Føroyingar trúboðarar í Italia

- Italienarar larma nógv meira enn føroyingar. Og um tú skalt greiða frá onkrum, mást tú útdýpa allar smálutir. Hetta krevur nógva orku og nógv orð, sigur Regin Guttesen, sum saman viðkonuni Heidi og soninum Noah hevur búsett seg sum trúboðari har suðuri í Italia

Við stearinljósum og heitum kaffi á borðinum eru føroysku røturnar sjónligar við køksborði hjá Heidi og Regin Guttesen, sum eru búsitandi í suður Italiu. Men tað er ikki angin av røstum fiski og eplum, sum kemur úr ovninum. Ein vanligur døgurði hjá føroyska parinum og fimm ára gamla soni teirra, Noah, er heldur pasta við fleiri sløg av osti og nógvari olivenolju.

- Eg sakni ræst kjøt, skerpikjøt og lakres, men vit hava vant okkum við italska matin og okkum dámar hann eisini – tað er besti matur í heiminum, staðfestir Regin Guttesen úr Havn.

Øðrvísi matarmentanin er ikki tað einasta, sum Guttesen familjan hevur skula vant seg við, eftir at tey hava búsett seg sum trúboðarar í Campobasso, ein býur við 50.000 innbúgvum, sum liggur har suðuri í Italia.

Fleirmentað familja

Tey hava bæði drúgvar royndir við at skifta millum mentanir, áðrenn tey fluttu til Italia. Heidi vaks upp á Filipsoyggjunum, har foreldrini vóru trúboðarar. Og sum barn skifti hon millum Filipsoyggjarnar, USA og Klaksvík, heimbýin hjá pápa hennara.

Regin vaks upp í Havn og upplivdi ikki aðrar mentanir enn tað føroysku, fyrr enn hann var tannáringur. Men síðani hevur hann eisini verið víða um við grafiskari útbúgving úr Danmark og arbeiðsroyndum í tónleikavinnuni í USA. Italia høvdu hvørki Heidi ella Regin hugsa um, fyrr enn eftir at tey vóru komin saman. Í 2000 giftust tey og fóru á bíbliuskúla í Stórabretlandi, og har kendu tey seg drignan at Italia.

- Í dag kunnu vit hyggja aftur og síggja, hvussu Gud leiddi okkum við smáum tingum sum vinum, ið høvdu verið í Italia, bíligum flogferðum, so vit kundu vitja landi, og tað at vit uppdagaðu, at landið hevði sera fáar evangeliskar kirkjur ella samkomur, sigur Regin.


Pratingarsamir og erligir

Regin flutti í 2003 við konu og soni til stórbýin Napoli, sum við sínum millióna íbúgvum er kendur fyri fiskarættir, sól og politiska korruptión. Í trý ár búðu Heidi og Regin í býnum og lærdu seg mál og mentan og vóru virkin í einari lokalari kirkju.

- Italienarar larma nógv meira enn føroyingar, sigur Regin.

- Um tú skalt greiða frá onkrum, mást tú útdýpa allar smálutir. Hetta krevur nógva orku og nógv orð. Ein føroyingur sigur bara tað heilt neyðuga, og um eg snakki sum føroyingur her niðri, so bíða tey, til eg geri meg lidnan, tí tað lítla, sum eg sigi, kann ikki vera alt.

Fyri Heidi kom tað óvart á, hvussu opin Italiufólk eru um sjálvt intim familjuviðurskifti.

- Fólk spyrja ótrúliga persónligar spurningar um tildømis okkara hjúnarband ella familju, og tey halda als ikki, at tað er nærgangandi at koma við persónligum viðmerkingum, sigur Heidi og greiðir frá einari uppliving í Napoli, har hon fór túr við Noah, meðan tað regnaði. Tá rópti onkur eftir henni, at hon mátti fara heim við dreinginum, tí børn skuldu ikki vera úti í regni.

- Tey eru ikki bangin fyri at siga sína erligu meining, sigur hon smílandi.


Arbeiða seg arbeiðsleys

Eftir góð tvey ár við málsligum venjingum vóru Heidi og Regin til reiðar at flyta til bygdina Campobasso, har ein lítil bólkur av evangeliskum kristnum hevði biðið tey komið at hjálpa við at stovnseta eina kirkju. Í dag fer mesta av tíðini við Centro Biblico, nýstovnaðu samkomuni, har á leið 30 fólk ganga regluliga.

Heidi er við í barnaarbeiðinum og skipar fyri kvinnubólkum, meðan Regin tekur sær av tónleikinum og prædikar regluliga, umframt at gera ymisk sjálvboðin grafisk arbeiðir.

- Vit ynskja at arbeiða okkum arbeiðsleys. Vit royna ikki at stovnseta eina føroyska ella amerikanska samkomu, men eina italienska. Vit hjálpa teimum bara at byrja, og so fara vit avstað aftur, sigur Regin

Men meðan tey eru har, njóta tey alt tað góða við italienska lívinum.


Lívsnjótan og fótbóltur

- Eg elski, at fólkini her eru so fjálg, sigur Heidi

- Her ert tú ongantíð einsamallur, sjálvt ikki, tá tú ynskir tað. Og mær dámar, at tey elska at vera saman. Tey duga veruliga at njóta lívið.

Hjá Regin eru gleðirnar tann góði maturin, so sum frískur mozzarella ostur gjørdur úr búffla mjólk, vakra italienska umhvørvið, og so fótbólturin. Umframt at vera trúgvur HB’ari, heldur Regin eisini við AC Milan, og tað er neyvan nakar sjónvarpaður dystur, sum hann ikki sær.

- Tað, sum fólk vita um Føroyar her, kemur av, at vit hava spælt ímóti teimum í fótbólti, sigur hann

Italienski sonurin

Eftir fimm ár í Italia eru tað tó framvegis ting, sum tey mugu royna at venja seg við. Eitt av hesum er at síggja sonin, Noah, vaksa upp sum Italienara. Hóast hann uttan trupulleika skiftir millum føroyskt, ensk og italskt, so er hann mest italskur.

- Italia er hansara yndisstað, hetta er tað, hann kennir best. Hann kemur heim úr skúla við orðum, sum vit ongantíð hava hoyrt um, og vinir hansara eru italskir. Besti maturin, sum honum dámar, er italskur, og hansara yndismál er tað italska, staðfestir Regin.

- Men tað er sjálvandi gott, tí vit vilja fegin hava hann at trívast og kenna seg heima her, leggur hann afturat.


Longsulin eftir Føroyum

Fyri Heidi og Regin eru Føroyar heimstaðið. Og tey hava framvegis heimlongsul eftir ávísum føroyskum.

- Vit sakna fólk og samkomuna, sigur Heidi.

- Okkara søga saman við fólkinum her í Italia er so stutt. Vit hava ikki kent hvønn annan so leingi, og tí er tað sjálvandi ikki tað sama sum at vera saman við føroyingum, sum vit hava kent longri.

Regin nevnir sjálvandi fótbóltin.

- Eg sakni familju og vinir, at fara til fótbóltsdyst sunnudag seinnapart, og so sakni eg ljósu summardagarnar, sigur hann.

Men fyribils eru tey nøgd við at gera teirra arbeiði og búgva í Italia.

- Eg vóni, at vit vera aftur í Føroyum einaferð, sigur Regin.

- Vit vóna at tað verður okkara endastøð, men vit taka ein dag í senn, so vit fáa at síggja, sigur føroyingurin í suður Italia.




- - - -



Føroyingur og tó

Heidi Guttesen hevur føroyskan pápa og amerikanska mammu. Hon skilur og tosar føroyskt og uppfatar seg sum føroying. Kortini dugir hon at síggja, at hon ikki er ein typiskur føroyingur.

- Eg havi eina trongd at ferðast og flyta meg, sum eg ikki haldi, at nógvir føroyingar hava. Flestu føroyingar eru nøgdir at vera her, men eg vil sleppa at síggja ymisk støð og uppliva nýggjar mentanir. Harumframt havi eg eisini lyndi at vera rættiliga diplomatisk. Føroyingar siga tingini meira beint fram, haldi eg.



Kvinnur í Italia

- Í suður Italia er kvinnuleikluturin rættiliga siðbundin, kvinnurnar eru heima og ikki serliga upptiknar av karrieru, greiðir Heidi Guttesen frá.

- Heimið er teirra stoltleiki. Til dømis er tað vanligt, at ein kvinna har vaskar gólvið tvær ferðir um dagin og ger heimagjørdan mat úr frískum rávørum hvønn dag. Menninir eru úti og arbeiða, meðan kvinnurnar gera alt í heiminum. Tað er teirra arbeiði. Italienska Mama’in kann síggja út til at vera undirgivin ella kúgað, men í veruleikanum stýrir hon øllum húsarhaldinum. Hon er uppi í øllum, og einki hendir, uttan at hon samtykkir tað.




Eg eri HB-fan

- Eg vænti, at HB vinnur føroyameistaraheitið. Tað hevur ikki gingið so væl at skora mál, men teir hava eitt gott lið. Tað er bara ein spurningur um tíð, til málini fara at koma, og so strúka teir heilt fram, sigur Regin Guttesen sum er havnamaður og HBari, hóast hann hevur búð í fleiri ár í Italia. Í dag ber tíbetur væl til at fylgja við í føroyskum fótbólti á netinum.

- Størsti kappingarneytin hjá HB verður uttan iva EB, heldur Regin Guttesen.



Nógv gott í Klaksvík

Hóast Regin Guttesen er havnamaður, so hevur hann eisini bond til Klaksvíkar.

- Mamma mín er úr Klaksvík, so eg hevði bond har norðuri, áðrenn eg møtti konu míni. Klaksvík hevur alt nógv gávurík fólk innan tónleik, list og fótbólt, so okkurt gott má tað vera við Klaksvík.

- Eg haldi ikki, at eg hevði klárað at búð har, tí tað er so lítið, men mær dámar væl at vitja. Borgarstjórin er syskinabarn mítt, so sambandið er gott, sigur Regin Guttesen smílandi.