Viðareiðis vegurin liðugt umvældur

Autoverjan á Viðareiðis vegnum, sum fyri hálvum øðrum ári síðani fór illa av skalvalopi, er nú gjørd aftur.

Annfríð L. Sørensen


Skaðin var stórur. Nakrir hundrað metrar av autoverjuni fingu skaða. Eisini á Múlavegnum var autoverjan farin orsakað av skalvalopi. Hesin skaðin er eisini umvældur. Arbeitt hevur verið tilsamans í tríggjar og ein hálvan mánaða, tveir mánaðar í fjør, og ein og ein hálvan mánaða í ár.

Umframt arbeiðslønina til til teir tríggjar menninar, sum hava verið við í umvælingini, hava útreiðslurnar ikki verið stórar, tí tilfarið, ið nýtt var til tað nýggju autoverjuna, var tað sama, sum gamla autoverjan var gjørd av. Tað fæst ikki betri tilfar til hetta, siga teir hjá Landsverksfrøðingunum.

Hesa tíðina av árinum er sjálvsagt ikki vandi fyri skalvalopið, men tey, sum fara eftir Viðareiðisvegnum kunnu ikki kenna seg heilt trygg. Skelti boða frá, at vandi er fyri omanlopi, og tær vikurnar munnu vera fáar, at grót ikki ríður oman á vegin. Í nógvum vikum kemur hetta fyri meiri enn eina og tvær ferðir. Veðurumstøðurnar hava nógv at siga, nær tað ríðir oman. Vandin er serliga stórur, tá tað hevur verið frost, og tá bloti kemur í aftur, og eisini tá tað hevur verið liggjandi turrveður, og tað aftur verður áarføri. Hetta fáa teir hjá landsverkfrøðinginum sjálvandi einki gjørt við.

Tað hevur ofta verið tosað um, at vegurin millum Hvannasund og Viðareiði átti at verið breiðkaður, og onkuntíð er møguleikin nevndur, at tunnil skuldi verið gjørdur úr Hvannasund inn í botnin á Viðvík ? Víkabotn, sum teir kalla tað - og so at knýta hetta saman við »inni í Dølum«, men hetta er neyvan realistiskt at tosa um í hesum tíðum.

Meiri veruleikanært man tosið um at breiðka Viðareiðis vegin vera. Í støðum eru koyribreytirnar tvær, men nógva staðni er so mikið smælt, at tveir bilar ikki kunnu møtast. Frá landsverksfrøðinginum verður sagt, at tað er ein politskur spurningur, um hetta arbeiðið skal gerast.


Arbeiða í tunnlinum

At bøta um skaðar, sum veturin hevur volt á vegirnar, er summararbeiði hjá landsverkfrøðinginum í Norðoyggjum. Tá tað líður longri út, og dagarnir gerast stuttir, og stormarnir fara at gera um seg við vindi, regni og kava, verður arbeitt í teimm báðu tunnlunum.

Hjá Landsverksfrøðinginum verður sagt, at tunlarnir eru tryggir at koyra ígjøgnum, men tey, sum dagliga ferðast á hesum strekkinum, síggja ofta, at tað hevur riðið undan loftinum.

Tá viðlíkahaldsarbeiðið í tunnlunum verður gjørt, verður bara arbeitt um næturnar, og tá ber ikki til at ferðast gjøgnum tunnlarnar frá fyri midnátt og til tíðliga á morgni.

Ferðslan norður um fjall er nógv økt tey seinnu árini - ikki minst orsakað av nógva alivirkseminum, sum er í Hvannasundi og á Viðareiði ? og stórir trailarar fara eisini troðkandi ígjøgnum holini, sum neyvan eru roknaði til sovorðna ferðslu, og tað kemur meiri enn so fyri, at stórir bilar standa fastir í tunnlinum.