Poulsen og Kári Jacobsen framleiða tónleik í Danmark, Eivør Pálsdóttir hevur eina veruliga yrkisleið í Íslandi fyrst og fremst, og so er tað Teitur Lassen, sum slapp upp í part over there. ? Teitur hevur verið [...] ikki neyðugu ekspertisuna á øllum økjum, heldur hann. Pengar og tónleikur Í Føroyum finnast tað nøkur plátufeløg, sum eru íðin at geva tónleik út í Føroyum. Hesi plátufeløg eru tó sera smá, tá ið tað ræður [...] ella at onkur peningastovnur ornar fyri, tí tað er í grundini vónleyst hjá einum peningastovni at sasta sjálvur í eini tónleikavinnu. Tað mugu vera fólk í bransjuni, sum mugu taka stigið, tí eingin ger tað
Jan Müller Nýggi formaðurin í danska vintraflokkinum, Anders Fogh Rasmussen, sum varð á stuttari vitjan í Føroyum í farnu viku, er ikki ein og hvør í donskum politikki. Meiningarkanningar vísa, at Vin [...] hevur at leggja seg út í føroyskan politikk ella seta forðingar í vegin fyri teimum ynskjum, sum føroyingar hava. Men hann heldur tað vera náttúrligt og rætt av sær sum politikari í tí ríkisfelagsskapi, [...] millum tvey fólk, sum hava staðið saman í øllum í fleiri hundrað ár. Eg trúgvi, at tað fyri eitt lítið samfelag sum tað føroyska er sera virðismikið at kunna vera í ríkisfelagskapi við eitt størri samfelag
Í hesum døgum fyrireikar hon eina listaframsýning við egnum verkum, sum skal vera í Norðurlandahúsinum í komandi mánaði. Astri Luihn, sum er ættað úr Noregi, kom til Føroyar fyrst í sjeytiárunum og hevur [...] tað prentað á pappír. Á framsýningini í komandi mánaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum fer Astri Luihn at sýna fram 30-40 verk í ymiskum grafiskum teknikkum. - Til hesa sýningina havi eg arbeitt við størri [...] meginpartin av tíðini síðani tá. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði og tónleiki. Síðstu 10 árini hevur hon burturav virkað sum listafólk og í løtuni er hon forkvinna í felagnum Føroysk Myndlistafólk. - Eins og
ssamgongan hevur mannað landsstýrið í umleið átta mánaðir hava vit spurt Sámal Petur í Grund, formann í tingbólki sjálvstýrisfloksins, hvat hann heldur um gondina í fullveldismálinum! -Lat meg fyrst siga [...] skal viðganga, at eg ivist stórliga í, um tað verður kunnað nokk um málið og gongdina. Sámal Petur í Grund vísir á, at tað í sambandi við, at Grundlógarnevndin fer í gongd við sítt arbeiði, verður tosað [...] tú hoyrir er bert okkurt tjak í løgtinginum, sum so verður endurtikið í bløðunum ella í loftmiðlunum. Uppá fyrispurning hvussu hetta skuldi verið gjørt sigur Sámal Petur í Grund, at tað átti at verið skipað
høgtmentaðu fólk í Barrow, heldur Jóannes, ið sum kunnugt er doktari í søgu og sum hevur granskað søguna hjá upprunatjóðum í Norðuri. Jóannes Dalsgaard gjørdist ikki sørt hugtikin av fólkinum í Barrow, sum [...] upprunafólk og til statsstjórnina í Alaska. Føroyar og arktiska økið -Nú hevur tú sjálvur ferðast nógv í tí arktiska økinum, bæði í Grønlandi, Finnlandi, Noregi, Kanada og nú í Alaska og havt møguleika at læra [...] onnur, ið hugsa sum tey. IWC er ein vanlukka fyri fólkini í útjaðaranum. Fólkið í Barrow veiðir stórhval og hevur gjørt tað altíð ? í hvussu so er í minst 4000 ár. Tað er tí sera løgið, at tað skulu sita
síðan helt fast við samhaldsfesti skal verða tað grundleggjandi í føroyska samfelagnum, men at hann nú, saman við øllum hinum er farin í posan hjá Fólkaflokkinum, alt fyri fullveldi skyld. Men hesum ákoyringum [...] sína egnu pensjón. Í byrjanini verður hetta um 2 prosent, men ætlanin er, at tað skal økjast til 10-15 prosent við tíðini. ? Tá pengarnir verða útgoldnir, so fáa tey, sum eisini fáa pengar frá »egnari« pensjón [...] Javnaðarflokkurin altíð, skal venda øllum á høvdið. Í hesum málinum hevur samgongan verið inni og gjørt nakrar broytingar, sum fara at muna nakað í framtíðini. Peninganøgdin, sum skal brúkast til pensjónir
síðan helt fast við samhaldsfesti skal verða tað grundleggjandi í føroyska samfelagnum, men at hann nú, saman við øllum hinum er farin í posan hjá Fólkaflokkinum, alt fyri fullveldi skyld. Men hesum ákoyringum [...] sína egnu pensjón. Í byrjanini verður hetta um 2 prosent, men ætlanin er, at tað skal økjast til 10-15 prosent við tíðini. ? Tá pengarnir verða útgoldnir, so fáa tey, sum eisini fáa pengar frá »egnari« pensjón [...] Javnaðarflokkurin altíð, skal venda øllum á høvdið. Í hesum málinum hevur samgongan verið inni og gjørt nakrar broytingar, sum fara at muna nakað í framtíðini. Peninganøgdin, sum skal brúkast til pensjónir
formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu, at álitið als ikki er viðtikið enn, hvørki í landsstýrinum ella úti í kommununum, so tað er slett ikki aktuelt enn. - Vit vóna ikki, at hon meinar hetta í álvara [...] barnaansingarøkinum, í tí trúgv at vit fóru at fáa játta stuðul frá landsstýrinum í 1999. Hetta varð lovað okkum og tí fóru vit í gongd. Bara fyrsta ársfjórðing í 1999 eru 92 nýggj pláss tøk í Tórshavnar kommunu [...] sørt kvøkk á formannin í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, tá tað kom honum fyri oyrað. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsamálum, sigur í svarinum til Kristian
á økinum verður avtalað við tær avvarandi kommunurnar. Øll hesi gjøld vórðu sett í gildi frá 1. juli í ár. Í 1990 stóð í líknandi kunngerð, at gjaldast skuldu 22 krónur fyri hvønn fermetur um árið, fyri [...] hevur verið tolin, og vónar, at nakað fer at henda í ferjulegumálinum sum skjótast. Um ikki, so er ikki óhugsandi at tiltøk verða sett í verk. Men í løtuni er samband millum Vestmanna Kommunu og landsstýrið [...] ongar ágóðar fram um aðrar. Gunn Joensen, bygdarráðsforkvinna í Vestmanna, er ónøgd við útsagnirnar hjá Finnboga Arge, landsstýrismanni í Sosialinum seinasta leygardag, har hann sigur, at Vestmanna Kommuna
ríkisfelagsskapin Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í viðmerking til tað, sum danska blaðið Jyllands-Posten sigur í oddagreinini mánadagin. Jyllands-Posturin skrivar um »Færøsk smertegrænse« [...] tilsidesatte hjemmestyreloven. - Utak er stadig verdens løn, sigur blaðið. Ikki ein spurn- ingur um pengar ? Vit í Javnaðarflokkinum duga at síggja, at tað eru nøkur viðurskifti, sum treingja til munandi ábøtur [...] at siga, at hvørja ferð tú setur krónur á ríkisfelagsskapin, so neglir tú seym í ta kistuna, sum ríkisfelagsskapurin liggur í. ? Tí haldi eg, at blaðið avdúkar sína vantandi vitan um viðurskiftini, tá teir