AT bæði Útvarp og sjónvarp senda úr tinginum og nú eisini sjónvarpið beinleiðis er sunt og gott fyri demokratiið. At sjónvarpið ætlar at senda mynd eisini eftir nýggjár er helst eisini skilagott. Tá seta tingumrøður krøv til politikararnar um at eisini sjónliga at bera seg sámuliga og siðiliga at. Tíbetur var sjónvarpið á blettinum í vikuni, tá tingmaður sambandsins Marjus Dam skræddi eitt tinguppskot, meðan hann stóð á tingsins røðarapalli.
EINKI er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, plagar at verða tikið til. Vit meta gerðina hjá Marjus Dam at vera forkastiliga, men hon er so samtíðis ein áminning til okkum øll um, at ekstremar meiningar og gerðir tæna ikki demokratiinum. Umrøddi tingmaður var so ósamdur við uppskotsstillaran Høgna Hoydal, at hann rætt og slætt skræddi uppskotið um grundlógarnevnd sundur. Tað sigur meira um hann enn um uppskotið.
TAÐ er einki dulsmál, at tað finnast víðgongdir í øllum flokkum. Onkur tingmaður er entá farin so vítt sum at tengja orðið landasvíkari saman við ivasama leiklutinum hjá formanni javnaðarfloksins í fullveldismálinum. Slíkt kann ikki samanberast við gerðina hjá sambandstingmanninum, men tað er kortini rætt, nú málið er frammi, at vísa á, hvussu týdningarmikið tað er fyri alla ta demokratisku debattina um fullveldi, at Marjussyndromið ikki spjaðir seg og fær fastatøkur í aðrar politikarar, sum ikki virða rættin hjá øðrum at hava eina hugsan.
VIT hava stóra virðing fyri ynskinum hjá Høgna Hoydal um at fáa eitt breitt og sakligt orðaskifti um alt fullveldismálið - og fyri orðum hansara um, at einki skal trumlast ígjøgnum, men at hetta álvarsmál skal hava eina veruliga demokratiska viðgerð.
MEN vit halda tað hvørki vera sakligt ella skilagott, tá samgongutingmenn vilja gera andstøðupolitikarar, ið teir ikki eru samdir við, álíkar landasvíkjarum. Fullveldismálið er eitt so álvarsligt mál fyri Føroya fólk, at allar meiningar eiga at verða hoyrdar. Hvussu ósamdir t.d. teir mest nationalu tjóðveldismenninir enn eru við sjálvt teir svartastu sambandsmenninar og øvugt, eiga hesir eisini at sleppa at siga sínar hugsan. Latið okkum taka óvirðiligu hendingina í tinginum í vikuni sum eitt gott høvi at venda Marjussyndrominum í tess mongu búnum, bakið. Latið okkum - sum Høgni Hoydal førir fram - á virðiligan hátt lýsa og debatera málið. Latið okkum fara eftir bóltinum og ikki manninum. At illgita mótstøðumenn fyri landsfíggindaligt virksemi er eitt "Marjussyndrom", ið vit eiga at venda okkum ímóti. Tí hvílir stór ábyrgd á floksformonnunum at fáa síni fólk til at halda tær demokratisku spælireglurnar og ikki minst andan í demokratiinum. Virðing hvør fyri øðrum er fyritreytin fyri dialoginum og fatanini og harvið eisini einum fruktagóðum úrsliti fjøldini at gagni.