Misskiljingar kunnu koma fyri

Suni Vinther av politistøðini í Havn viðgongur, at tað kemur fyri, at tað verður misskilt, hvar okkurt er á vási. Kanska tí ikki nóg nágreiniliga verður boðað frá, ella tí gøtu- og staðarnøvn eru tey somu ymsastaðni, ella tey líkjast.

Hann sigur, at fráboðan er komin á 31 14 48 klokkan 02:40, um at Landssjúkrahúsið, medisinska deild vildi hava politiið at hjálpa sær.

- Politiið fór út beinanvegin og leitaði bæði á deild 6 og deild 7, men har var einki á vási, greiður Suni Vinther frá.

- Tá politiið so finnur útav, at einki er á vási í Havn, verður ringt til Klaksvíkar. Har tekur ein kvinna við vekslaran telefonina, og hon veit einki um, at nakað er áfatt, men hon fer at kanna tað. Stutt seinni kemur hon aftur í hornið og biður politiið koma alt fyri eitt, sigur Suni Vinther.

Løtu seinni var politiið í Klaksvík á staðnum.

Eingin var á politistøðini í Klaksvík, tá sjúkrahúsið ringdi. Tá so er, verður telefonin stillað um til politistøðina í Havn.

Tað kann undra, at telefonin á politistøðini í Klaksvík verður stillað um beinleiðis til Havnar í staðin fyri t. d. á fartelefonina í politibilinum í Klaksvík. Men Suni Vinther sigur, at hetta verður gjørt, tí vandi er fyri, at onnur kunnu lurta við, tá tað verður stillað um til fartelefonina.

- Politiið hevur sína egnu skipan, og hana halda vit vera nóg góða. Men sjálvandi eru undantøk, sigur Suni Vinther at enda.