- Eg kann bíða til hósdagin

Gerhard Lognberg sigur seg nú kunna bíða til hósdagin við at fáa svar frá løgmanni viðvíkjandi undirsjóvartunnli til Sandoynna, hóast hann í brævi hevur kravt svar mikudagin. Men at svarið skal vera í tráð við krøvini í brævinum er ongin ivi um. Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum sigur, at teir eru til reiðar at samstarva við samgonguna, um tað gerst aktuelt

Gerhard Lognberg, javnaðartingmaður úr Sandoynni, hevur sent løgmanni bræv, har hann krevur svar frá løgmanni um, hvørjar ætlanirnar eru viðvíkjandi tunnli til Sandoynna. Gerhard Lognberg vil hava at vita, um byrjað verður at bora í 2010, sum nevnt hevur verið, og um hvørt Sandoyartunnil ella Eysturoyartunnil verður byrjaður fyrst.

"Um byrjað verður at bora fyri Sandoyartunnlinum í nov/des 2010, og hetta verður samtykt við lóg, so eri eg partur av samgonguni", skrivar Gerhard Lognberg, og krevur svar mikudagin 23. juli klokka 15.00.


Kann nú bíða

Løgmaður hevur boðað til fundar hósdagin, og Gerhard sigur seg nú kunna bíða til hósdagin.

- Um eg ikki fái svar mikudagin, so er ikki nógv, eg kann gera við tað. Men eg kann bíða til hosdagin, um tað er so, at tað ikki liggur fyri at koma við svari innan, tí t.d. onkur er uttanlanda, men eg havi so fingið tað burturúr, at eg havi fingið fundarboð hósdagin klokkan 14.00, sigur Gerhard Lognberg.

Men hann leggur tó dent á, at fyri at stuðul hansara til samgonguna framvegis skal vera tryggur, so skal svarið vera í tráð við krøvini í brævinum til løgmann.


Snýttur upp undir eyguni

- Eg vil ikki vera við til at avtaka Sandoyartunilin. Eg vil hava okkurt í skjáttuna, annars eri eg ikki við, sigur Gerhard Lognberg.

- Eg havi hoyrt so nógv um alt hetta við at hava álit hvør á øðrum, men eg havi onki at hava tað í. Hygg bara at umstøðunum hjá dalbingum og skúvoyingum, ið eru snýttir upp undir eyguni, og eg varði jú av økinum, so eg eri snýttur upp undir eyguni, sigur Gerhard Lognberg, sum sigur seg vilja hava dato sett á tunnilsætlanina til Sandoynna, og ikki bert vøkur orð um, at tunnilin skal nokk koma einaferð.


Ikki bangin fyri at missa ávirkan

- Eg havi flutt meg nógv, men nú vil eg hava dato sett á, sigur Gerhard Lognberg, sum leggur afturat, at Sandoyar Sýslu Javnaðafelag stuðlar honum í hesum málinum.

Gerhard Lognberg er ikki bangin fyri, at hann kann verða settur uttanfyri ávirkan, tí samgongan ístaðin leitar sær stuðul hjá Sjálvstýrisflokkinum, og tískil letur Gerhard sigla sín egna sjógv.

- Eg havi siglt mín egna sjógv. Eg havi onki fingið hendanvegin. Teir kunnu gott fara til Sjálvstýrisflokkin, men eg skal nokk vera til staðar og gera mítt arbeiði, sigur Gerhard Lognberg, ið eftir øllum at døma ikki tekur hendan møguleikan í álvara.


Kári og Kári eru klárir

Kári á Rógvi, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sigur, at teir eru til reiðar at samstarva við samgonguna.

Eg vildi helst, at vit gjørdu avtalu við samgonguna um nøkur mál, tí vit eru ikki so áhugaðir í at samgongan bjóðar okkum nevndarsessir. Um so var, so kundu teir eisini bara havt gjørt tað beinanvegin, sigur Kári á Rógvi.

- Vit vóri eisini við til at avgreiða ætlanina um skúlaverk viðvíkjandi miðnámsskúlanum, og halda tað hava týdning at fáa semju um fiskivinnuna og útjaðaran, tí har má okkurt gerast. So kann samstarvið møguliga formaliserast seinni, sigur Kári á Rógvi.

Men Sjálvstýrisflokkurin hevur sagt, at flokkurin metir ikki, at tunnlar eiga at verða gjørdir, sum støðan er í løtuni.

- Eg dugi ikki at síggja, at vit hava ráð til Sandoyartunnil júst nú, tí annað má raðfestast fyrst og sveiggj niðureftir er í búskapargongdini. Vit eru ikki beinleiðis ímóti tunnli til Sandoynna, men spurningurin er heldur, um og nær vit hava ráð. Vit kundu kanska gjørt semju, eisini við sandoyartingmenninar, um at fari undir forkanningar til Sandoyartunnilin, tí enn er onki gjørt, so ein veit lítið og onki um ætlanina, sigur Kári á Rógvi.


Tuunlarnir fylt ov nógv

- Tunlarnir hava fylt alt ov nógv í politiska arbeiðinum, og teir eru ikki eingang í samgonguskjalinum. Vit kundu til dømis gjørt semju um, at Sandoyartunnilin verður avloysarin hjá Teistanum, tá tann tíð kemur, sigur Kári á Rógvi.

- Hetta er ein spurningur um raðfesting, men um vit ikki fáa hægri undirvísing, og um vit ikki gera okkurt við fiskivinnuna, so verður onki av nøkrum, sigur Kári á Rógvi.

Kári á Rógvi afturvísir ikki samstarv við samgonguna, um høvi verður til tess.

- Vit vilja sleppa framat politikkinum, sigur Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokinum.


Løgmaður tigandi

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur onga viðmerking í løtuni, tí hann fer at geva Gerhardi Lognberg svar, áðrenn miðlarnir fáa mera at vita. Men løgmaður hevur boðað til fundar hósdagin, og bæði Gerhard Lognberg, og onnur, mugu geva tol og bíða til ta tíð við at fáa at vita, hvussu lagnan hjá Sandoyartunnlinum verður, og harvið møguliga eisini hvussu verður við stuðlinum hjá Gerhardi Lognberg til samgonguna, og um Sjálvstýrisflokkurin kann fyrireika seg av álvara til at sleppa framat politikkinum.