Katrin Einarson Hensiudóttir
Eg havi ætlað mær at ferðast fleiri ferðir, men tað bleiv ongantíð rættuliga til nakað. Byrjaði einaferð at samla pengar saman til eina uttanlandsferð - onki ávíst stað, bara eitthvørt eksotiskt stað uttanlands - men endaði í staðin á Háskúlanum í Havn. Tað er ikki heilt tað sama sum at ferðast, tá hugsað verður um, at eg flutti ikki eingongd úr býnum. Ikki tí, havi búð uttanlands fyrr, men vildi fegin ferðast, sum H. C. Andersen so romantiskt lýsti tað: At ferðast er at liva.
Tað vil ikki siga, at eg hevði tikið pessimistisku umskrivingina hjá eksentriska amerikumanninum Woddy Allen til mín: At liva er at doyggja - tað bleiv barasta ikki til nakra uttanlandsferð á hasum sinni.
Nú - eftir lokna HF-útbúgving - havi eg umsíðir tikið meg saman. Spurdi mína vinkonu, Kristionnu Dahl Øster, um hon eisini hevði áhuga í at koma við mær, og lukkutíð hevði hon tað. So var bert eftir at finna útav hvagar vit skuldu fara og síðani byrja at samla pening saman og ikki minst leggja ætlanir fyri ferðina. Tað er ikki bara at siga tað - tí møguleikarnir eru óendaligir og tað er nógv, sum ljóðar tiltalandi og spennandi.
Vit hava gjørt av at royna tí Trans-Sibirisku jarnbreytina - og tilpassa ferðina eftir hesum. Tað er ein myta, at tað er so frítt og "flower power" at fjakka - ein er bundin í allar endar; trygging, planlegging av rutu, visum og hotel, sum slett ikki eru so bílig, sum vit ætlaðu. Og nú tá hettar ikki er tann vanliga "Goa Goa" rutan, eru heldur fá Hostel, fyri ikki at siga nærum ongi, sum eru okkum til taks. Læknin hjá mær hevur prikað meg við langum og tjúkkum sproytum, fyri nógvar pengar. Undarligt at tað skal kosta at fáa vaccinu, tí landið burdi verið meira áhugað í at ikki fingið ófrætta sjúkur inn í landið.
Ein av okkara felags vinkonum er farin til Japan at arbeiða á einum grísafarmi, og hugsaðu vit, at tað hevði verið stuttligt at lagt leiðina framvið Japan, so vit kunnu vitja hana har. Men vit fáa at síggja hvat tað verða tíð og pengar til. Tað sær lætt út, tá ein stendur boygdur yvir einum landakorti - sær út sum um tað er eitt hanagleiv at ferðast í allar ættir.
Eru Kina og Japan nú eru so tætt við hvørt annað, sum vit halda - altso fólkini sýnast líkjast nógv, og so tosa tey næstan líka, ella er tað nú so?
Tað kostar um 8000 kr. eyka hjá okkum í part, um vit skulu gera eitt legg úr Kina til Japan, sigur konan á ferðaskrivstovuni - men um vit finna ein bíligari veg, so fara vit heilt sikkurt! Vit hava fingið nøkur brøv frá vinkonuni í Japan, og har er nógv spennandi og stuttligt skrivað, millum annað tað, at hon hevði fingið ein beundrara, sum hevði forvitnisliga navnið Jesus. Jú, um tað liggur fyri, muga vit heilt sikkurt fara yvir at vitja hana - tað er hóast alt ikki hvønn dag ein hevur høvið at síggja Jesus.
Vit vórðu báðar á einum máli um, at vit vildu ferðast seint - taka okkum góðar stundir, og hvat var meira logiskt, enn at fara við toki? Sum DSB siga í einum slagorði; hvis tiden er vigtig. Serliga í hesum Osama bin Laden-tíðum, har flúgvarar í tíð og ótíð verða sprongdir og krasja í bygningar - jú, vit taka tokið. Men serliga er tað tí, at vit vilja veruliga kenna at vit ferðast - ikki bara taka ein flúgvara og 2 vupti-tímar seinni vera mitt í einum nýggjum og ókendum umhvørvi. Og eg má erligt innrømma, at eg kenni sera lítið til summi av teimum londunum, sum eg skal ferðast ígjøgnum: úr Danmark til Svøríki, síðani Finland, Russland, Mongollíið og Kina (og kanska enda vit í Japan.) Gamaní, ein hevur hoyrt um londini í tíðindunum og aðrastaðni, men tað er ov lítið til at ein fær gjørt sær eina heildarmynd av londunum. Eg havi nógvar fordómar, sum allarhelst eru broyttir ella styrktir eftir ferðina.
Vit hava valt at ferðast um veturin, sum ger, at ferðin verður merkt av nógvum kulda - ein intensari kuldi enn tann vit eru vanar við, men tað er heilt sikkurt við til at gera ferðina meira avbjóðandi. Til dømis eru tað vanliga 10 kuldastig í Mongolínum, so er tað eisini tað óvanliga, sum vit eisini kunna risikera - kanska kavastorm og 35 kulda-stig. Og so verdur tað fastlands-klima, sum aftur skal vera øðrvísi enn okkara. Har er ongin sjógvur við heitum vindum og streymum at verma okkum.
Sum útgangspunkt hava vit ongar ætlanir. Vit koma til landið og finna útav hvat vit skula gera. Hava tosað um ikki at ganga á museum allatíðina, tá tað er for 'turistasligt', men gjarna bara sita á eini café og tosa við lokal.
Havi lisið í øllum mínum "Turen går til" um religiónina í teimum einstøku londunum og sæð myndir av kirkjum - kundi hugsa mær at farið til eina buddistiska "gudstænastu" - um tað yvirhøvir eitur so! Ella kanska eina standandi russiska ortodoksa gudstænastu. When in Rome, sum maðurin segði.
Túrurin byrjar á hovedbanegården í Keypmannahavn 10. Januar - hagani til Stokholm, har ferjan "Silja" siglir til Finlands, har vit vera verandi í eina viku. Finland eri eg spent uppá. Tað er eitt norðanland líka sum Føroyar, men tó eitt land sum tykist gloymt í turismuni. Tað sýnist sum tann generelli holdningurin, at Finland ikki er eitt land mann ferðast til, tí landið er óáhugavert - spell um tú spyr meg. Ikki tí, eg veit ikki nógv um landið. Veit teimum dámar væl sauna, Vodka, hava eitt undarligt mál, óskiljiliga skrift og túsindavís av vøtnum. Men eg ivist ikki í, at tað er nógv eg ikki veit, men skal finna útav.
Úr Finlandi gongur leiðin til Moskva í Russlandi. Tað verður ordiliga spennandi, tí har er mafia og NÓGV Vodka - ein sera spennandi kombinatión. Í hesum sambandi kann eg nevna, at vit eru væl tryggjaðar til alla ferðina, um nakað skuldi hent. Vit hava báðar haft russiskt í HF, men vit vóru ikki serliga raskar at møta upp til tímarnar, tíverri! Men við einum góðum vilja, so minnast vit kanska bókstavirnir og kunna gita okkum til orðini. Havi hoyrt frá einum sum eg veit hevur verið har, at mann ikki skal líkjast einum turisti í Russlandi, tí so kann mann vera vísur í at blíva offur fyri stulduri og líknandi. Tað verður allarhelst okkara størsti trupulleiki - vit hava akkurát líka klæðir, "North Face" jakkar og buksur, sum kostaðu helvtina av ferðini, men so eru vit í øllum førum vísar í at halda hitanum.
Í Russlandi, verður steðgað í eina viku og næst á skránni er so Mongolíðið - landið, sum ikki er til -Tað finnist lítið tilfar um hettar landið í Føroyum. Ongin sum eg havi spurt veit nakað serligt um landið. Har eru nomadar, men allíkavæl eru býir, so øll liva ikki sum nomadar. Klostrum skuldi tað verið nógv av og munkum haldi eg. Ferðaskrivstovan skuldi royna at finna okkum onkra familju, so vit kunna búgva 'home hospitality' - vóni at tað verður ein ordiliga merkilig ein, sum ger ferðina ógloymandi. Hettar skuldi annars vera tað kaldasta landið vit koma til, og ein annar kuldi enn vit kenna. Ljóðar undarligt, men hettar havi eg fingið at vita frá ferðamanna-skrivstovuni. Og tað nyttar einki at hava ein heitan jakka, mann má hava lag oman á lag av heitum klæðum, so føroysku ullintu undirklæðini sleppa við.
Næsta land er Kina, har vit eftir ætlan skula vera longst. Eg fyristilli mær, at tað er heitari har, men ivist eitt sindur. Havi fingið at vita, at ongin skilur enskt, og at turistar vanliga gjalda meir fyri alt. Men nú fáa vit sjón fyri søgn. Havi sæð í føroysku telefonbókini, at tað er ein føroyingur í Bejing - hugsaði kanska at kontakta hann áðrenn fráferðina, so hann kanska kann geva okkum nøkur "fiff" um hvussu mann ber seg at í Kina. Í mínari "Turen går til Kina" stendur undir praktiskum ráðum, at kinesarir eru serstakliga høfligir, og hava ein heilt annan sið enn vit eru von við. Til dømis er tað høfligt at ropa og gera um seg meðan ein etur, hettar fyri at vísa vertinum, at ein heldur matin smakka væl. Æra er eitt nógv brúkt orð har, og tað er skomm at missa hana, tú mást altso ikki fáa ein kinesara at føla seg illani. Fyri tað krevst situatiónsfornemmilsi, og tað havi eg fingið at vit at eg ikki havi so nógv av. Tað verður so ein annar stórur trupulleiki hjá okkum.
Meðan eg havi skrivað greinina er byrja at kava. Íbúðin hjá mær er av teimum gomlu og her er hundakalt. Havi ligið undir dýnuni í tjúkkum klæðum, og enn verið køld. Lá og hugsaði at tað ivaleyst fór at blíva kaldari enn hettar, á ferðini, og eg brokki meg longu um kuldan, bara her í Føroyum.










