Hósvík: - Eg ætlaði at fáa 25 vanlig frímerkir - fimm-ein-hálv-frímerkini. Nå, eigur tú ikki so nógv? Sama ger, so taki eg bara sjey-ein-hálv-frímerkir fyri rest.
Ein maður er komin inn í einasta handilin í bygdini. Handilin liggur miðskeiðis í bygdini, og hevur í roynd og veru virkað sum slíkur í samfull 82 ár.
Tað er tíðliga mánamorgun, og eitt slíkt tíðspunkt væntar ein neyvan so nógvar kundar í einum handli í eini so lítlari bygd. Men her fara og koma fólk allatíðina.
Tey flestu keypa, men her kemur eisini fólk við tingum. Postboðið kemur og avgreiðir síni ting, og beint eftir er ein maður frá Vest-Trans á hurðini við vikubløðunum hesa vikuna.
Hóast handilin hevur eitt breitt úrval av vørum, so áttu tey tann dagin ikki akkurát so nógv av teim vanligu frímerkjunum. Men við lagaligheit fekk hesin kundin so tað, hann ynskti sær, hóast tað kostaði honum eitt sindur eyka í postgjaldi.
Handilin virkar eisini sum kiosk, og hevur tí opið til kl. 22 á kvøldi. Hesa løtuna, vit vitjaðu handilin vóru ikki nógvar slíkar vørur seldar, helst tí at børnini vóru í skúla.
Kennir kundarnar
Hetta er ikki nakar nýggjur matvøruhandil, sum Birgit Olsen nú rekur í Hósvík. Hon er í veruleikanum triðja ættarlið av teim, sum hava átt handilin hjá Esmari.
Hon hevur sjálv staðið fyri handlinum í eitt gott ár, eftir at hon byrjaði her hin 11. mars í fjør.
Og hetta dámar henni bara væl:
- Ja, mær dámar væl at standa í handlinum. Tað góða er, at ein kennir allar sínar kundar, sigur Birgit.
Hóast hon er einasti handil í Hósvík so keypa fólk ikki einans hjá Birgit. Tey fara eisini aðrar staðir at keypa.
Men ein teirra, sum bara keypir vørur sínar í hesum handli er Jytte Davidsen, sum lesast kann meiri um aðrastaðni á síðuni.
Sama prís sum aðrir
Hóast tað finnast handlar í grannabygdunum, og nógv fólk arbeiðir aðrastaðni, so eru tað kortini nógvir hósvíkingar sum keypa í handlinum.
Hví tað er so, hevur Birgit gjørt sær sína hugsan um:
- Vit royna at koyra við somu prísum sum aðrastaðni. Og so eru vit jú í sjálvari bygdini, soleiðis at fólk ikki skulu fara langvegis fyri at keypa matvørur sínar.
- Tað eru sjálvandi mest hósvíkingar, sum keypa her. Men av og á koma eisini fólk aðrastaðni frá higar at keypa, sigur hon.
Í hesi løtu kemur postboðið - Lis Hansen - á gátt við posti til Birgit. Við sær út aftur fær hon eitt tilboðsblað, sum skal út í øll húskini í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi og í Saksun.
Nýbakað breyð
Handilin hjá Birgit er sum aðrir matvøruhandlar av slíkum slagi. Her fáast tí allar vørur sum hoyra til eitt vanligt húsarhald.
Tríggjar dagar um vikuna fær hon nýbakað breyð frá bakarínum hjá Gunnleivi í Havn - mánadag, mikudag og fríggjadag.
- Tað hevði uttan iva verið betri, um vit fingu nýtt breyð hvønn dag. Men tað eru teir ikki so sinnaðir fyri, helst tí at tað ikki man loysa seg, sigur Birgit.
Tær vanligastu kiosk-vørurnar fáast eisini her, og tí eru upplatingartíðirnar eisini soleiðis, at bygdarfólkið ikki noyðist at fara av bygdini at keypa sigarettir, drykkivørur, góðgæti og annað.
Handilin er tí opin frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9 til 22. Leygardag er fyrst opið frá 9 til 12 og síðani frá 16 til 22, og sunnudag frá kl. 16 til 22.