óheppið og óhóskandi, at Nyrup vitjar Føroyar í hesum døgum. Hetta átti bæði løgmaður og forsætisráðharrin at sæð. Og gera teir ikki tað, kann hetta meira enn so gera, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark [...] tílík vitjan fer at bøta um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Men talan er um rein kávalæti, og tað áttu stjórnarleiðararnir Edmund og Nyrup at hildið seg ov góðar til. Ein vitjan her og nú er bæði [...] ein leingi saknaður vinur og kanska enntá tann stóri frelsarin, og síðan fara av aftur landinum í øllum góðum, eins og her í Føroyum vóru øll væl nøgd, hóast harðar tíðir og vantandi rættartrygd?« Smbt
Nógv hevur verið kjakast um muslimar og samkynd seinastu tíðina. Tí fer leikbólkurin, InTime Theatre, nú á eina upplýsandi leikferð á skúlar og spælistøð kring Føroyar. Og tað, tey fara at spæla, er einma [...] maðurin, familja og vinfólk henni bakið, tá tað kemur fram at Hannah er samkynd. Tey siga, at eitt endamál við rundferðini kring landið, er at koma út á skúlarnar og kunna um samkyndleika og islam. Enn er [...] leikinum og tað er sostatt eitt gott høvi hjá framhaldsdeildum og miðnámsskúlum at nema sær kunnleika um hesi evni, siga tey. Tey siga, at leikurin er ikki dømandi mótvegis nakrari trúðargrein, og kemur ikki
hyggja at lundum og túrur niðan á Knúk við ferðaleiðara. Njótið hugnaligu bygdina og friðin um kvøldið við áartutli og fuglasongi. Alt vikuskiftið fáa tit lekran heimagjørdan mat. – Tyrlan kemur aftur eftir [...] eini rundferð kring Føroyar við tyrluni. Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar. Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð. Kekkið [...] ÍSF og Fólkaheilsuráðið fara nú undir nýggja avbjóðing fyri at fáa føroyingar at røra seg. Í allan juli mánaða kunnu føroyingar vitja fjallatoppar og luttaka í kappingini um eitt vikuskifti í Mykinesi
Jónheðin H. Tróndheim Grátt og sirmar. Ein av hesum longu og heldur tungu døgum, tá jakkin og blusan klistra at kroppinum, hóast tað er kalt í veðrinum. Ein bussur fer larmandi framvið, og einki í býnum hevur [...] hálvur føroyingur og hálvur dani, men hon er uppvaksin í Svøríki og hevur búð alt sítt lív uttan fyri Føroyar. Hon er listarkvinna. Fór á listaskúla í Stokkhólmi sum 16 ára gomul og helt fram á svenska [...] tey. Og tey kendu seg ikki at líða nakra neyð. ? Tað er bert ein spurningur um at halda útreiðslunum niðri, sigur hon og vísir á, at á hendan hátt hava hon og Hans Pauli megnað at fingið til dagin og vegin
er nakað varandi. Olja er nakað, sum kemur og fer. Hann ávarar harðliga ímóti ikki at gloyma fiskivinnuna og bara satsa uppá oljuvinnuna. Vit vita, hvat vit hava og ikki hvat vit fáa. Men tú skal heldur [...] næmingar við miðnámasskúlarnar og framhaldsskúlarnar í Føroyum høvi til at kunna seg við oljuspurningar. Tað eru tey bæði, Jógvan Hugo Hansen og Unn á Lað, sum arbeiða og lesa í Noregi, ið greiða frá. Saman [...] Høgskolan í Stavanger, har hon lesur petroleumsverkfrøði. Tað er við hesi vitan og bakgrund, at tey bæði nú reika runt landið og siga føroyskum næmingum frá umrøddu spurningum. Tað er oljusamtakið AMG, ið
mynda av útboði og eftirspurningi. Við einum banni til Russland, vil útboði til aðrar marknaðir fara upp, og tá fer prísurin niður. Føroyar skulu tískil selja sína sild til aðrar marknaðir, og harvið økja [...] er avtalan millum Russland og Føroyar eitt skúladømi uppá Komparativan fyrimun; vit fiska í Barentshavinum og eru supereffektiv í hesum fiskiskapi, og Russar fiska hjá okkum og eru ”SUPER” effektivir í tí [...] (almenningurin) ikki sæð nakað til hesa kanning, og tískil veit føroya fólk ikki, hvat hetta kemur at kostað, og hvat vit skulu vænta í tíðini,sum kemur. Lat meg koma við nøkrum heilt ítøkiligum peningaligum
leiðum; men hon kemur eisini frá einum øki millum Canada og Grønland, og tað er helst har, at rákið er viknað. Streymin, sum fer fram við Føroyum, hevur Havstovan mátað nú í eini tjúgu ár, og her hjá okkum [...] Theilgård, sum er í Miðhøllin á Skúlatrøð, fer Bogi Hansen, havfrøðingur, stutt at greiða frá sambandinum millum veðurlag og streymarnar í havinum kring Føroyar. Frá náttúrunnar hond liggja okkara oyggjar [...] sera væl fyri. Fram við Føroyum rekur sjógvur, sum stavar frá heitari leiðum, og sum tí hitar okkara havøki, luft og land. Føroyar eru tí nógv lýggjari, enn tú kundi væntað, tá tú hugsar um, hvussu norðarlaga
at dýrka ógvusligt. Inflation og stagflation fara at vaksa. Altjóðagerðin fer at minka og vit fara at siggja eina regionalisering istaðin. Ferðing og ferðamannavinna fer at minka í stórum. Heimspolitisk [...] ingi bæði til okkara skipaflota, streymframleiðslu og hita. Í ár fara vit fyri at innflyta fyri væl yvir eina milliard í olju og oljuúrdráttum og fer hetta at økja munandi um hallið á gjaldsjavnaðinum [...] luttaka aktivt í innkeypi av olju og undanfarna Landsstýri átti at hava tikið stig til hetta tá ógvusliga prísøkingin byrjaði og sjálvandi átti Strandferðslan og Vaktar og Bjarginartænastan at hava keypt
framman og eiga vit at fyrireika okkum til hetta val sum hevur so stóran týdning fyri okkara samfelag. Árliga veitingin uppá slakar 700 mio kr kemur væl við og vit njóta gott av donsku heilsu og útbú [...] har. Føroyar mugu hava gott samband við NATO, og haldi eg tað var stórt spell, at Mjørkadalsstøðin varð heilt niðurløgd. Tíðirnar og geopolitiska støðan er nógv broytt síðan kalda kríggið, og kundi [...] útbúgvingarmøguleikunum, men eg sakni kortini nógv meira samstarv millum føroyskt og danskt vinnulív og at politisk sambond og netverk verða betur gagnnýtt. Vit kunna fáa nógv meira burtur úr ríkisfelagskapinum
danska stjørnin fór ikki at ganga føroyska ynskinum á møti og at talan í mesta lagi kundi verða um at ríkisveitingin varð prístalsviðgjørd, og at hækkingin sosatt ikki varð meiri enn átta-níggju milliónir [...] ríkisveitingina at hækka. - Tað boðaðu vit eisini frá og vit ávaraðu allan Sambandsflokkin um, at hetta fór ikki at eydnast, segði Jákup Mikkelsen. Blokkurin fer ikki at hækka Tá ið løgtingsval verður aftur um [...] hjá landskassanum hækka 60 milliónir næsta ár, sum er lágt sett, kemur ikki ein króna upp á blokkin, tí 15% av tí eru níggju milliónir og tað skal mótroknast í prístalsviðgerðini, sum neyvan verður meiri