seks árum síðani, tann 31. august í 1997, læt Diana prinsessa lív í minniligu ferðsluvanlukkuni í París. Húskallurin hjá Dianu, Paul Burrell, fleyg til París, læt líkið av Dianu í klæði og sminkaði andlit hennara, áðrenn líkið varð flutt til Bretlands. Í november sama ár gav drotningin Paul Burrell "The Royal Victorian Medal" - sum viðurkenning fyri starv hansara.
Paul Burrell er 44 ára gamal, giftur, og hevur tveir synir. Hann fekk í 1980-unum starv sum húskallur hjá Dianu eftir at hava starvast hjá kongaliga húskinum áðrenn. Tá Diana prinsessa flutti frá Charles prinsi í 1996 fylgdi húskallur hennara við til slottið í Kensington. Burrell, sum var sonur ein lastbilførara í námsbýnum Grassmoor, var 16 ár, tá hann fór úr skúlanum. Brøður hansara arbeiddu í námunum, men Burrell sjálvur megnaði at fáa arbeiði hjá teimum kongaligu á ungum aldri og har varð hann í heili 21 ár - til eftir deyða Dianu.
Í november í 1997 var ein minningargrunnur stovnaður til frama fyri Dianu prinsessu, og Paul Burrell fekk starv í leiðsluni. Men longu árið eftir, fór Burrell úr hesum starvi. Óvissa er, um hann fór sjálvboðin ella um hann var sagdur úr starvinum.
Frá at vera ein lítið og einki kendur fyrrverandi húskallur, kom Paul Burrell brádliga í harðliga bretska fjølmiðla-brennidepilin í januar í 2001. Tá kunngjørdi avísin The Mirror, at heimið hjá Burrell var rannsakað av løgreglumonnum í heilar tólv tímar, og at Burrell var undir illgruna fyri at hava stolið frá Dianu, Charles prinsi og William prinsi. Hvørt mansbarn í Bretlandi hoyrdi um ræðuliga húskallin, og í august mánaði varð Burrell ákærdur fyri at hava stolið 342 lutir frá teimum kongaligu. Sagt varð, at virðið av stolnu lutunum var 5 milliónur pund, tað eru góðar 60 milliónur krónur. Sambært fjølmiðlunum varð talan um fløgur og LP-plátur, sum Diana hevði undirskrivað, designað klæði hjá prinsessuni, prýðislutir, hattar, taskur, brøv og myndabøkur hjá familjuni.
Málið kom fyri rættin í oktober og eftir níggju dagar vóru nevningarnir brádliga sendir heim. Fáar dagar seinni, 1. november, endaði sakarmálið, tí tá varð kunngjørt, at Burrell hevði boðað drotningini frá, at hann varðveitti ymisk ting fyri Dianu prinsessu. Kenslusamur greiddi Burrell fjølmiðlunum frá, at drotningin var har fyri hann - "The Queen has come through for me."
Í hesum døgum er Burrell aftur í andgletti í fjølmiðlunum. Tann 27. oktober kom bókin hjá Burrell "A Royal Duty" út, sum greiðir frá lívinum aftanfyri kongaligu veggirnar í Bretlandi.
Sjónarmiðið í flest øllum teimum bretsku bløðunum er, at Burrell er ein frekur og pengagrammur maður. Forløg í Amerika hava biðið um eina millión eintøk av fyrstu útgávuni av "A Royal Duty", eitt tal, sum er óvanliga stórt, og forlagið Penguin í Bretlandi gevur út 120.000 eintøk av bókini. Bretsku fjølmiðlarnir leggja dent á, at Burrell stroyir salt í gomul sár. Í lýsingum fyri bókina verður sagt, at bókin vísir á eitt bræv, sum Diana hevur skrivað, har hon sigur seg bera ótta fyri, at onkur ætlar at beina fyri henni við eini ferðsluvanlukku. Umframt verður sagt, at Diana prinsessa aldrin vildi skiljast frá Charles prinsi, og at fleiri í tí kongaliga skaranum halda lítið um Camillu, sum skal eitast at vera lívskærleikin hjá Charles. Bókin lovar nógvan, góðan slatur, og so er spurningurin, hví Burrell, sum sigur seg vera æviga trúfastur móvegis Dianu, vil særa familjuna hjá henni við at ríva upp í tí farna. Bløðini halda, at Burrell ger tað fyri pengarnar og fyri at verða kendur. Hann hevur eingi haldgóð prógv fyri, øll tey brøvini, sum hann sigur seg endurgeva eftir minni í bókini, og tað, at Diana bar ótta fyri lívi sínum rann honum ikki í hug, fyrr enn hann var við at skriva bókina.
Paul Burrell er vónbrotin um, at tey kongaligu ikki vóru har fyri hann, tá hann varð ákærdur fyri stuldur. Hann sigur beinleiðis, at talan ikki er um hevnd, men at um hann hevði fingið bert eina samrøðu í telefonini við onkran av teimum kongaligu eftir, at sakarmálið móti honum var endað, so var bókin ikki skrivað. Fyrrverandi húskallurin sigur seg einki hava hoyrt frá teimum kongaligu, síðani deyða Dianu.
Burrell sigur, at hann og familja hansara hava havt tað ræðuligt. Hús teirra hevur verið endavent av løgreglufólki, hann hevur verið ákærdur fyri stuldur og hevur kent seg somikið vónbrotnan av teimum kongaligu, at hann nærum hevur beint fyri sær sjálvum. Hann dylur kortini ikki fyri, at peningurin, sum hann fer at vinna við bókini, fer at koma væl við.
Í eini samrøðu við BBC 1, sigur Paul Burrell, at tað, sum fólk vita um Dianu prinsessu, og tað sum er skrivað í søgubøkurnar, ikki er allur sannleikin, og tí hevur hann valt at geva bókina út. Hann vil fegin rætta tær ósannu søgurnar um Dianu. Men um man blaðar ígjøgnum "A Royal Duty", er bókin samstundis ein lýsing, sum fer at gera Burrell og familju hansara kend.
Nú hevur William prinsur, sum er 21 ára gamal, vegna seg og 19 ára gamla lítla beiggjan, Harry, sagt, at Burrell er ein kaldur og bersýndur svíkjari. Burrell sigur, at dreingirnir eru vaksnir og mugu skilja, at móður teirra er ein tíðarinnar halgimynd sum tosað verður um. Burrell heldur, at William og Harry eru villleiddir av skipanini og hann heitir á William prins, um at koma og práta við seg.
Um William fer at taka ímóti innbjóðingini, er ilt at siga, tí Burrell er í Amerika í hesum døgum fyri at skriva í bøkur. Hann skal vitja ikki minni enn 25 býir í Amerika. Men onkur av teimum kongaligu fer óivað at royna at blíðka fyrrverandi húskallin, tí hann hevur gjørt greitt, at "A Royal Duty" als ikki hýsir øll loyndarmálini, sum hann kennur. Burrell sigur seg ikki hava nakra ætlan um at skriva eina bók afturat, men sigur samstundis, at tað er ilt at meta um, hvat fer at henda í framtíðini. Alt bendir tískil á, at tey duldarfullu kongaligu mugu verða fitt við Burrell.
Sum ungur var hægsta ynskið hjá Paul Burrell at tæna og arbeiða í Buckingham Palace, og fyri einum góðum ári síðani endaði fyrrverandi húskallurin nærum í fangahúsi. Í dag er Burrell heimskendur, millióningur og førur fyri at geva teimum kongaligu ábreiðslu. Lívið hjá Burrell hevur havt eina sjálvsama lagnu, sum eina mest minnir um ævintýrið um Øskufía.










