Menn nýta harðligari hættir enn kvinnur

Ein nýggj kanning av sjálvmorði í Føroyum seinastu tjúgu árini vísir, at menn nýta harðligari hættir at taka lívið av sær enn kvinnur. Tormóður Stórá, ið er lækni, er júst liðugur við eina kanning av sjálvmorði, sum eisini vísir, at rúsdrekka hevur havt ein leiklut í helvtini av øllum sjálvmorðum hesi tjúgu árini

 

Tormóður Stórá hevur síðstu tíðina lagt seinastu hond á vísindaligu kanningina um fyribrigdið sjálvmorð í Føroyum. Tormóður hevur kannað tilburðirnar síðan 1980, og soleiðis hevur hann gjørt sær nakrar niðurstøður.


Menn eru harðligari

Tormóður hevur kannað, hvussu sjálvmorðini eru framd, og hvørjir hættir eru vanligast, tá føroyingar ikki vilja liva meira.

Føroyskir menn halda seg heldur til harðligar hættir. Tað er mest vanligt hjá monnum at skjóta seg við byrsu ella øðrum skotvápni.

Tormóður Stórá heldur, at orsøkin til hetta kann vera, at tey flestu húsarhaldini í Føroyum hava okkurt skotvápn liggjandi, og tað hevur verið vanligt frá gamlari tíð hjá monnum at nýta hesi vápnini. Tí verða tey eisini nýtt til sjálvmorð.

Tormóður lýsir tað soleiðis, at menn ofta nýta tað, sum liggur við hondina, og tað er mangan eitt skotvápn.

Kvinnur velja heldur at tveita seg í havið og drukna seg sjálvan. Niðurstøðan er, at menn velja dramatiskari hættir, men kvinnur lata tað heldur ganga meira stillisliga fyri seg. Hetta hevur verið mynstrið í fleiri ár, men nú er kanska ein broyting av hóma.

Í londunum kring okkum er alt meira vanligt at eitra seg til deyðis við tablettum, onkrum sterkum heilivági, sum tekur lívið av fólki, ella at anda drepandi gass í seg. Tað gerst meira vanligt í Føroyum, at fólk eitra seg við tablettum ella heilivági, men ikki í sama mun sum í Danmark og aðrastaðni.


Fleiri ávirkað

Seinastu tríati árini hevur tað víst seg, at alt fleiri sjálvmorðsfólk eru ávirkað av rúsdrekka í tí løtuni, sjálvmorðið verður framt. Rúsdrekka hevur sostatt fingið ein størri leikluk í sjálvmorðstilburðum seinastu árini.

Hagtølini siga, at umleið helvtin er ávirkað av rúsdrekka í tí løtuni, tá sjálvmorðið fer fram.

Hesi verða býtt í tríggjar bólkar. Tað eru tey, sum eru alkoholiserað, og sum tískil næstan altíð eru ávirkað. Tá sjálvmorðið verður framt, eru tey eisini rúsað. Síðani eru tað tey, sum drekka sær mót at fremja morðið, tí tey ikki tora, meðan tey eru við síni fullu fimm. At enda er tað bólkurin, ið verður óstýriligur eftir at hava fingið kenningina, og sum tá handlar uttan at hugsa seg um.

Tormóður sigur, at hetta var ein gongd, sum byrjaði einaferð í sjeytiárunum.


Fleiri menn

Ein heldur eyðsýnd niðurstøða í kanningini er, at tað eru nógv fleiri menn, ið velja at taka lívið av sær enn kvinnur.

Tølini tala fyri seg. Tríggir fjórðingar av øllum teimum, ið taka lívið av sær, eru menn. Um vit samanbera hetta talið við grannalondini, so er vanligt har, at umleið tveir triðingar eru menn. Føroyar er sostatt eitt øki, ið víkir frá hinum Norðurlondunum á hesum økinum. Tó er ilt at siga, hví nógv fleiri menn gera sjálvmorð enn kvinnur.

Síðan 1980 hava umleið 70 føroyingar gjørt sjálvmorð, og tað eru hesir tilburðirnir, sum Tormóður hevur kannað nærri í sambandi við kanningina.

Kanningin staðfestir eisini niðurstøður, ið August G. Vang kom fram til. Nevniliga at Føroyar er eitt øki, har títtleikin av sjálvmorði er ógvuliga lágur sammett við onnur lond í Vesturheiminum.

Títtleikin verður gjørdur upp soleiðis, at roknað verður við tilburðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Í Danmark hevur hetta í fleiri ár verið omanfyri 20, men nú er hesin títtleikin er fallandi.


Størsti bólkurin er miðaldrandi

Um hugt verður at aldursbýtinum av sjálvmorðsfólkum, so sæst eitt greitt mynstur. Tað eru fyrst og fremst tey miðaldrandi, sum eru væl umboðað.Tey flestu eru í aldursbólkinum 40-60 ár.

Í øðrum londum sæst ofta, at títtleikin av sjálvmorði millum ung er stórur, men hetta er ikki soleiðis í Føroyum, har tað sjáldan kemur fyri, at ung doyggja fyri egnari hond.

Tormóður Stórá er lækni og er undir útbúgving til at gerast sálarlækni. Kanningin av sjálvmorði er ein partur av hesi útbúgving. Henda kanningin byggir á doktararitgerðina hjá Augusti G. Vang um sama evni og er samstundis ein uppfylging av ritgerðini hjá honum, sum bygdi á tilburðir frá krígnum til 1982. Henda kanningin er gjørd saman við Augusti.

Tormóður Stórá, ið er havnarmaður, hevði fyrilestur um kanningina á norðurlendsku ráðstevnuni fyri psykiatriskar sjúkrasystrar, sum var í Norðurlandahúsinum herfyri.


Sálarsjúka og sjálvmorð

Kanningin nemur eisini við sambandið millum sálarsjúklingar og sjálvmorð. Tað vísir seg, at sjúklingar við ávísum sjúkum hava oftari lyndi til at taka lívið av sær enn frísk fólk.

Tað er staðfest í øðrum kanningum, at umleið helvtin av sjálvmorðsfólkum líða av svárum tunglyndi.

Av teimum tilburðum, sum Tormóður hevur kannað vísir tað seg, at umleið 30% hava havt eitthvørt samband við sálarligu skipanina í Føroyum. Tað kann vera ein ábending um, at sálarveik menniskju hava ilt við at klára gerandisdagin.

Talið av sálarsjúkum í Føroyum er á sama støði sum í Danmark, men tó er talið av sjálvmorðum nógv hægri niðri í Danmark enn her.

Ein orsøk kann vera, at fleiri sokallað ?anomisk sjálvmorð? eru í Danmark. ?Tað anomiska sjálvmorðið? er eitt fyribrigdi, tá ein persónur hevur mist sambandið við tann samfelagsbólkin, sum hann hevur verið tengdur at, og tí tekur lívið av sær.

Tá ein fremur sjálvmorð, tí kenslan av at hoyra til onkran bólk er burtur, verður tað nevnt anomiskt sjálvmorð. Granskarar meta, at vøksturin av sjálvmorðum í sjeytiárunum, stóðst av rembingum í samfelagnum, sum høvdu við sær, at fleiri fólk mistu tilknýti bólkarnar, sum tey frammanundan høvdu tilknýti til.

Ein av orsøkunum til at títtleikin av sjálvmorði í Føroyum er nógv lægri enn í Danmark kann vera, at føroyingar eitt nú hava sterkari familjubond. Tað er sostatt lættari at gerast einsamallur, sum kann elva til sjálvmorð, í Danmark enn í Føroyum.

Noreg hevur eisini lægri títtleika av sjálvmorði enn Danmark, og granskarar halda orsøkina vera, at t.d. familjubondini eru sterkari í Noregi og í Føroyum.

Annars væntaðu fleiri, at tann svára búskaparliga kreppan fyrst í nítiárunum, fór at økja um tilburðirnar av sjálvmorði. Hetta er tó ikki hent, og vit hava heldur upplivað eina lílta lækking seinastu tíggju árini.