kreppa hevði rakt Føroyar. - Men loysnin á kreppuni varð latin upp í hendurnar á Nyrup-stjórnini. - Høvdu tygum gjørt nøkur ting øðrvísi enn Nyrup, til tess at fáa føroyska samfelagið úr aftur kreppuni? [...] við seg sum ES-politikkari. Sum danskur politikkari og forsætisráðharrin var hann fleiri ferðir á vitjan her á landi, og hevur tí við egnum eygum sæð ta meningina, sum samfelagið hevur verið í tey seinastu [...] niðurskorin. Á tann hátt var avtalan til fyrimunar hjá báðum pørtum, um olja varð funnin, sigur Schlüter sum annars er útbúgvin løgfrøðingur. Hann vónar framvegis, at olja verður funnin á føroyskum øki
báturin í roynd og veru hevur verið á sleipistøð. Tað vóru "flapsirnir" í stevninum sum vóru farnir og sum síðani eru vorðnir umvældir á Andersens Beding, sum eisini liggur her á Heygsstøð. Nú var hetta fingið [...] morgun. Fleiri strandingar liva av útróðri, og á Heygsstøð hava teir góðar umstøður at fremja starv sítt. Sjálvur stendur Dia inni í einum av skúrunum á havnalagnum og egnir. - Nú verði eg skjótt liðugur [...] samstundis fyrsti túrurin hjá Sonna á útróðri í ár við báti sínum "Marianna", sum hevur fingið navn eftir dóttur hansara. - Hann fór avstað í morgun við 10 stampum út á Larvasagrynnu. - Nú var veðrið eisini
royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið. Eg stríddi meg uppá aftur. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tankin, at fáa fatur á onkrum at bjarga mær á, streyfaði. Nógv fleyt [...] koma upp til vatnskorpuna. Báturin líkasum snaraði sær á og lá við fremra partinum av kjølinum uppi í vatnskorpuni. Eg var so heppin at fáa fatur á fanglínuni, sum var fest í framstavnin og fekk lest meg [...] Christiansen og Jens Joensen. Teir høvdu eisini verið á útróðri hendan dagin og vóru á veg aftur til lands, tá ið Jens sá eitthvørt undarligt í sjónum. Umborð á Elin C mistu teir burturaftur tað, teir høvdu sæð
býr á Toftum og Sakaris Zachariassen, sum býr í Sandoynni, men hevur ættarbond í Streymnesi. Fekk áheitanir Tað serliga við uppstillingini hjá Grímuri Hammer er, at hann er í starvi á skrivstovuni á Føroya [...] líka mikið, um Sámal er á skrivstovuni ella ikki. - Eg havi sagt við leiðsluna í felagnum og skrivstovufólk, at teimum nýtist ikki á nakran sum helst hátt at óttast mítt arbeiði á skrivstovuni hesa tíðina [...] formann og mín arbeiðsgevara. Ávís karantena Tá Sosialurin vitjaði á skrivstovu Føroya Fiskimannafelags týsdagin var Jan Højgaard úti á fundi, men her hittu vit Grímur Hammer. Vit spurdu hann, um tað hevur
sigur Kári á Rógvi. - Hetta er ein spurningur um raðfesting, men um vit ikki fáa hægri undirvísing, og um vit ikki gera okkurt við fiskivinnuna, so verður onki av nøkrum, sigur Kári á Rógvi. Kári á Rógvi [...] dato sett á tunnilsætlanina til Sandoynna, og ikki bert vøkur orð um, at tunnilin skal nokk koma einaferð. Ikki bangin fyri at missa ávirkan - Eg havi flutt meg nógv, men nú vil eg hava dato sett á, sigur [...] havt gjørt tað beinanvegin, sigur Kári á Rógvi. - Vit vóri eisini við til at avgreiða ætlanina um skúlaverk viðvíkjandi miðnámsskúlanum, og halda tað hava týdning at fáa semju um fiskivinnuna og útjaðaran
Vilhjálmur Gregoriussen frá og vísir á STCW, sum er heitið á altjóða konventiónini, ið millum annað ásetur ymsar umfatandi broytingar fyri tær útbúgvingar, ið eru á Vinnuháskúlanum. Drúgvar royndir innan [...] eftirútbúgvingar, so verður Vinnuháskúlin eitt natúrligt val. Og á tí økinum haldi eg eisini, at vit hava potentiali til at fáa útlendingar hendaveg á skúlan, greiðir Vilhjálmur Gregoriussen frá. [...] skúlastjóri á Vinnuháskúlanum. Eg havi hóskandi útbúgvingar og eri eisini vanur við leiðarasessin, men eg havi ta fatan, at saman klára vit okkum best, og tí fari eg at leggja stóran dent á eitt gott samstarv
Flemming Thue Jensen er høvuðspersónur á norskum tíðinafundi í dag. Hann sigur seg vita, hvør byrjaði tann eldin, sum fyri 26 árum síðan kravdi 159 mannalív umborð á Scandinavian Star. Hendingin fyri 26 [...] Flemming Thue Jensen, at hann hevur boðað norsku løgregluni frá, hvør setti eld á Scandinavian Star. - Nú havi eg serverað tvey nøvn á einum tallerki fyri norsku løgregluni, sigur Flemming Thue Jensen, sum uttan [...] honum. Hann segði fyrrapartin í dag, at eingin ivi er um, at tað var manningin umborð á Scandinavian Star sum setti eld á ferðamanaskipið. LES EISINI: "Scandinavian Star: Hví skuldu 159 menniskju lata lív
gongini, fleiri vatnrør sprongd, ketilin á hol, oljutangin fullur av vatni og einki handtak í úthurðini. Bóndagarðurin var í roynd og veru latin upp í hendurnar á tí ríka fuglalívinum í økinum, og flestu [...] einum. Men eg kom skjótt yvir tað, tí bara 10 minuttir seinni sat eg og tjattaði við fólk á Facebook um hetta. Vit fáa allatíðina brøv frá okkara omanfyri 1000 Facebook-vinum, sum uppmuntra okkum um at halda [...] avgjørdur. - Heima – tað er her Í gjár vóru liðin júst tvey ár síðani, Johan og Rakul á fyrsta sinni setti sín fót á jørðina í Fámará. Hann hevði frætt um hetta serstaka og fjarskotna staðið Fámará, og
sjálvandi mest hósvíkingar, sum keypa her. Men av og á koma eisini fólk aðrastaðni frá higar at keypa, sigur hon. Í hesi løtu kemur postboðið - Lis Hansen - á gátt við posti til Birgit. Við sær út aftur fær [...] Hósvík: - Eg ætlaði at fáa 25 vanlig frímerkir - fimm-ein-hálv-frímerkini. Nå, eigur tú ikki so nógv? Sama ger, so taki eg bara sjey-ein-hálv-frímerkir fyri rest. Ein maður er komin inn í einasta handilin [...] fólk við tingum. Postboðið kemur og avgreiðir síni ting, og beint eftir er ein maður frá Vest-Trans á hurðini við vikubløðunum hesa vikuna. Hóast handilin hevur eitt breitt úrval av vørum, so áttu tey tann
fólki, sum vildu ráða honum frá at taka við prestastarvinum á Viðareiði, tí tað varð sagt, at har spøkti so illa á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði. - Eg bað bara Jesuspápa vera hjá mær, sigur hann [...] fram við latíni og grikskum, og fáa mær cand.mag. heitið. Men eg valdi teologi framum, tí eg vildi alla tíðina sleppa heim aftur til Føroya. Harafturat var tað torført at fáa arbeiði í Føroyum við eini cand [...] at søkja tá, og var tað á Viðareiði. Tað søkti eg og fekk tað, og har var eg verandi í fimm ár. Um tað spøkti? Nei. Tað vóru onkur løgin ljóð, tá tað bleiv stilt inni, og av og á fóru hurðar upp av sær