RÁÐGEVING
Bert ein brotpartur av teimum, sum hava veruligar rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikar, fara á viðgerðarheim. Tískil fær bert ein lítil partur av teimum, sum tørvar hjálp, tilboð um hjálp. Og her eru næstringar hjá teimum, ið eru misnýtarar og ikki fara í viðgerð, mangan kvinnur og børn, veruliga við sviðusoð. Hesi eru sum vera man nógv í tali.
Erna S. Hákonardóttir virkar sum alkohol- og familjuráðgevi í Havn. Í 1999 leitaðu 25 kvinnur, sum høvdu stórar trupulleikar, til Ernu S. Hákonardóttir, eftir hjálp. Flestu kvinnurnar vóru í aldrinum 31 til 40 ár, og flestu teirra høvdu fakliga útbúgving. Meiri enn helmingurin av hesum 25 kvinnunum vóru einligar mammur, í miðal áttu tær tvey børn í part, og í nógv flestu førum hava tær livað saman við rúsdrekkamisnýtara. Annað eyðkenni fyri flest allar var, at pápi teirra var virkin alkoholikari barnaárini.
- Eingi tilboð eru til teirra, sum eru vaksin upp í rúsdrekkaumhvørvi og hvørs sambúgvandi eru misnýtarar, har hesi ikki eru ella hava verið í viðgerð. Kvinnurnar, sum tað í nógvum førum er, fáa onga hjálp uttan hana, tær leita fram til sjálvar og gjalda fyri sjálvar. Sosialt eru tær ikki sterkar, og tí heldur ikki fíggjarliga. Nógvar kvinnur eru komnar til mín av bygd, hava skavað so mikið av pengum saman, at tær kunnu koma. Fleiri teirra eru flýddar úr heiminum og eru fluttar í lítla íbúð í Havn við børnunum, fullar av sorg, tí maðurin hevur tikið fløskuna framat seg og børnini. Kvinnurnar eru vaksnar upp í heimum, har drykkjuskapurin hevur verið krógvaður, har tað hevur verið skomm at tosa um tað, og har tær hava lært at yvirliva. Nógvar stríðast við ræðsluherðindi, fobiir av ymiskum slagi, og sjálvsvirðingin er lítil, sigur Erna S. Hákonardóttir.
Næstringar hjá tí, sum drekkur, eiga at fáa hjálp, hóast tann sum drekkur, ikki vil hava hjálp, heldur ráðgevin.
- Mangan er familjan niðurundirkomin, men við hjálp kunnu tey koma burtur úr tilvandu støðuni og leiklutinum, sum misnýtslan noyðir tey í.
Fleiri kvinnur drekka
Týðiligar ábendingar eru um, at talið á ungum og kvinnum, sum misnýta rúsdrekka ella rúsevni, økist í tali.
- Talið á kvinnum við rúsdrekkatrupulleikum er vaksið munandi hesi árini, eg havi arbeitt innan viðgerð í Føroyum. Rúsdrekkamisnýtslan í Føroyum er sum heild øgilig, sigur Erna S. Hákonardóttir.
Sjálv lagar Erna S. Hákonardóttir ráðgevingina til kvinnur øðrvísi enn til mannligar misnýtarar.
- Kvinnur eru ringar at viðgera, tí misnýtslan er skomm, halda tær. Soleiðis er um allan heim. Tí arbeiða nógvir stovnar við serligari viðgerð fyri kvinnur, Ísland byrjaði í 1995 eitt nú. Kvinnur eru ógvuliga samansettar. Hon er kvinna, mamma, dóttur og kvinnan hevur sjálv fordómar um kvinnur eins væl og samfelagið hevur tað yvir fyri kvinnuni.
Tveir viðgerðarstovnar eru í Føroyum, og viðgerðin, tann ungi misnýtarin ella kvinnan fáa har, er als ikki nøktandi, heldur Erna S. Hákonardóttir. Tað hevur bráðskund at seta á stovn eitt viðgerðarheim fyri ungar misnýtarar og at skipa eitt serligt tilboð fyri kvinnur, eins og gjørt verður aðra staðni.
- Í Føroyum er eingin grunnur, har tú kann søkja pengar til at seta í gongd ymiskt til frama fyri børn og ung úr misnýtarafamiljum. Sjálv havi eg spurt nógva staðni, eisini í Almanna- og heilsumálastýrinum, men haðani havi eg einki svar fingið, heldur ikki frá landsstýrismanninum, sum eg havi sent bræv. Sjálv havi eg roynt at tosa við myndugleikarnar um trupulleikarnar, men fyri deyvum oyrum. Vit eru ikki komin til at tosa um alla myndina. Vit halda, at væl stendur til, tí vit hava tveir viðgerðarstovnar, sum fáa eykajáttan á hvørjum ári. Men ynskir onkur at seta í gongd arbeiði, sum eru í londunum rundan um okkum og sum góðar royndir eru av, eru ongir møguleikar fyri fígging uttan at veðseta egnar ognir ella fara í bankan at læna pengar. Myndugleikarnir sláa seg til tols við tí sum er, uttan at loyva nýhugsan framat.
- Vit tosa sera sjáldan um rúsdrekkamisnýtslu í Føroyum og trupulleikarnar, hon førir við sær. Her hevur einki forum verið, har fakfólk, lærarar og onnur hava tosað um støðuna fyri at finna fram til loysnir. Tosa vit ikki um tað, spæla vit, at tað ikki er til. Tað snýr seg um skomm og fordómar.
Tíðin er komin til at gera stórar broytingar, heldur Erna S. Hákonardóttir.
- Men áðrenn vit kunnu gera broytingar, mugu vit tosa opið um trupulleikarnar sum eru. Teir eru alla aðra staðni, og vit eiga ikki at billa okkum inn, at teir ikki eru her. Spurningurin er bara, hví vit lata eyguni aftur fyri teimum her. Vit hava av tí sama ikki ment okkum innan fyri viðgerð í fleiri ár.
Egna ráðgeving
Fyri seks árum síðani setti Erna S. Hákonardóttir á stovn egna ráðgeving í Havn, uttan nakran almennan stuðul. Áðrenn hevði hon arbeitt á báðum viðgerðarstovnunum. Hon hevur bæði áðrenn og aftaná nomið sær meiri kunnleika um viðgerð og viðgerðarhættir uttanlands. Eitt nú um hvør hjálp smábørn hjá alkoholikarum eigur at standa í boði, hvørja hjálp størri børn og ung eiga at fáa, og hvørja hjálp foreldur, sum eru hildin uppat at drekka, eiga at fáa.
- Misbrúkið førir við sær, at samskiftið og kensluliga sambandið í familjuni verður avskeplað, sigur hon.
Aðra staðni standa fjølbroytt tilboð misnýtarum og avvarðandi teirra í boði. Í Íslandi verður størsta arbeiðið gjørt uttan fyri viðgerðarstovnarnar, tað vil siga til frama fyri tey, sum óbeinleiðis verða rakt av misbrúki. Eitt nú fáa børn og ung har, hvørs foreldur hava rúsdrekkatrupulleikar, hjálp eftir skúlatíð. Fyribyrgingararbeiðið verður eisini nógv hægri raðfest har.
- Misbrúk handlar um kenslur. Fólk drekka fyri at kenna seg betur, roykja fyri at hava tað gott, og brúka rúsevni fyri at broyta kensluligu støðuna. Vit byrja at brúka rúsdrekka ella onnur sinnisbroytandi evni fyri at broyta okkara støðu. Men úrslitið er jú, at misbrúkið førir við sær, at fólkini verða avskeplað. Tískil tørvar teimum at koma í eina viðgerð, sum lærir tey at koma í samband við sínar kenslur aftur og fáa tað, tey eiga uppiborið.
Flestu teirra, ið leita til Ernu S. Hákonardóttir eftir ráðgeving, eru størri børn, ung og vaksin, sum hava havt ein uppvøkstur, ið er merktur av misnýtslu. Eisini fólk, sum eru hildin uppat at drekka leita hagar umframt fólk sum framvegis drekka, sum hon vísir víðari til viðgerðarstovnar.
- Eg vil ikki frelsa verðina, men eg veit, at eingin er har úti til hesi nógvu, sum ikki koma í samband við viðgerðarstovnarnar, sigur hon at enda í viðtali.