heldur annars, at spurningurin um fullveldi er eitt mál, sum føroyska fólkið má taka støðu til. -Eru føroyingar fúsir til at sleppa tí livifóti, sum teir hava í dag orsakað av sambandinum við Danmark? spyr hann [...] Müller Skak-Nielsen var formaður í Ráðgevandi Nevndini hjá danska forsætisráðharranum í árunum frá 1975 til 92. Mong megu minnast hann fyri sínar oftani sera avgjørdu og eisini atfinningarsomu frágreiðingar [...] ríkisfelagsskapin. Sosialurin spurdi henda kenda danska búskaparfrøðingin, hvørjar viðmerkingar hann hevur til støðuna í Føroyum og ætlaninar um fullveldi. -Lat meg fyrst siga, at eg havi tí størstu virðing fyri
røðarapalli. EINKI er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, plagar at verða tikið til. Vit meta gerðina hjá Marjus Dam at vera forkastiliga, men hon er so samtíðis ein áminning til okkum øll um, at ekstremar [...] sjónvarpið ætlar at senda mynd eisini eftir nýggjár er helst eisini skilagott. Tá seta tingumrøður krøv til politikararnar um at eisini sjónliga at bera seg sámuliga og siðiliga at. Tíbetur var sjónvarpið á [...] rom", ið vit eiga at venda okkum ímóti. Tí hvílir stór ábyrgd á floksformonnunum at fáa síni fólk til at halda tær demokratisku spælireglurnar og ikki minst andan í demokratiinum. Virðing hvør fyri øðrum
og eg var ikki sørt ivingarsom tá. Tú kanst verða róst í hel og tað er øgiliga ringt at liva upp til. At bókin er týdd til onnur mál er stuttligt, men í roynd og veru hevði tað tann týdning, at eg varð [...] eg í samband við Hanus Andreasen, sum altíð hevur verið mær til ómetaliga stóra hjálp. Hann hevði eitt forlag, Orð & Løg, og bjóðaði sær til at geva bókina út. - Tú veitst ongantíð um tú aftur fert at [...] tað ikki meir. Eg skrivi nógv, sum ikki kemur út og eg geri eisini ymsar royndir. Til dømis havi eg roynt at skriva til pall. Tað er ógvuliga torført, eg dugi ikki enn, men eg havi heldur ikki mist dirvið
framman fyri 8-3. Málverjin hjá teimum Petur Magnusson stóð væl, og vestmenningar høvdu eisini sera ringt við at halda venjaranum Jacobi Jónsson, sum hesa ferð spældi so at siga allan dystin og gav heimaliðnum [...] VÍF. Áki G. Olsen kom inn fyri Sámal Joensen, og tá fór at ganga eitt sindur betur, men Kyndil fór til hálvleik við eini leiðslu upp á 14-8. VÍF-Venjarin úti í ein mánað Í seinna hálvleiki fór at ganga [...] inn á Kyndil. Teir komu upp á 16-19 og 21-23 og gjørdu so eitt gott hál, tá teir minkaðu frá 25-21 til javnleik 25-25. Tá vóru fimm minuttir eftir, og veruligt lív kom í heimaáskoðararnar í fullsettu høllini
kl. 16.30 av farstøðini, sum koyrdi heilt til Fuglafjarðar til Dúgvuna. Av tí, at talan var um so nógv ferðandi, varð gjørt av at taka tey við snarbussinum til Skipaneskrossin, við fráferð av farstøðini [...] farstøðini kl. 16.20, og síðan skuldi bussur koyra tey víðari til Fuglafjarðar. Komin til Oyrabakka (júst á brúnni um streymin) verður ringt av farstøðini, har boðað verður frá, at Dúgvan hevur avlýst siglingina [...] boð aftur frá læraranum, at tey vóru samd um at fara víðari til Fuglafjarðar og síðan til Klaksvíkar morgunin eftir. Á veg aftur til Havnar, og beint komin úr bergholinum á Norðskála, ringir Olivur Joensen
Gongdin hesuferð: Bussførarin, ið koyrdi bussin frá Kambsdali til Fuglafjarðar mánamorgunin 14.12.98. upplýsti, at hann hevði ringt til »Dúgvuna« kl. 08.00 fyri at kunna skiparan um, at bussurin bleiv [...] skuldi í skúla, annar á skeið og triði til arbeiði í Klaksvík. Vit fingu bussførarin at koyra ferðafólkið til Leirvíkar at bíða, tí í Fuglafirði er einki høli til tey ferðandi. Tað í sær sjálvum er hart [...] vóru á Kambsdali um 08.00 tíðina. Hetta at eingin av hesum bussum kundi bera so í bandi, at fáa okkum til Klaksvíkar við »Dúgvuni« er undir alt lágmark og øllum kritikki. Vit sum ferðandi meta hesa støðu vera
kennir til aðrar smálutir í málinum. Hann kann tískil ikki vátta, at maðurin gjørdi seg inn á tólini hjá hjartasjúklingum, ella at maðurin varð tikin á aðru hædd. Seinir á staðnum Um orsøkina til, at politiið [...] politiið varð so seint á staðnum siga teir í Klaksvík, at tá ringt verður úr Klaksvík á kvøldi, so svarar Havnin. Úr Havn sendu teir fólk út á Landssjúkrahúsið, har teir leitaðu, uttan at finna nakað. Ikki [...] aftur úr Klaksvík at spyrja, hvar politiið blívur av, varnast teir í Havn, at tað er úr Klaksvík, at ringt hevur verið, siga teir av politistøðini í Klaksvík. Tó gekk ikki ein tími, ella so, siga teir, men
vási, greiður Suni Vinther frá. - Tá politiið so finnur útav, at einki er á vási í Havn, verður ringt til Klaksvíkar. Har tekur ein kvinna við vekslaran telefonina, og hon veit einki um, at nakað er áfatt [...] ringdi. Tá so er, verður telefonin stillað um til politistøðina í Havn. Tað kann undra, at telefonin á politistøðini í Klaksvík verður stillað um beinleiðis til Havnar í staðin fyri t. d. á fartelefonina [...] sigur, at hetta verður gjørt, tí vandi er fyri, at onnur kunnu lurta við, tá tað verður stillað um til fartelefonina. - Politiið hevur sína egnu skipan, og hana halda vit vera nóg góða. Men sjálvandi eru
umstøðum. Eina uppgerð yvir búpláss havi eg fingið til vega við at ringja til øll heimini, sum taka sær av teimum eldru, eisini hvussu nógv standa á bíðilista til at koma inn á hesi heim. Aftaná skal ein meting [...] hjálpa so til, har tað krevst. Ábøtur í heiminum eru ofta neyðugar, og kann hjálp fáast til hetta eftir umsókn. Somuleiðis er eisini ofta brúk fyri hjálpartólum, sum Hjálpartólamiðstøðin kann skaffa til vega [...] eru pøst og overvaði, tí ov knøpp tíð er avsett til hvønn einstakan, um alt skal náast. Tað er lætt at ávísa, at alt ov lítið av peningi er avsett til at veita ta mest neyðugu hjálpina í heiminum, tí
helst orsøkin til, at pápin ikki hevur fingið boðini til okkara, sigur Jens av Rana. Kaj Kallsberg, formaður í Kommulæknafelagnum, sigur, at tað ikki er óvanligt at bert fýra kommunulæknar eru til arbeiðis [...] endurtikin upp í saman, tá pápin skuldi hava boð til læknan um, at fáa okkurt fyri píni at geva barninum. Hann bíðaði eitt langt og annað breitt, men eingin kom til, og so fór hann út í kommunulæknahúsini, men [...] men har var bølamyrkt og eingin bilur í túninum. Ein roynd at fáa boð til annan lækna eydnaðist heldur ikki. Hóast hann ringdi til fleiri kommunulæknar, varð svarað, at so nógv var at gera, at læknarnir