– Eg havi tað best tá eg máli

– Eg sakni eisini eitt ordiligt høli til myndlist í Føroyum, og so hevði tað eisini verið upplagt við einari listaútbúgving, sigur listakvinnan, Anfríð Djurhuus

35 ára gamla Anfríd Djurhuus hevur so leingi hon minnist sitið við einum blokki og teknað við blýanti.

– Sum smágenta teknaði eg upp á hvørt pappír, sum eg fekk frá lærarunum. Serliga royndi eg at tekna fólk, men annars var tað nokkso tilvildarligt, sum eg teknaði. Um kvøldarnar sat eg heima og teknaði prinsessur og hús, sum eg sá gjøgnum gluggan, sigur Anfríð Djurhuus, sum býr innan Glyvur.

Sum 19 ára gomul fór hon á kvøldskúla, har hon lærdi at brúka akrylmáling. Tað royndist sera væl, og síðan tá hevur hon fokuserað uppá akrylmáling.

– Eg havi altíð verið so áhugað í at fáa okkurt at líkjast á einum pappíri og lørifti, sigur Anfríð Djurhuus.

Anfríð følir seg av sonnum heima í listini, sum hon heldur kann nakað heilt serligt.

– Eg havi tað best, tá eg máli, tí tá eri eg í einum øðrum heimi. Alt hitt er uttan fyri. Mann kann gera, sum mann vil og útrykkja seg uttan mørk. Tað ber eitt nú til at skapa eitt landslag, sum slett ikki eksisterar, men fáa tað niður á pappír.

##med2##

Roynir altíð nýggjar loysnir

Anfríð málar naturalistiskar málningar, har hon leggur stóran dent á litir og ljós.

At ein málningur ongantíð blívur liðugur, er ein kensla, sum nógv listafólk kenna til, og hetta er ikki fremmant fyri Anfríð.

– Tá eg hyggi aftur á eina mynd, aftaná eg eri liðug, síggi eg allatíð okkurt, sum eg kann broyta og gera betur. Men mann kann eisini yvirarbeiða tað, og tí skal mann ansa eftir. Eg vil gera tað heilt til evnini ikki røkka meir og royni altíð nýggjar loysnir og teknikkir, fortelur Anfríð Djurhuus.

Hon brúkar nógva tíð uppá at hyggja at málningum sínum, og tá alt á myndini samsvarar, veit hon, at hon er liðug.

– Tað er tann besta kenslan. Tað er hesari kensluni, mann leitar eftir, hvørja ferð, mann byrjar uppá ein málning. Mann kann byrja stúrin, men so stríðist mann, inntil mann megnar tað, sigur Anfríð Djurhuus.

##med3##

Krevur tol og dirvi

Tað hevur stóran týdning hjá Anfríð at gagnnýta tann íblástur, sum hon fær til sínar málningar.

– Tad skal vera eldur í sálini innan fyri hvørja mynd, um eg skal hava tað gott vid myndini. Fyri at koma til eitt gott úrslit skal eg hava røttu inspiratiónina, men tað krevur tol og frið, sigur hon.

– Tað er stuttligt at síggja, hvussu fólk reagera, tá tey síggja málningarnar, tí tað er ymiskt, hvussu tey síggja teir. Tað stuttliga er, tá fólk vera bilsin av, at tað er ein málningur og ikki eitt fotografi, sigur Anfríð Djurhuus. 

Meira list í skúlanum

Anfríð Djurhuus heldur, at umstøðurnar hjá listafólki í Føroyum kundu verið betri.

– Mann roynir at geva listini rúm í Føroyum við kvøldskúlum og øðrum. Men mann kann altíð gera meira fyri at listafólk kunnu blomstra enn meira, sigur hon.

Listakvinnan innan Glyvur meinar, at mann til dømis kundi raðfest list í fólkaskúlanum enn meira.

– Tað hevði verið uppá sítt pláss, um myndlist kom meira við í undirvísingina. Eg eri einaferð blivin skeldað fyri at sita og tekna í tímanum, og tað hevði eg ikki blivið, um ein lærugrein hevði blivið sett av til at lata børn spíla seg út við blýantinum og penslinum, sigur Anfríð Djurhuus.

– Eg sakni eisini eitt ordiligt høli til myndlist í Føroyum, og so hevði tað eisini verið upplagt við einari listaútbúgving, sigur hon.

##med4##

Til ber at fylgja Anfríð Djurhuus á hennara facebooksíðu.