Í fleiri øldir hevur æðudún verið brúkt til at fylla koddar og dýnur við. Eru møguleikar til at fáa eina vinnu burtur úr tí nú?
Ein norðurlendsk verkætlan við norðmanninum Thomas Holm Carlsen á odda hevur til endmáls at kanna henda spurning.
Noreg, Ísland, Grønland og Føroyar eru við í verkætlanini, og umboðið fyri Føroyar í samstarvinum er Jens Kjeld Jensen.
Hann er sannførdur um, at møguleikarnir eru nógvir, og at eitt miðvíst arbeiði haraftrat ger æðunum eina stóra tænastu.
Stórir æðuflokkar eru at síggja í Føroyum, men eingin verulig teljing er gjørd. Mett verður, at 6000-7000 pør eiga í Føroyum.
Men tað er ikki sum at siga tað at fara runt at henta dún, nóg mikið til at fylla dýnur við. Neyðugt er at byggja æðunum hús í æðuvørpunum. Eitt æðuvarp er eitt stað, har nógv æða eigur.
Fáa æðurnar hús at hava síni reiður i, eru ungarnir betur vardir móti rovfugli.
- Tað hevði eisini borið til at víst slík æðuvørp fyri turistum, heldur Jens Kjeld Jensen.
Serligar eginleikar
Tað hevur ongantíð verið nøkur vinna í Føroyum at savna æðudún. Fólk hava bara gjørt tað til sín sjálvs, tí tað er so tíðarkrevjandi. Dúnið má handfarast og reinsast í hond fyri at varðveita teir góðu eginleikarnar. Tað serliga við æðudúni er, at tað ikki klumpar seg saman sum annað fugladún.
Nøkur fá gramm av dúni fáast frá einari æðu, og tað skulu 1100-1200 gramm av dúni til eina dýnu.
Í størsta æðueggja- og æðudúnahaldinum í Noregi gera tey dýnur og annað við æðudúni. Ein dýna kostar um 48.000 norskar krónur.
Í Føroyum er einki æðuhald. Jens Kjeld Jensen gjørdi onkrar royndir at gera æðum reiður í Koltri, men tað arbeiðið steðgasti mestsum upp, tá ið Bjørn Patursson fór av oynni. Jens Kjeld Jensen væntar tó, at hann kann fara í gongd aftur í Koltri. Ikki ber so væl til í Nólsoy, tí nógv dún, sum er at finna, er so illa dálkað av skipunum í Nólsoyarfirði.
Fyri einum ári síðan greiddi Jens Kjeld Jensen í sjónvarpinum frá verkætlanini. Hann segði tá, at hann fegin vildi hava onkran aftrat sær til hetta idealistiska arbeiðið.
- Eingin ringdi, men hevur onkur hug at verða við, er bara at ringja til mín, sigur Jens Kjeld Jensen.
Verkætlanin hevur fingið stuðul frá NORA, og myndugleikarnir í Grønlandi hava latið stuðul til grønlendska partin.