Fyribyrgingarráðið fylgir við

- Vit fylgja avgjørt við, hvat hendir, hava samband við løgregluna og hoyra, hvat er frammi í fjølmiðlunum. Spurningurin er altíð, um nóg nógv fyribyrgingararbeiði verður gjørt. Vit kunnu altíð gera meir, men vit eru noydd at raðfesta orkuna, vit hava til alt fyribyrgingararbeiðið, sigur Heðin Thomsen, formaður í Fyribyrgingarráðnum

FYRIBYRGING
Formaðurin í Fyribyrgingarráðnum skilir ikki rættiliga atfinningarnar hjá Ernu S. Hákonardóttir, alkohol- og familjuráðgeva. Hon setti í Sosialinum seinasta fríggjadag spurnartekin við leiklutin hjá Fyribyrgingarráðnum, nú tað í seinastuni er komið fram, at rúsevnisnýtslan millum ung í Føroyum er so nógv vaksin. Hon segði millum annað, at út frá hagtølum, sum eiga at vera til um misnýtsluna sum er, eiga myndugleikarnir og eitt nú Fyribyrgingarráðið at seta í verk tiltøk og fyribyrgingararbeiði eins og tað verður gjørt í øðrum londum.
- Fylgir Fyribyrgingarráðið ikki við, hvat hendir í samfelagnum, veit eg ikki, hvat tað skal brúkast til. Hóast alt kókar um rúsevnismisnýtslu og annað misbrúk, letur Fyribyrgingarráðið ikki við seg koma, segði Erna S. Hákonardóttir, sum hevur nógvar royndir sum alkohol- og familjuráðgevi í Føroyum.
- Um tað kanska ikki er so sjónligt fyri almenningin, ger Fyribyrgingarráðið eitt stórt arbeiði á nógvum ymiskum økjum, sigur Heðin Thomsen, formaður í Fyribyrgingarráðnum.
- Vit taka so avgjørt ábendingarnar í álvara, men um rúsevnisnýtslan er nógv vaksin, veit eg ikki at siga. Vit fara at viðgera málið á komandi fundi í ráðnum, sigur Heðin Thomsen.

Atgongd til alla upplýsing
Arbeiðið, sum Rúsdrekka- og Narkotikaráðið gjørdi, førir Fyribyrgingarráðið, sum tók við 1. jan. í ár, víðari. Ætlanin er, at Fyribyrgingarráðið skal hava konsulentar knýttar at sær. Konsulentar skulu vera fólk, sum arbeiða innan ymsa viðgerð í Føroyum. Hesi skulu ráðgeva Fyribyrgingarráðnum, greiða frá, hvussu støðan er innan misnýtslu og annað, og gera tilmæli um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk.
- Hvussu fyribyrgingararbeiðið skal gerast og hvar hetta skal gerast, er eingin ivi í. Heilsusystrarnar gera eitt stórt arbeiði úti á skúlunum, og vit fara eins og Rúsdrekka- og Narkotikaráðið at skipa fyri ymsum tiltøkum. Hetta kann eitt nú vera, at fólk eftir áheitan frá skúlum undirvísa næmingum. Eisini skal uppsøkjandi arbeiði gerast.
Fyribyrgingarráðið hevur atgongd til allar upplýsingar og hagtøl, sum eru um misnýtslu av ymsum evnum.
- Vit fylgja avgjørt við, hava samband við løgregluna og hoyra, hvat er frammi í fjølmiðlunum. Spurningurin er altíð, um nóg nógv fyribyrgingararbeiði verður gjørt. Vit kunnu altíð gera meir, men vit eru noydd at raðfesta orkuna, vit hava til øll málsøkini, sum vit hava ábyrgdina av, sigur Heðin Thomsen, sum leggur afturat, at í framtíðini kunnu fólk rokna við, at Fyribyrgingarráðið verður meiri sjónligt.

Fyrimyndin
Tann besta fyribyrgingin er tann heildarkenda upplýsingin børn og ung fáa í skúlunum, hjá heilsusystrunum og hjá barnalandslæknanum, sum verður settur, sigur Heðin Thomsen.
- Lærarar og heilsusystrar gera eitt stórt arbeiði, tá ið tað kemur til fyribyrging og upplýsingar um heilsuna. Persónliga kundi eg hugsað mær, at ávirkanin á børnini í skúlunum gjørdist eitt natúrligt lið í dagligu undirvísingini, soleiðis at tey læra um ymsar vandar líka natúrligt sum um støddfrøði og landalæru. Verður tað gjørt, skal lestararætlanin fyri fólkaskúlan endurskoðast og hetta hava vit umrøtt í Fyribyrgingarráðnum.
Eitt er, hvat skúlin kann og eigur at gera. Annað er, hvat foreldur læra síni børn.
- Foreldur eiga eisini at vita, hvussu tey skulu læra børn síni um ymsu vandarnar, sum eru, sigur Heðin Thomsen.
At taka Rúsdrekka- og Narkotikaráðið av og ístaðin seta
á stovn Fyribyrgingarráðið er gjørt fyri at hava alla fyribyrging í Føroyum undir einum. Málsøkini eru nógv og ymisk, eitt nú royking, rúsdrekka, rúsevni, eyðkvæmi og annað. Ein uppgáva hjá ráðnum er at gera tilmæli til landsstýrismannin við heilsumálum. Erna S. Hákonardóttir førdi fram í blaðnum í farnu viku, at tað er átrokandi neyðugt, at ein viðgerðarstovnur fyri ungar rúsevnismisnýtarar verður settur á stovn beinanvegin. Hesi ungu tørva eina serliga viðgerð, og hana kann eingin av verandi viðgerðarstovnum veita nóg góða, heldur hon. Heðin Thomsen er ikki samdur.
- Eg eri ikki vitandi um, at viðgerðarstovnarnir og psykiatriska deild ikki duga at viðgera ungar rúsevnismisnýtarar.
Í Fyribyrgingarráðnum sita umframt Heðin Thomsen, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálastýrinum, Bjarta Wilhelm, leiðandi heilsusystir, Kjartan Mohr, farmaceutur, Magnus á Stongunum, kommunulækni, og Eyðvør Mortensen, deildarleiðari á Almannastovuni.