Johan Mortensen
--------------
Fólkatingsval stendur fyri framman og eiga vit at fyrireika okkum til hetta val sum hevur so stóran týdning fyri okkara samfelag. Árliga veitingin uppá slakar 700 mio kr kemur væl við og vit njóta gott av donsku heilsu og útbúgvingarmøguleikunum, men eg sakni kortini nógv meira samstarv millum føroyskt og danskt vinnulív og at politisk sambond og netverk verða betur gagnnýtt. Vit kunna fáa nógv meira burtur úr ríkisfelagskapinum um vit leggja í.
Eg havi stóra virðing fyri donskum vinnulívi sum er millum tey bestu í heiminum og sum er fundamentið undir danska vælferðarsamfelagnum sum eisini so nógvir føroyingar njóta gott av.
Tað var ynskiligt, um okkara næstu Fólkatingsumboð – kvinna sum maður – fara at legga doyðin á at slóða fyri og eggja til samstarv millum føroyskar og danskar fyritøkur. Umboð okkara eiga at vera aktivir sendiharrar fyri føroyskt vinnulív, og verða við at kveikja áhugan fyri øktum samstarvi landanna millum.
Tað eru nógvir møguleikar fyri vinnuligum samstarvi, til dømis eru danir sera frammarlaga á grøna orkuøkinum, og tá Jørgen M. Claussen frá stóru Danfoss fyritøkuni, sum m.a. arbeiðir við alduorku, var her í fjør á fyrsta sinni, var hann hugtikin av tosinum um sjóvarfallsorku. SEV hevur í dag eitt gott samstav við DONG um vindorku, GRANA verkætlanin. Eydnast næsta oljuboringin hjá okkum til várs, fara vit at síggja nógv meira til danska oljufelagið DONG ENERGY, sum eg altíð havi hildið er millum best egnaðu partnarar hjá Føroyum í oljuvinnuni.
Eg vænti at á gastronmiska økinum fer nógv at henda. Heimsins besta matstova NOMA hevur tætt samband við føroyskar gourmetar, Danish Crown luttekur við skinkuturking og í næstum kemur eisini mjólkarkoncernin ARLA hendavegin við einari spennandi verkætlan.
Gransking og IT eru upplagdir møguleikar, og so sjálvandi eisini fiskaútflutningur og vørumenning á hesum øki.
Okkara dugnaligu sjófólk við danska handilsflotanum leggja hvørt ár umleið eina góða milliard í okkara landskassa. Eitt gott íkast má sigast.
Tað er mín sannføring, at føroysku fólkatingsumboðini skulu luttaka í donskum politikki og fara í samgongur, sum tæna føroyskum áhugamálum. Vit eiga at dyrgja eftir einum ráðharrasessi í næstu donsku stjórnarsamgonguni. Ein føroyskur ráðharri fyri Føroyar, Grønland og havumhvørvi var kanska eitt gott hugskot !
Okkara umboð mugu gagnnýta donsku politikararnar og donsku sendistovurnar í EU, ST og NATO nógv meira, enn kanska gjørt hevur verið. EU er okkara høvuðsmarknaður, og sjálvt um eg sjálvur eri ímóti føroyskum limaskapi, er neyðugt at vit røkja relatiónirnar til EU nógv betur, enn vit gera, og eisini at fáa danskar parlamentarikarar at hjálpa okkum í nógv størri mun, nú vit hava mist allar fiskiveiðiavtalur við EU á gólvið og tosið um handilsboykott móti Føroyum harðnar, og okkara almenna umdømi verður hunddálkað av pseudo-umhvørvisfólki, sum hava frítt at fara um oyggjarnar í løtuni.
Vit eiga at hugsa um føroysku relatiónirnar til NATO, nú danir hava formannsessin har. Føroyar mugu hava gott samband við NATO, og haldi eg tað var stórt spell, at Mjørkadalsstøðin varð heilt niðurløgd. Tíðirnar og geopolitiska støðan er nógv broytt síðan kalda kríggið, og kundi tað verið ein trygd hjá Føroyum í dag at havt støðina operativa. Ikki eiga vit at gloyma, hvussu stóran týdning Færøernes Kommando og donsku verjuskipini hava fyri trygdina á okkara stóra sjóøki.
Samanumtikið er økt samstarv vegurin fram. Mangt bendir á at Tjóðveldið fær eitt gott fólkatingsval, og ivist eg ikki í, at flokkurin fer positivt at gagnnýta støðuna, um so verður.