– Eg havi altíð droymt um Paradise Hotel

– Í Paradise Hotel er næstan ikki pláss til at hugsa um annað enn títt yvirlivilsi. Tú mást vera skarpur í høvdinum konstant, tú mást hugsa túsund scenariir ígjøgnum og vera klárur til allar uppgávur, ið koma tín veg, sigur Karl Weihe úr Sandavági, sum ev við í realityrøðini Paradise Hotel í Noregi. Fyrsti partur er komin út í dag.

Karl Weihe (Mynd: Viaplay)

Í 2022 luttók Karl Weihe í donsku realitysendirøðini Ex on the Beach. Síðan tá hevur hann skapt sær eitt navn í donsku reality-verðini við fleiri enn 40.000 fylgjarum á Instagram.

 

Fyri tveimum vikum síðani avdúkaði hann so, at hann skal royna seg í realityrøðini Paradise Hotel, sum fyrigongur seg á einum luksus hotelli í Mexico.

 

Tað verður tó ikki í donsku útgávuni av Paradise Hotel. Hann skal hinvegin vera við í tí norska Paradise Hotel – sum er byrjað í dag 22. januar.

 

– Tað verður ikki betri

 

Hvussu ber til, at tú ert við í Paradise Hotel?

 

– Eg havi altíð droymt um at vera við í Paradise Hotel! Og altíð vitað, at eg passi perfekt til tað, tí eg eri ein persónur, sum altíð havi elskað at víst meg fram og tikið ímóti avbjóðingum. Fyri meg blívur tað ikki betri, sigur Karl Weihe.

 

– Paradise Hotel hevur alt: Luksus hotel í Mexico við ungum flottum singlum og eina hálva millión uppá spæl. Men best av øllum og høvuðsgrundin til eg fari við er, at tað er kamera á 24/7, og tá lýsni eg upp, tí eg veit, at alt, sum eg geri, fer at hjálpa mær við at vaksa á sosialu miðlunum, sigur hann.

 

Føroyingar hava áður verið við í tí danska Paradise Hotel, men hetta er okkum kunnugt fyrstu ferð, at nakar føroyingur roynir seg í tí norska. At Karl Weihe valdi norsku útgávuna er heilt tilvitað – tí nú ætlar hann at skapa sær eitt navn í Noregi:

 

– Eg plantaði eina rót fyri tveimum árum síðan, og tann rótin er byrja at vaksa. Planurin var at fara til Danmarkar at gera meg bermektan og so síðani brúka teir fylgjararnir og tað brandið, eg havi gjørt meg til, til at fara víðari og vaksa meir. Í Norra búgva góðar 5 milliónir fólk, sum nokk aldrin hava hoyrt navnið Karl, so tað var ein góður møguleiki fyri at koma út til fleiri fólk, sigur hann.

 

Karl mátti tí eisini royna seg á norskum máli – nakað, sum kundi vera ein heldur komisk avbjóðing til tíðir, har hann mátti hugsavna seg eyka nógv fyri at skilja, hvat hini meintu við.

 

Hugsar bara um at yvirliva

 

Reality-sjónvarp er sum kunnugt ikki ókent fyri unga føroyingin, tí hann var við í Ex on The Beach. Hendan sendingin snýr seg í stuttum um, at ung støk fólk hittast og flyta inn í eina luksus-villa saman í Grikkalandi at ballast og taka ímóti ymsum avbjóðingum. Konceptið er nakað øðrvísi enn Paradise Hotel, og tað kann Karl Weihe longu siga nú. Tí upptøkurnar til Paradise Hotel hava longu verið á hotellinum í Mexico herfyri.

 

Hvør er munurin millum Ex on the Beach og Paradise Hotel?

 

– Tað er ein kempi stórur munur! Í Ex on the Beach vaknar tú og mást vera kreativur beinanvegin fyri at vera undirhaldandi. Í Paradise Hotel er tað nakað annað. Har er næstan ikki pláss til at hugsa um annað enn títt yvirlivilsi. Tú mást vera skarpur í høvdinum konstant, tú mást hugsa túsund scenariir ígjøgnum og vera klárur til allar uppgávur, ið koma tín veg, forklárar Karl og kemur við einum dømi frá tíðini í Mexico:

 

– Eg minnist, eg svav næstan ikki tær fyrstu næturnar, tí so nógvir tankar flugu gjøgnum mítt høvd. Tað ljóðar kanska ikki so glamourøst fyri summi, men eg stórtrívdist í øllum spenninginum, eg elskaði tað. Øll, sum eg kenni frá Paradise Hotel, siga tað sama. Hatta hotellið livir víðari í einum, og tú vilt uppliva handan spenningin aftur.

 

Fólk kunnu gleða seg

 

Hvat kunnu fólk vænta av tínari luttøku og sendingini sum heild?

 

– Fólk kunnu hava góðar forvæntningar til sendingina, tí líka sum í Danmark, so eru tey farin aftur til tað gamla Paradise Hotel við nógvum stórum persónligheitum, balli, romantikki og einum intensum sosialum spæli, har fólk lúgva og gera alt fyri at vinna, sigur Karl Weihe, sum hevur fingið eitt upplivilsi fyri lívið á hotellinum.

 

– Fólk kunnu eisini vænta at síggja meira av mínari seriøsu síðu. Í Ex on the Beach handlaði tað bara um at vera so undirhaldandi sum gjørligt. Í Paradise Hotel er undirhaldið kappingin um hálvu milliónina.

 

Til ber at síggja Paradise Hotel Norge úr Føroyum og Danmark. Tað verður at síggja á Viaplay. Fyrsti partur er komin út í dag 22. januar.

 

(Hendan greinin varð upprunaliga prentað í Sosialinum frá síðstu viku)

 

Karl Weihe (Mynd: Viaplay)