tað vil siga, tað er upp til lesaran sjálvan at avgera, hvat hann heldur vera forsíðu og baksíðu á hesi bókini. Lagt verður til brots, og tú lesur inn á miðjuna og kemur til tað blaðið í miðjuni, har [...] meðan eg messi frymilin fyri kranavatn í moll Dagurin, sum rennur upp í slokk, er tíðin, sum gongur undan. Tær etjandi sálmatungurnar á hválvinum standa í andsøgn við frymilin fyri kranavatn í moll, sum [...] fyrr, eitt dømi, sum kemur mær til hugs er yrkingin ”Fráfaringartímin” hjá Regini Dahl. Huglagið er í henni, eins og í hesari, plastiskt og lívrunnið, og meiningin kemur til lesarans við hesum huglagnum
valt at gera hetta til frama fyri tey, sum sita einsamøll á jólum, bæði í útlandinum, umborð á skipum og her heima. Á henda hátt hava tey nú møguleikan at hoyra gleðiboðskapin á fløgu míni, sigur Jói. Nýggj [...] Jóannes Jakobsen hevur brent fløguna, Einars Prent hevur prentað heftið til húsan, Eyðun Miðberg hevur gjørt lay-outið og hevur staðið fyri grafikkinum á fløguhúsanum og fløguni, Johannes Ólavsson hevur gjørt [...] funnin", fæst til keyps í Elding-handlunum í Føroyum, og í Íslandi fer Sjómansheimið Ørkin at umboða fløguna. Jói sigur, at allir handlar, sum annars hava hug at selja fløguna, kunnu venda sær til hansara,
at stýra fjølmiðla-umtaluni so nógv sum gjørligt til sín fyrimun, er longu fyri langari tíð síðan blivin grundreglan undir øllum hinum grundreglunum fyri politiskum arbeiði í størru demokratisku londunum [...] aftur. At stýra fjølmiðlaumtaluni til sín fyrimun er hinvegin blivið tað mest umráðandi fyri ein politikara. Allir snildir verða brúktar, og tað umráðandi er soleiðis til dømis ikki nær ein ósemja verður [...] Føroya í hendi í síðstu viku, elvdi til so nógvar skrivaðar reglur undir linkinum "Viðmerkingar" á vevsíðunum hjá føroysku tíðindabløðunum báðum, at eg kendi meg drignan til at hyggja eftir hesum nógv umtalaða
gera alt fyri, at tey ikki fara. - Eg eigi ikki skjaldrini. Tey eru okkara stóra felags fólkaogn, og tey hava havt ómetaliga stóran týdning fyri uppvaksandi ættarlið. Ikki minst fyri meg og míni systkin [...] herligt dansar Hákun fyri ta kráku. Hákun spenti bogan fyri sítt knæ, - fuglurin syngur í skógum - skeyt ta kráku niður úr træ¹. - So herligt dansar Hákun fyri ta kráku. Hákun spenti bogan fyri sítt bróst, - [...] tók hann okkum upp á knæið og sang fyri okkum. Onkur heldur, at skjaldrini vóru fyri at læra børnini stig, men tað minnist eg einki um. Hjá okkum vórðu tey brúkt til at gera okkum rólig, áðrenn vit løgdu
støðu til nakað, ella um vit skuldu atkvøða um málið ella ikki. Tað mugu tit bíða eftir, til málið kemur fyri, var svarið frá borgarstjóranum. Allur minnilutin atkvøddi tí ímóti, at málið kom til viðgerðar [...] viðgerðar. Men allur meirilutin atkvøddi fyri og so kom málið fyri. Tað, sum fór fram, er so mannminkandi fyri okkum sum býráðslimir, at vit gjørdu av at vit tríggir, Høgni Mikkelsen, Sjúrður Olsen og eg, [...] Tórshavnar Býráð Hetta er størsta vanvirðing, eg havi verið úti fyri øll míni 20 ár sum býráðslimur í Havn. So bersøgin er Jan Christiansen, býráðslimur um býráðsfundin í Havn í gjárkvøldið. Ein annar
so skjótan at leita til íslendskt, tá brúk er fyri nýggjum orðum á føroyskum. Sjálvur ásannar málfrøðingurin, at vit eiga at ansa eftir, at vit ikki gerast ov bundin av at leita til íslendskt eftir málsligum [...] væl, og tí var farið til professaran í málfrøði at biðja um hjálp. - Eg byrjaði at spæla mær við ymisk orð, eitt nú tað íslendska 'tølva', sum eg tó ikki helt riggaði, tí tað sipar til orðið vølva, sum ikki [...] ikki gevur sama hugasamband á føroyskum. Til endan tók eg so dik á meg, og skjeyt orðið 'telda' upp fyri fjølmiðlafólkunum, minnist Jóhan Hendrik. Hann leggur afturat, at hóast ongin hevði nakað ímóti orðinum
num í august fekk tyrlumanningin serligan heiður fyri bjargingarátakið. Flúgva fyri Føroyar Eitt av fremstu endamálunum hjá Atlantic Airways er at flúgva fyri Føroyar. Sum ein liður í hesum bjóðar flogfelagið [...] verður áhaldandi eftir at nýta tøka orku til leiguflúgving fyri at optimera framleiðsluna og harvið betra um kappingarføri. Tyrluflúgvingin er økt nakað - úr 744 tímum til 812 í 2024. Í fjør flugu 11.000 ferðafólk [...] hevur P/F Atlantic Airways havt aðalfund, har m.a. ársroknskapurin fyri 2024 varð lagdur fram. Endaliga ársúrslitið hjá Atlantic Airways fyri 2024 gjørdist 27,3 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið
eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera seinárin eftir kynsligan ágang. Her tosa vit um átøk bæði fyri tey misbrúktu og teirra avvarðandi, umframt viðgerðartilboð fyri skemmaran og hjálp til familjur teirra [...] Heldur enn børn, ið hava verið fyri kynsligan harðskap skulu reika ímillum myndugleikar, frá sálarfrøðingi, til løgreglu, til lækna v. m. so skulu hesir myndugleikar koma til barnið og gera tær neyðugu k [...] barnaverndarlógini til at seta á stovn Barnahús og at seta í verk heildarætlan fyri kynsliga misnýtslu av børnum, sum Annika Olsen greiddi frá í síni røðu. Hetta evnið er ov týdningarmikið til flokspolitiskt
900 mió eru farnar til rakstur. Vøksturin í útreiðslunum sær út til at halda fram komandi ár, so um inntøkurnar ikki eisini økjast er eins og fyri 2002 onki at leggja niðurfyri til verri tíðir og má hetta [...] illa til at spara uttan sera álvarsligar fylgjur, so væntast kunnu fleiri eykajáttanir afturat í ár. Eftir míni meting hevur framlagda fíggjarlógin sera lítið virði, tí hon er ikki ein ætlan fyri komandi [...] nakrantíð, men útlitini eru ikki eins góð fyri komandi árini, so vit kunnu ikki rokna við, at búskaparin fer at vaksa eins nógv og hann hevur gjørt. Ein orsøk til stóra vøksturin er sjálvsagt tað, at samfelagið
gólvinum, rættiliga hava kýtt seg fyri at liva upp til hendan heiður, ið virkið fekk fyri seks árum síðan. Jens Kristian Rasmussen sigur, at tá hann byrjaði á virkinum fyri 4-5 árum síðan, vóru sløk 40 tímalønt [...] møguligan mun at tillaga okkum til umstøðurnar hjá fólki, tá vit arbeiða í skiftivaktum. Kvinnur, sum eiga børn, arbeiða í dagvaktunum, men kunnu altíð skriva seg upp á listan til kvøldvaktir, um tær kortini [...] tá nógvur fiskur er, og vanligt er, at hesir arbeiða týsdag, mikudag og hósdag – til klokkan 19. - Vit skipa so fyri, at arbeiði ikki gongur út yvir skúlan, og tí koma næmingarnir vanliga eftir skúlatíð