Málið um »samhaldsfasta« hevur fingið øði í javnaðarmenninar. Teir siga, at Tjóðveldisflokkurin allur sum hann er, er lopin frá sínum vallyftum, um at samfelag okkara skal byggja á tey samhaldsføstu prinsippini.
Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at Høgni Hoydal fyri stuttari tíð síðan helt fast við samhaldsfesti skal verða tað grundleggjandi í føroyska samfelagnum, men at hann nú, saman við øllum hinum er farin í posan hjá Fólkaflokkinum, alt fyri fullveldi skyld.
Men hesum ákoyringum vísir Høgni Hoydal, landsstýrismaður frá sær.
? Vit stóðu og standa framhaldandi fast við, at samfelagið skal byggja á samhaldsfasta prinsippið, so hetta er ein grov reingjan av veruleikanum, sigur hann.
? Í svarinum frá landsstýrismanninum stendur púra klárt, at vit halda fast um samhaldsfasta eftirlønargrunnin, men ætlanin hjá okkum er at pensjónskipaninar skulu gerast leysar av almennari fígging. Tí er talan um eina reingjan av veruleikanum, tá sagt verður, at vit hava snarað 180 stig, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal vísir á, at alt fleiri fáa sær privatar pensjónsskipanir. Á henda hátt tryggja tey sær eina størri pensjón enn tey, sum ongan møguleika hava fyri at gera privatar pensjónsskipanir.
? Hetta halda vit ikki verða rætt, og tí fara vit at broyta pensjónsskipaninar soleiðis, at ein lóg verður gjørd, sum sigur, at øll skulu gjalda ein fastan prosentpart av lønini til sína egnu pensjón. Í byrjanini verður hetta um 2 prosent, men ætlanin er, at tað skal økjast til 10-15 prosent við tíðini.
? Tá pengarnir verða útgoldnir, so fáa tey, sum eisini fáa pengar frá »egnari« pensjón, minni úr samhaldsfasta, sum eftir okkara ætlan skal gerast til ein fólkapensjónsgrunn. Hetta merkir, at tey sum tá tørvar mest, fáa mest, og tað kann ikki sigast verða ósolidariskt.
Høgni Hoydal vísir á, at hetta er rættiliga langt frá at verða tað fólkatryggingaruppskotið, sum Fólkaflokkurin upprunaliga legði út við, tí tað hevði einki við samhaldsfasta at gera.
Høgni Hoydal er troyttur av, at Javnaðarflokkurin altíð, skal venda øllum á høvdið. Í hesum málinum hevur samgongan verið inni og gjørt nakrar broytingar, sum fara at muna nakað í framtíðini. Peninganøgdin, sum skal brúkast til pensjónir er stór, og rættast er at gera skipanina leysa av fíggjarlógini. Samstundis halda vit fast um tað samhaldsfasta prinsippi um, at tey, sum hava størstan tørv skulu fáa mest.
? Útgjøldini úr tí samhaldsfasta, skulu lagast eftir inntøkuni hjá tí einstaka. Tað vil siga, at tann sum hevur størstu inntøkuna, hann fær minst úr tí grunninum. Hinvegin fáa øll tey, sum onga inntøku (pensjón, blðm.) hava við síðuna av, eina viðbót, sum tryggjar teimum eina størri upphædd sum ger, at tey klára seg fyri pensjónina tey fáa. Tað vil siga, fyrst eina grundarupphædd, til øll, og síðani viðbøtur til teirra, sum tørvar tær.
? Ístaðin fara teir út og gera tað til, at vit bara hugsa um fullveldi og einki annað. Tað er ikki rætt. Vit lata ikki fólkaflokkin gera sum honum lystir. Høvdu teir rátt einsamallir í hesum máli, so hevði tað sæð heilt øðrvísi út, sigur Høgni Hoydal.
? So eg eri avgjørt ikki samdur við metingini hjá Jóannesi Eidesgaard um at Tjóðveldisflokkurin er lopin frá nøkrum lyftum. Hvørki teimum, sum vit góvu undan valinum ella teimum, sum vit hava givið eftir at vit eru farin í samgongu. Heldur tvørturímóti. Vit hava gjørt nakað við pensjónsøki, og tað er í øllum førum meir enn vit kunnu siga um andstøðuna. Teir hava einki uppskot sett fram, sum fer at geva okkum eina varandi og rættvísa skipan sigur Høgni Hoydal