breyðtekstinum varð sum frægast roynt at greiða frá, hvat var hent, tó at trupult var at seta ymsu upplýsingarnar saman, ið vóru at finna á ymsum heimasíðum. Av tí, at teksturin var skrivaður til mikudagin [...] Har var longu so nógv ferðsla, at hon var vorðin óvirkin. Aðrar heimasíður søgdu, at talan helst var um eina yvirgangsatsókn. Beinanvegin nevndu fleiri tíðindamiðlar, at Osama bin Laden helst stóð aftan [...] ar. Veit ikki hví. Ferðamannaflogfør vóru als ikki í mínum huga. Sat og skrivaði okkurt til dagin eftir og helt, at vit mundu fara at frætta meira um hetta, um tað var álvarsligt. Nú gekk bara ein lítil
avgerð tikin um at lata garasjuhurðina upp fyri so at koyra bilarnar út. Tað skuldu teir ikki havt gjørt. Tí tað at hurðin fer upp ger, at ilt kemur til, soleiðis at eldurin sleppur at breiða seg enn meira [...] ongantíð fer at gloyma. Tað var nevniliga hann, ið átti neistan, sum elvdi til stóra eldsbrunan. Minnið frá hesum degnum hevur plágað hann líka síðan, men nú hevur hann valt at bróta tøgnina við at fortelja [...] langa tíð at gera av, um eg skal fortelja mína søgu ella ikki. Men eg føli ein stóran tørv á at fortelja um hesi tingini, sum eg havi sitið innibrendur við øll hesi árini. Eg ivist ikki í, at mínir gomlu
Men allíkavæl gremja vit okkum um, at vit ikki hava tíð at gera mat. Tað haldi eg er ein lúðdovin mentalitetur. Og mær dámar ikki, at hesin mentaliteturin er so tætt at mær. Tað hóvar mær einki. Tað er [...] Danmark er hann eftir hondini blivin kendur fyri at geva ein ordans uppsang til danir um teirra matvanar. Hann sigur, at danir eru lúðdovnir, tí teir tíma ikki at hvørki keypa ella gera mat við góðskurávørum [...] hansara tokka til føroyskan laks. – Eg haldi, at føroyski laksurin er sera góður. Føroyski laksurin er tann, sum kemur tættast at villlaksi í smakki, tó uttan at vera villlaksur, sigur Dan og samanber við
teknikkir, fortelur Anfríð Djurhuus. Hon brúkar nógva tíð uppá at hyggja at málningum sínum, og tá alt á myndini samsvarar, veit hon, at hon er liðug. – Tað er tann besta kenslan. Tað er hesari kensluni [...] Djurhuus heldur, at umstøðurnar hjá listafólki í Føroyum kundu verið betri. – Mann roynir at geva listini rúm í Føroyum við kvøldskúlum og øðrum. Men mann kann altíð gera meira fyri at listafólk kunnu blomstra [...] Djurhuus hevur so leingi hon minnist sitið við einum blokki og teknað við blýanti. – Sum smágenta teknaði eg upp á hvørt pappír, sum eg fekk frá lærarunum. Serliga royndi eg at tekna fólk, men annars var
prædikuna, og hvat ætlar tú at leggja dent á? – Eg havi seinastu tíðina skrivað og biðið yvir hesi uppgávu. Eg biði um at Guð gevur mær orð at bera Føroya fólki, orð sum kunnu siga nakað um tann kristna [...] 10 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólav søkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Havstein Klein. Vit hava fregnast fyri at vita, hvør hesin maðurin er, ið er [...] teimum sum lýða á, sigur sandsprestur. ##med2## Tað er komið fyri, at prestar, ið prædika á ólavsøku, nýta høvið at siga sína meining og kanska koma inn á evni, ið ikki øll er so samd um. Hvat kunnu
dugdi at skriva, vildi eg verða teknari, og gjørdi fleiri teknirøðir. Tá eg so við tíðini lærdi at skriva, helt eg, at tað var tað kulasta. – Eisini havi eg altíð verið drigin at pallinum og følt, at eg hoyri [...] tað partur av mínum samleika at vera eitt listafólk. Vit tosa um, hvussu man verður uppfataður og sæddur, og at tað er áhugavert, serliga í Føroyum, at tað hevur so nógv at siga, hvussu man er í almenna rúminum: [...] heim. Tað hevur bara altíð verið okkurt við at upptraðka, ið hevur drigið meg til sín. – Tað hevur kanska eisini okkurt at gera við tað, at eg hevði torført at úttrykkja meg annars. Við listini kann man
ber til, at tú ert við í Paradise Hotel? – Eg havi altíð droymt um at vera við í Paradise Hotel! Og altíð vitað, at eg passi perfekt til tað, tí eg eri ein persónur, sum altíð havi elskað at víst meg fram [...] best av øllum og høvuðsgrundin til eg fari við er, at tað er kamera á 24/7, og tá lýsni eg upp, tí eg veit, at alt, sum eg geri, fer at hjálpa mær við at vaksa á sosialu miðlunum, sigur hann. Føroyingar [...] síðan, og tann rótin er byrja at vaksa. Planurin var at fara til Danmarkar at gera meg bermektan og so síðani brúka teir fylgjararnir og tað brandið, eg havi gjørt meg til, til at fara víðari og vaksa meir
fær ein at hugsa um, og kenna aftur ymiskt, ið man viðhvørt kann ræðast at siga hart. Á hendan hátt nertir Mia við nakað sera inniligt, ið samstundis er ein uppgerð um, hvat man ikki noyðist at tiga burtur [...] Mia. – Eg havi onkuntíð hoyrt fólk siga, at tey kenna seg sjálvi aftur í henni. Tað er stuttligt at hoyra, tí hon er eitt slag av sjálvsmynd, og eg havi onkuntíð følt, at eg ikki passi so væl inn í sosialum [...] snýr seg um at týða dreymar. Sum grafiskur sniðgevi hevur hon, hóast sín unga aldur, longu avrikað nógv ymiskt, og hava vit nokk allarflest sæð hennara grafiska arbeiði uttan at vitað, at tað er hennara
fólk hildu, at tað, eg fór at siga, var býtt. Onkuntíð helt eg meg kanska hava eina stuttliga joke í høvdinum, men eg tordi ikki at fortelja hana, tí eg var bangin fyri, at hini ikki fóru at flenna. – Tú [...] altíð stuttligari at gera video saman við øðrum, og tað er eisini hent, at eg havi klárað at lokkað onkran vinmann at gera video við mær. Eg vóni, at fleiri frá yngra ættarliðnum fara at royna seg sum vloggarar [...] fekk eg altíð at vita, at eg var festligur, men í størri flokkum fekk eg onkursvegna ongantíð útrykt meg uppá tann mátan, sum eg vildi, minnist hann. – Eg tordi ongantíð at vera villur ella siga mína meining
Diana greiðir frá, at hon aldri hevði skoytt tí ein tanka, at hon kundi líða av vetrartunglyndi. – Eg helt veturin vera tungan, men eg helt, at tað átti at vera so, og at øll høvdu tað á sama hátt. Diana [...] hvussu stóran mun tað gjørdi at vera við Ann til ljósviðgerð, fór hon sjálv at leita sær viðgerð. Men tað var ikki nakað, hon tosaði hart um. – Eg tordi ikki at siga fyri fólki, at eg var til viðgerð fyri [...] veit, at tað eru nógv, sum líða av vetrartunglyndi uttan at vita av tí. Og viðgerðin er so einføld. – Summi eru kanska bangin fyri at skula viðganga, at tey hava vetrartunglyndi. Men tað er einki at ræðast