øll vóru blivin í góðum lag, og so vórðu øll koyrd út á gøtuna aftur. Úrslitið varð, at býurin var fullur av fólki, sum ikki tímdi heim, og burturúr hesum stóðst bardagi og herverk í hópatali hvørt vikuskifti [...] langt. Aðrastaðni, t.d. í Danmark, kunnu børn/ung sleppa at koyra á einari koyribreyt við go-kartum, knallertum og lítlum motorsúkklum longu frá 10 ára aldri, og tey læra sostatt líðandi at koyra. Um ein [...] ini undir skipaðum viðurskiftum (og sjálvandi við ásettum reglum), og ikki úti í ferðsluni! Tað er ein sannroynd, at tað, sum ein lærir mest av, er av sínum feilum; og um tú koyrir á einari koyribreyt
sum í Danmark og aðrastaðni. Fleiri ávirkað Seinastu tríati árini hevur tað víst seg, at alt fleiri sjálvmorðsfólk eru ávirkað av rúsdrekka í tí løtuni, sjálvmorðið verður framt. Rúsdrekka hevur sostatt [...] hevur kannað tilburðirnar síðan 1980, og soleiðis hevur hann gjørt sær nakrar niðurstøður. Menn eru harðligari Tormóður hevur kannað, hvussu sjálvmorðini eru framd, og hvørjir hættir eru vanligast, tá føroyingar [...] liggjandi, og tað hevur verið vanligt frá gamlari tíð hjá monnum at nýta hesi vápnini. Tí verða tey eisini nýtt til sjálvmorð. Tormóður lýsir tað soleiðis, at menn ofta nýta tað, sum liggur við hondina, og tað
geva ungdómin eitt nýtt og gott tilboð í einum tilhaldsstaði. Ongan almennan stovn Umboð fyri Klaksvíkar kommunu høvdu smærri innlegg á fundinum, og ráðgevin hjá Rúsdrekka- og narkotikaráðnum, Carl August [...] Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, legði eins og ráðgevin hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum stóran dent á, at kommunan skal ikki taka yvir leiklutin hjá foreldrunum, og at tað er umráðandi at foreldur eru við [...] foreldrum og frá ungum ? so vit kunnu gera eitt ungdómshús, sum kann virka, og sum tey ungu fáa gleði av, segði hon. Klaksvíkar kommuna ætlar í næstum at seta eitt fólk at orða ein ungdómspolitikk, og hetta
sum beinleiðis venda sær til børn og ung, og gera øll hesi eitt stórt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri trivnaðin í býnum. Hetta hevur stórt virði fyri okkum øll, og eiga tit stóra tøkk uppiborna fyri [...] eina góða og trygga ungdómstíð. Hetta hevur stóran týdning fyri samfelag okkara, tí einaferð verður tað teirra ábyrgd at føra alt virksemið í samfelagnum víðari, og tí ræður um at brynja og stuðla tey [...] ungdómurin í Klaksvík saknar eitt stað at hittast í, sum er teirra, og at onki er at fara til. Tey keða seg og fara út at vála uttan mið og mál. Um tað veruliga er so galið kann helst diskuterast, men vit
ert fyltur 18 og tú hevur heldur ikki loyvi at keypa til nakran, ið er yngri enn 18. Hetta eigur at verða sætt, sum eitt lógarbrot, tá ung undir 18 rúsa seg, metir Carl August. Rúsdrekka- og narkotika ráðgevin [...] drekking, rúsevnisnýtslu og royking. Tað eru tey somu fólkini, sum drekka, roykja og nýta rúsevnir. Um tu byrjar at roykja, er størri vandi fyri at tú fer at roykja, og um tú longu drekkur og roykir er vandin [...] hjá ungum undir 18 minst ein eins stórur trupulleiki, sum tað, at ung nýta rúsevnir. ? Tað vísir seg, at alt ov nógv ung drekka ov nógv og ov tíðliga. Hetta er ein trupulleiki, ið verður tikin í ov lítlum
nógv truplari og verri enn avrúsing av rúsdrekka. Tað er í grundini eitt kynstur at hjálpa misnýtarum burtur úr eini misnýtslu. - Alla aðra staðni eru væl útbygdir viðgerðarstovnar til ung, nógva staðni [...] flyta inn og selja rúsevni í Føroyum, hevur enn eina ferð sett rúsevnismisnýtsluna á dagskránna. Í tí sambandi kom fram í fjølmiðlunum, at marknaðurin av rúsevnum í Føroyum er ógvuliga stórur og er alsamt [...] eksperimenterað við speed og hasj. Niðurundirkomnar mammur hava vent sær til mín av neyð, tí teirra børn eru í rúsevnum, sigur Erna Sigrún Hákonardóttir, sum arbeiðir sum alkohol- og familjuráðgevi í Havn
taka Rúsdrekka- og Narkotikaráðið av og ístaðin seta á stovn Fyribyrgingarráðið er gjørt fyri at hava alla fyribyrging í Føroyum undir einum. Málsøkini eru nógv og ymisk, eitt nú royking, rúsdrekka, rúsevni [...] Heilsusystrarnar gera eitt stórt arbeiði úti á skúlunum, og vit fara eins og Rúsdrekka- og Narkotikaráðið at skipa fyri ymsum tiltøkum. Hetta kann eitt nú vera, at fólk eftir áheitan frá skúlum undirvísa [...] er tann heildarkenda upplýsingin børn og ung fáa í skúlunum, hjá heilsusystrunum og hjá barnalandslæknanum, sum verður settur, sigur Heðin Thomsen. - Lærarar og heilsusystrar gera eitt stórt arbeiði,
við. Her sita tey og gráta, tí tey hava roynt alt fyri at fáa foreldrini at halda uppat at drekka. Tey stúra, skammast og eru ótrygg og leggja lok á sínar kenslur. Hvussu væl ráðgeving og viðgerð til hesi [...] at drekka. - Børnini hava tað ikki gott, og vísa løgnan atburð. Tey siga, at tey kenna seg einsamøll, og at tey eru bangin fyri at búgva í familjuni. Í skúlanum og millum vinir føla tey seg uttanfyri. Eisini [...] gomul og kært sína neyð, tí eingin hjálpti teimum hóast fólk vistu, at foreldrini drukku. Hesi børn taka ikki vinir heim og siga ikki nakra staðni frá, hvussu tey hava tað heima. Tey eru trúgv og hava
misnýtarar og at skipa eitt serligt tilboð fyri kvinnur, eins og gjørt verður aðra staðni. - Í Føroyum er eingin grunnur, har tú kann søkja pengar til at seta í gongd ymiskt til frama fyri børn og ung úr mi [...] bæði áðrenn og aftaná nomið sær meiri kunnleika um viðgerð og viðgerðarhættir uttanlands. Eitt nú um hvør hjálp smábørn hjá alkoholikarum eigur at standa í boði, hvørja hjálp størri børn og ung eiga at fáa [...] veruligar rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikar, fara á viðgerðarheim. Tískil fær bert ein lítil partur av teimum, sum tørvar hjálp, tilboð um hjálp. Og her eru næstringar hjá teimum, ið eru misnýtarar og ikki
viðskiftafólkum og frá skeinkingarstøðum hevur Rúsdrekkasøla Landsins avgjørt at innflyta eitt nýtt slag av rúsdrekka, nevniliga liðugt blandaðar sjussar í smáum fløskum. Hetta slagið av rúsdrekka, sum nógvir [...] málbólki. Ætlanin hjá stóru fyritøkunum aftanfyri Smirnoff vodka og Bacardi rom verður søgd at vera at venja tey heilt ungu við rúsdrekka og við vørumerkini so tíðliga sum gjørligt. Hesar ávaringar kenna [...] at keypa rúsdrekka frá okkum. Tá er støðan ein onnur í Danmark, har hesar vørurnar fáast í hvørjari kiosk, og har ikki verður fylgt so væl við um keyparin er nóg gamal at sleppa at keypa. Og harafturat