Viðmerkingar til samrøðu í Degi & Viku 27. des við Kaj Leo Johannesen

Kaj Leo Johannesen (KLJ) úttalar millum annað, at fiskivinnan/flakavinnan hevur strukturellar trupulleikar.

Flakavinnan:
Av teimum tíggju størstu aktørunum í flakavinnuni eru tvey feløg, sum hava havt hall seinastu 2 árini, Faroe Seafood og Maru Seafood. Tvey feløg, sum gjørdu risastórar, ábyrgdarleysar íløgur í skip/loyvi. Bæði feløgini fóru á húsagang, og nógv fólk blivu arbeiðsleys.
Hini átta virkini/feløgini hava havt avlop uppá 15,9 mio/2008 og 28,8 mio/2009. Tey hava havt 568 fólk í starvi og hava útgoldið lønir uppá 107,5 mio/2008 og 116,5 mio/2009. Viðmerkjast skal, at Kósin/Klaksvík er latið uppaftur og útvið 100 fólk eru í arbeiði.
Tá skal havast í huga, at virkini kundu arbeitt væl meira, um rávøra hevði verið til tess. Hetta eru alt feløg/virki sum eru uttan fyri høvuðsstaðarøkið og sum hava sera stóra ávirkan á lokalsamfeløgini.
Omanfyrinevndu avlop ljóða kanska ikki av nógvum, men prógvar tó, at tað gongur tann rætta vegin, og at tær rationaliseringar og íløgur, sum eru gjørdar seinastu árini, vóru rættar.
Tí undrar tað meg stórliga, at KLJ og flokkur hansara vilja taka grundarlagið undan flakavinnuni við at loyva skipum at landa óavmarkað uttanlands. Tilfeingið er ogn føroya fólks, og tí eiga føroysk feløg/virki sjálvandi rættin til at kunna bjóða upp á alt, sum verður fiskað av føroyskum skipum í føroyskum øki.
Hví skulu útlendingar fáa ræðið yvir okkara tilfeingi og virka tað fram um okkara arbeiðsmegi?? Er KLJ greiðir yvir, hvørjar avleiðingar hetta kann føra við sær? Vit hava longu eitt arbeiðsloysi oman fyri 8% aftan á húsagangin hjá Faroe Seafood, og um KLJ og Sambandsflokkurin vil avreiða okkara tilfeingi til útlendingar, so verður arbeiðsloysið skjótt oman fyri 10%. Tað vil sjálvandi føra til fráflyting og lækkandi inntøkur til landskassan.
Allur føroyskur fiskur eigur at vera landaður í Føroyum. Fiskurin kann handlast/seljast úr Føroyum til keyparar í Føroyum og uttanlands. Tað verður gjørt í Noreg og Íslandi, hví ikki her??

Fiskivinnan:
Línuflotin og partvís eisini partrolaraflotin hava trupulleikar at bera seg fíggjarliga. Skipini hava ov fáar fiskidagar og hví er so?? Hetta tí at politikarar hava loyvt øktum veiðutrýsti og hava útskrivað loyvi í vinar-og kenningar politikki. Av tí sama hava skipini í dag ov fáar dagar, og ongin fær nakað burtur úr fíggjarliga; hvørki reiðarí ella manning.
Talið av fiskiskipum er ov høgt og má minkast soleiðis, at teir, ið koma at fiska framyvir, kunnu fiska burðardygt við vinningi og manna skipini við føroyingum.

Útlendskan kapital:
Hví er tað neyðugt við útlendskum kapitali í føroyskari fiskivinnu? Hví er neyðugt at avreiða okkara høvuðsvinnu til útlendingar? Hevur KLJ ikki álit á, at føroyskt vinnulív klárar at reka okkara høvuðsvinnu? Hygg rundan um okkum! Hini fiskivinnulondini loyva ikki útlendskum kapitali at keypa kvotur; hví skulu vit!!
Eg haldi, at alt ov lítið skil er í nógvum útsagnum viðvíkjandi okkara høvuðsvinnu frá politiskari síðu. Eg eri bangin fyri, at tað botnar í manglandi vitan, og at ov nógvir politikarar einans hugsa um fiskivinnuna á sjónum. Fiskivinnan á landi hevur eins stóran týdning fyri okkara samfelag.
Gott nýggjár