av nógvum, men prógvar tó, at tað gongur tann rætta vegin, og at tær rationaliseringar og íløgur, sum eru gjørdar seinastu árini, vóru rættar. Tí undrar tað meg stórliga, at KLJ og flokkur hansara vilja [...] grundarlagið undan flakavinnuni við at loyva skipum at landa óavmarkað uttanlands. Tilfeingið er ogn føroya fólks, og tí eiga føroysk feløg/virki sjálvandi rættin til at kunna bjóða upp á alt, sum verður [...] kapitali í føroyskari fiskivinnu? Hví er neyðugt at avreiða okkara høvuðsvinnu til útlendingar? Hevur KLJ ikki álit á, at føroyskt vinnulív klárar at reka okkara høvuðsvinnu? Hygg rundan um okkum! Hini
sum makreli. Undrunarvert er at lesa, at Nótaskip tekur upsafiskiskapin fram, sum um at teir ikki fiska upsa ella annan botnfisk. Nevnast kann at nótaskipini hava loyvi at fiska við sera stórum trolum [...] Tí undrast vit á, at nótaskipini ikki eru fús at stríðast fyri rættindum føroyinga til makrelin. Vit rokna tó við, at tá á stendur so fara nótaskipini at bakka upp, eins og vit vænta at allir aðrir føroyingar [...] praksis er, at allur botnfiskaflotin undir Føroyum skal ofrast, fyri at nakrir fáir skulu fáa so góð forhold, sum til ber. Hetta kann als ikki góðtakast. At hetta skal fáa felagið Nótaskip at stúra fyri
kirkjugátt? 6) Vitl tú nokta at doypa børn hjá foreldrum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd? 7) Vilt tú nokta fólkum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd, at koma til altarborðið? Guð signi [...] hvussu menn týða hetta ørindið, men út frá Pæt. 2,4-6 síggja vit, at kletturin er Kristus, og at tey trúgvandi eru steinar (klettar) bygdir oman á klettin, Kristus. Hvat eyðkennir klettin? Hann verður standandi [...] størri. Tey hava jú ábyrgd fyri at velja bíbliutrúgvar prestar, sum í samvitsku síni eru bundnir til Guðs orð, og at prestalyftinum, og sum í kærleika og við myndugleika tora at siga: »Skrivað stendur!«? og
vegnum, og at stór orka annars er løgd í at gera vegin ferðslutryggan. Argumentini hjá teimum, sum vilja leggja landsvegin oman fyri bygdina niðan fyri Bygdarhúsið, er, at vegurin verður at rokna sum ein [...] av leirvíkingum í at fáa framt tunnisloysnina har niðri í bygdini, sum nevnliga hevur sum høvuðsmál at fremja ferðslutrygd, og at koma uttan um bygt øki. Tað undrar meg enn meira, at Ráðið fyri Ferðslutrygd [...] Ferðslutrygd hevur rætt í, at verður vegurin lagdur har niðri í bygdini, fer hann ígjøgnum bygt øki, men gloymur at fortelja, at talan bert er um eini 3 sethús, har fólk búgva, at tað bert eru vinnuvirki
fer oman á sjógv, sigur Kartni Jakobsen. Hann sigur, at tey hava tosað við landsmyndugleikarnar um at seta eina lítla, elektriska pumpu upp, og grava eina slangu niður, so at tað altíð ber til at tendra [...] Viðarlundini. Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari, sigur, ikki tey hildu ikki, at tað var ráðiligt at taka drekkivatn úr brandpostunum at spræna í ánna. Tískil varð varð pumpa sett longur niðri í ánni sum pumpaði [...] Seinastu vikurnar hevur verið so turt í Havn, at næstan einki vatn er runnið í hyljarnar í Viðarlundini í Havn. Nógv grønska hevur verið at síggja og fuglarnir hava tøssað í móru fleiri staðni, sigur býráðið
boða frá, at vandi er fyri omanlopi, og tær vikurnar munnu vera fáar, at grót ikki ríður oman á vegin. Í nógvum vikum kemur hetta fyri meiri enn eina og tvær ferðir. Veðurumstøðurnar hava nógv at siga, nær [...] kalla tað - og so at knýta hetta saman við »inni í Dølum«, men hetta er neyvan realistiskt at tosa um í hesum tíðum. Meiri veruleikanært man tosið um at breiðka Viðareiðis vegin vera. Í støðum eru koy [...] einki gjørt við. Tað hevur ofta verið tosað um, at vegurin millum Hvannasund og Viðareiði átti at verið breiðkaður, og onkuntíð er møguleikin nevndur, at tunnil skuldi verið gjørdur úr Hvannasund inn í
Tað er onkur, sum ger vart við, at tey hava ikki fingið blaðið seinast, tað varð borið út. Nú er redaktión komin í oynna, og so er sjálvsagt at venda sær hendanveg at vita, hvussu vorðið varð við hasum [...] hasum blaðnum, og um møguleiki er fyri at fáa tað borið út nú eftir høgtíðina. Jú, vit práta um leyst og fast, og haldarin fær at vita, at gjørt verður vart við mistakið á rætta staði beinanveg. Og so sveima [...] Ikki so kvikliga, sum tær plaga. Heldur varisligari. Neyvan tí, at enn eitt ár var lagt aftur at talinum frammanundan, uttan heldur tí, at tað er í so hált úti í dag. Krákurnar savnast í flokk her uttanfyri
land er Kina, har vit eftir ætlan skula vera longst. Eg fyristilli mær, at tað er heitari har, men ivist eitt sindur. Havi fingið at vita, at ongin skilur enskt, og at turistar vanliga gjalda meir fyri alt [...] sama sum at ferðast, tá hugsað verður um, at eg flutti ikki eingongd úr býnum. Ikki tí, havi búð uttanlands fyrr, men vildi fegin ferðast, sum H. C. Andersen so romantiskt lýsti tað: At ferðast er at liva [...] meira áhugað í at ikki fingið ófrætta sjúkur inn í landið. Ein av okkara felags vinkonum er farin til Japan at arbeiða á einum grísafarmi, og hugsaðu vit, at tað hevði verið stuttligt at lagt leiðina framvið
munagott hendir, kann væl henda at fólkatalið í bygdini fer at minka. Sum nú er, verður trupult at fáa fremmand fólk at búseta seg her! Fangaði í einum omanlopi Eitt er tað, at vegurin er smalur og ótíðarhóskandi [...] vitandi um hetta. Á heimasíðu teirra stendur nevniliga at lesa, at verandi vegur er smalur, ótíðarhóskandi og at grót kemur ofta á vegin. Sagt verður, at ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, millum annað [...] ótíðarhóskandi. Eitt annað er so tað, at tað kemur meiri enn so fyri, at grót rapar oman á vegin. Hetta er nærum dagligur kostur, og mong fólk á Viðareiði vita at siga frá hendingum, har tey hava upplivað hetta
fyri, at boð verða send eftir presti av føðideildini til bráðfeingis dóp, tí at tað stendur um lív hjá barninum. - Tað kann vera tí at læknar og foreldur ivast í, hvørt barnið fer at yvirliva, at boð verða [...] honum at duga at siga frá yvir fyri sær sjálvum, tá tað er við at vera ovmikið. - Eg royni at geva tí gætur, hvussu eg sjálvur reageri, tá eg komi í tílíkar støður. Á henda hátt kann eg læra meg at liva [...] grundarlagnum skal royna at hjálpa fólki, ið hava tørv á tí. Eg komi ofta tætt inn at fólki, sum hava tað ringt og har ytru rammurnar eru um at sorast - tá er tað mín uppgáva at hjálpa fólki at síggja lívið í eini