dagin eftir, tann 10. mai 1946. Eftir valið 6. november 1945 vóru 23 tinglimir. Fyri at nakað skuldi verða samtykt í tinginum skuldi ein meirluti av tingmonnunum greiða atkvøðu fyri uppskotinum, og sostatt [...] at ein slík tápulig fólkaatkvøða varð hildin, og Zahle bakkaði út. Stauning var ikki blíður, men kundi einki gera. Men eftir tað argaðu javnaðarmenninir og sambandsmenninir altíð sjálvstýrismenninar við [...] greitt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark vóru meira torgreidd enn at tað bar til at tosa um loysing og samband. Hann hevði sett seg inn í søgu okkara og visti meir enn flestir føroyingar um hesi
Leikferðin var høg, og føroyska liðið var í longum løtum trýst aftur í og kring egnan brotsteig. Stóra sveisiska pressið bar mál við sær tíggju minuttir undan steðginum, og eitt korter eftir steðgin øktu s [...] innkast í vinstru, eftir at framúr væl upplagdi Gilli var um at bróta ígjøgnum. 14) 0-0 Fínt føroyskt álop í høgru. Sølvi Vatnhamar leggur innfyri, og tað er um reppið, at Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen [...] landsliðum, og tað man vera lítil ivi um, at sveisararnir vera í HM endaspælinum um eitt ár. Eftir fyrsta korterið, tá ið tað gekk javnt á, varð ferðin økt, føroyska liðið varð illa kroyst, og tað illa at
At Benadikt gjørdist so kendur og væl umtóktur eisini uttan fyri bygdina, komst av, at hann og konan fingu sær gistingarhús í Mykinesi, og mong eru tey, bæði uttan- og innanlendis, sum hava sitið væl [...] grava eftir gulli. Heim aftur komin búsettist hann í Kvívík og fekk sær handil. Müllerfólkið í Kvívík er ættað frá honum. Hann var beiggi H.C. Müller, kendur sýslumaður í Havn. At tæna í Saksun og hjá [...] tikin niður aftur. Men hon varð væl vaskað, og tá bilaði ikki. Vit tóku alt upp av slaktinum, vit vaskaðu eisini vilini. Tey vóru greipað saman og saltað í kaggar og útflutt til Danmarkar, har tey vóru nýtt
Un-gdómsmøti fyri 18 ár og eldri, »Menniskja í nútíðarsamfelagnum« v/Hjalmar Hansen. Losjan í Havn Leygarkvøldið kl. 20 opið hús við nógvum sangi og vitnisburði. Julius, Luddi, Herman og Gigga syngja. Sunnukvøldið [...] Leygardagin kl. 10.00 bíbliugransking og barnabíbliutími. Kl 11 gudstænasta, J.V. Danielsen. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoman við Sólrun og Per Poulsen. Evni: Ein ferð í Kina [...] 11.00 Familju- og morgunmøti við sunnudagsskúli, Dánial á Dul Jacobsen talar, kl. 18.00 Møti við Mirjam og Victor Carlsen www.gospel.fo Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti og samstundis barna-ansing
sigur føroyingurin í suður Italia. - - - - Føroyingur og tó Heidi Guttesen hevur føroyskan pápa og amerikanska mammu. Hon skilur og tosar føroyskt og uppfatar seg sum føroying. Kortini dugir hon at síggja [...] parinum og fimm ára gamla soni teirra, Noah, er heldur pasta við fleiri sløg av osti og nógvari olivenolju. - Eg sakni ræst kjøt, skerpikjøt og lakres, men vit hava vant okkum við italska matin og okkum [...] Danmark og arbeiðsroyndum í tónleikavinnuni í USA. Italia høvdu hvørki Heidi ella Regin hugsa um, fyrr enn eftir at tey vóru komin saman. Í 2000 giftust tey og fóru á bíbliuskúla í Stórabretlandi, og har kendu
inn til kaffi við havramjólk og sjokulátakeks. Hann vísir mær nýggju plátuna og húsan, sum Heiðrikur av Heygum hevur málað , og tað lýsir úr unga manninum, at hann er spentur og errin, nú fyrsta pláta hansara [...] indie/folk og singer/songwriter, og gjøgnumgangandi temaið á plátuni er sambond – ella forhold . Bæði romantisk forhold, men eisini vinaløg og nostalgi. – Nakrir av sangunum snúgva seg um barndóms- og ungdómsminnir [...] tónleik sum gjørligt. Og so góðar plátur sum gjørligt, sigur hann og vísir á, at man eisini má vera realistiskur: – Orkan og tíðin verður sjálvandi ein onnur, tá eg byrji í føstum starvi, og um eg einaferð fái
samskiftið millum føroyingar og ES, og at gera føroysk viðurskifti meiri sjónlig í hesum høpi. - Mín arbeiðsuppgáva er fyrst og fremst at vera eitt millumlið millum Føroyar og ES, tað vil siga ein longdur [...] franskt og enskt mál, samráðingarteknikk, fyriskipan, samskifti, og búskap. - Útbúgvingin er nærum skraddaraseymað til starvið. Eg eri ikki serfrøðingur á nøkrum øki, heldur eri eg ein generalistur, og tað [...] Fyrst og fremst hjá føroysku fyrisitingini, men eisini hjá vinnuni í Føroyum, um henni tørvar tað. Eg havi fyrireikað fundir millum føroyingar og ES í Brússel, útvegað upplýsingar til Føroyar og øvugt
ráðharra, sum ætlar sær til Føroya í næstum. Og so hava vit eisini tiltøk fyri lesandi í Bretlandi, sum kunnu vera bæði politisk, mentannarlig og búskaparlig tiltøk. Og so hava vit eisini verið við til at skipa [...] ss og lesandi. Ì hesum sambandinum hugsaðu vit, at ein tíllík tænasta manglar í Føroyum. Vinnulívið í Føroyum hevur ikki veruliga samband við tey lesandi, serliga tey lesandi sum eru uttanlands. Og vit [...] fólkatingi á sinni. Har vera spurningur um alt millum himmal og jørð. Alt frá samleikakenslu til hugburðin mótvegis føroyska samfelagnum, og til framtíðarætlanir hjá hesum. Lisið í Bretlandi Rógvi las fýra
heiminum ganga eftir vegnum í stóra kavanum, og her hoyrir ein portugisiskt, japanskt, norskt, turkiskt, kinesiskt, hindu, russiskt og ímillum øll hesi málini hoyrir ein eisini føroyskt. Her eru ungfólk [...] vil søkja fyri okkum, og hjálpir okkum at koma víðari. Somuleiðis koma fólk úr stórum skúlum sum London School of Economics og øðrum kendum lærustovnum, fyri at finna egnað lesandi, og møguleika geva teimum [...] lærugreinir sum í Føroyum, men vit gera meiri við tey, vit hava. Eg havi enskt, danskt á høgum støði og annars søgu, geografi, námsfrøði og so læri eg meg japanskt. Fyri okkum eru tað skriftligar royndir, ið
døtrunum hjá Magnusi og Onnu, Hertha, Simona og Poulina og fleiri av ættarfólkum teirra saman við hjúnarfelaga og børnum, vitjaðu á Toftum síðsta leygardag saman við Davidi McDine og vinmanni hansara, Rogeri [...] hjá Magnusi og Onnu Elisabeth. Á gravsteininum stendur, at Anna Elisabeth er fødd, 27. januar 1898 og deyð 12. september 1979. Magnus er føddur 21. juni 1895 og deyður 18. august 1982. Eftir vitjanina á [...] vitja í prestagarðinum hesa løtu, har gott kaffi og te saman við bollum og køkum var at fáa. Eftir vitjanina í prestagarðinum, bar leiðini hjá Davidi og fylgi heim til kanónina, sum fornminnisfelagið hevur