Viðarlundin í Havn fær fyrstuhjálp

Tað verður betri hjá fugli, nossligari hjá fólki og hugnaligari á pisufundinum í annaðkvøld

Seinastu vikurnar hevur verið so turt í Havn, at næstan einki vatn er runnið í hyljarnar í Viðarlundini í Havn.

Nógv grønska hevur verið at síggja og fuglarnir hava tøssað í móru fleiri staðni, sigur býráðið

 

Fólk hava verið sera ónøgd við hetta og hava kært sína neyð hjá kommununi og nú er kommunan so farin at veita fyrstuhjálp í Viðarlundini.

Eitt samstarv varð gjørt við sløkkiliðið, sum hevur sett eina stóra pumpu upp inni í Viðarlundini.

 

Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari, sigur, ikki tey hildu ikki, at tað var ráðiligt at taka drekkivatn úr brandpostunum at spræna í ánna. Tískil varð varð pumpa sett longur niðri í ánni sum pumpaði vatn niðanaftur í tann stóra hylin.

 

Bara nakrar tímar eftir at sløkkiliðið hevði skrúvað frá, fyltist tann ovari hylur og tað fór at renna í tann niðara hylin, sum var fullur av móru og grønum slíggi.

- Vit lata tað renna í nakrar dagar, so alt hetta grøna fer oman á sjógv, sigur Kartni Jakobsen.  

 

Hann sigur, at tey hava tosað við landsmyndugleikarnar um at seta eina lítla, elektriska pumpu upp, og grava eina slangu niður, so at tað altíð ber til at tendra eitt lítið gosvatn í ovara hyli, tá ið tørvur er á vatni.

Býráðið vónar nú, at hyljarnir vera fullir av vatni og nossligir aftur til pisufundin, sum verður í annaðkvøld, hóskvøldið.