Danski Flemming Thue Jensen er høvuðspersónur á norskum tíðinafundi í dag. Hann sigur seg vita, hvør byrjaði tann eldin, sum fyri 26 árum síðan kravdi 159 mannalív umborð á Scandinavian Star.
Hendingin fyri 26 árum síðan hevur havt stóra ávirkan á Flemming Thue Jensen. So stóra ávirkan, at hann fyrst nú er mentalt klárur til at tosa um tað.
- Ì 26 ár havi eg ikki kunnað tosað um hetta, men nú eri eg klárur til at bera sannleikan fram í ljósið. Eg kann ikki fara í grøvina við mínari vitan, segði Flemming Thue Jensen í samrøðu við Politikken í gjár. À tíðindafundi fyrrapartin segði Flemming Thue Jensen, at hann hevur boðað norsku løgregluni frá, hvør setti eld á Scandinavian Star.
- Nú havi eg serverað tvey nøvn á einum tallerki fyri norsku løgregluni, sigur Flemming Thue Jensen, sum uttan iva er tann persónurin, sum hevur best innlit í 26 ára gomlu sakina.
- So fáa vit at síggja, um tey vilja gera nakað við tað, leggur hann afturat.
Flemming Thue Jensen er skipstøkningur og fyri 26 árum síðan varð hann settur at kanna, hví eldur kyknaði í skipinum. Tað var norska løgreglan sum setti hann at kanna málið, men sambært Flemming Thue Jensen, hevur løgreglan aldrin lurtað eftir honum. Hann segði fyrrapartin í dag, at eingin ivi er um, at tað var manningin umborð á Scandinavian Star sum setti eld á ferðamanaskipið.
LES EISINI: "Scandinavian Star: Hví skuldu 159 menniskju lata lív?"