Vaðhorn Seafood er ein sólskinssøga

Í 2003 varð saltfiskavirkið á Hulki kosið ársins virki. Hetta hava virkisleiðsla og arbeiðsfólk eftir øllum at døma tikið til sín. Seinastu 4-5 árini er talið av arbeiðsfólki umleið tvífaldað, og í ár hevur virkið tikið í nýtslu ein tilbygning, sum ger umstøðurnar uppaftur betri. Seinastu árini eru skúlanæmingar lærdir upp á virkinum, og í dag eru hesir ein partur av grundarlagnum, tá á stendur, og nógv skal fáast frá hondini

Vaðhorn Seafood

Tað er vorðið eitt sindur langt ímllum, at tú hoyrir um vinnuligar sólskinssøgur. Hugsanin millum fólk, tá tíðir broytast, og tað gongur niður á bakka í búskapinum, er ivaleyst, at meira ella minni alt gongur illa samstundis.
Men soleiðis er tað bara ikki – og tíbetur, kunnu vit siga.
Sum skrivandi tíðindamaður kemur tú ongantíð runt, men ofta detta tankarnir á, hvussu gangast man ymsastaðni kring um í vinnuni.
Tað eru vinnulívsfólk, sum ofta lata hoyra frá sær, men tað eru eisini tey, sum gera lítið um seg og stríðast í tí stilla.

Gongur ymiskt
Í morgun møtti tú manni, sum er í starvi á saltfiskavirkinum hjá Faroe Seafood á Toftum. Hann læt illa at. Lítil fiskur og lítið arbeiði. Fáir tímar til tey, sum nú einaferð hava valt at byggja sítt grundarlag á tað, sum arbeiði á virkinum kann geva.
Men, tá lítið virksemi er á saltfiskavirkinum hjá Faroe Seafood á Toftum – hvussu man so gongdin vera á øðrum virkjum, ið virka saltfisk? spyrt tú teg sjálvan.
Eitt annað stórt saltfiskavirki er Fiskavirkið í Gøtu, og kennur tú onkran, sum arbeiðir har, hevur tú varhugan av, at har er sum heild væl at virksemi, tíbetur.
Men á vesturarminum á Skálafjørðinum liggur enn eitt saltfiskavirki, sum eisini hevur røtur nokso nógv ár afturi í tíðini. Tað er Vaðhorn Seafood, sum seinastu nógvu árini hevur húsast á virkinum, sum í sínari tíð varð bygt til virksemi úr tara – ella áður rópt alginatvirkið.

Ein sólskinssøga
Í morgun valdi eg so at ”plága” Vaðhorn Seafood eitt sindur, og tað er ikki sørt, at vit her hoyrdu eina sólskinssøgu.
Stjóri á virkinum er Jógvan Gregersen, virkisleiðari er Jens Martin Knudsen, sum vit best kenna úr landsliðsmálinum – og umsitingarleiðari er Jens Kristian Rasmussen.
Jógvan var júst í holt við at keypa fisk á uppboðssølu og var tí ikki tøkur, tá vit fregnaðust.
Í 2003 varð Vaðhorn Seafood kosið at vera ársins virki, og nógv bendir á, at tey, sum standa aftanfyri raksturin og fólkið, sum knoklar við borðini og á gólvinum, rættiliga hava kýtt seg fyri at liva upp til hendan heiður, ið virkið fekk fyri seks árum síðan.
Jens Kristian Rasmussen sigur, at tá hann byrjaði á virkinum fyri 4-5 árum síðan, vóru sløk 40 tímalønt á lønarlista umframt tey, sum fingu fasta løn.
Í dag er talið av tímaløntum út við tvífaldað, og umsitingarleiðarin, sum eisini avgreiðir lønir, metir, at eini 90 fólk gjøgnum ein mánaða eru á lønarlista hjá Vaðhorn Seafood.
- Vit hava havt rættiliga støðugt arbeiði tað mesta av hesum árinum, og vit hava eisini arbeitt í vaktum, tá mest hevur verið at gera. Umframt tey, sum arbeiða fast her hjá okkum, hava vit eisini skúlanæmingar úr økinum, sum regluliga hjálpa okkum, tá á stendur.
Umsitingarleiðarin sigur, at nú eftir summarfrítíðina var heldur minni at gera, og soleiðis er, tá tað er saltfiskur, sum skal liggja í salti, áðrenn hann verður pakkaður.
- Fiskasløgini, vit keypa og arbeiða, eru toskur, longa og brosma, og kanska telir toskur størsta triðingin, tá árið er úti.
Eitt ár, sum í ár, væntar Jens Kristian Rasmussen, at Vaðhorn Seafood kemur at keypa og virka stívliga 3.500 tons av ráfiski.

Riggar væl
Jens Martin Knudsen hevur seinastu árini verið virkisleiðari á saltfiskavirkinum á Hulki.
- Vit royna í størst møguligan mun at tillaga okkum til umstøðurnar hjá fólki, tá vit arbeiða í skiftivaktum. Kvinnur, sum eiga børn, arbeiða í dagvaktunum, men kunnu altíð skriva seg upp á listan til kvøldvaktir, um tær kortini ynskja tað.
Virkisleiðarin sigur, at Vaðhorn Seafood í eini tvey ár hevur upplært nógvan ungdóm, sum tekur hond í, tá nógv er at gera.
- Tað er nú einaferð soleiðis, at eini 10-15% av arbeiðsfólkinum koma og fara, og tí havi eg sæð týdningin av, at tey, sum eru á virkinum, hava ein ávísan førleika.
Hann sigur, at eini 20 næmingar úr 10. flokki arbeiða á virkinum, tá nógvur fiskur er, og vanligt er, at hesir arbeiða týsdag, mikudag og hósdag – til klokkan 19.
- Vit skipa so fyri, at arbeiði ikki gongur út yvir skúlan, og tí koma næmingarnir vanliga eftir skúlatíð og fara heimaftur betýðs.
Jens Martin ásannar, at hetta stig at taka skúlanæmingar til arbeiðis, hevur havt stóran týdning – fyri báðar partar.
- Hetta er soleiðis eitt stig, sum gevur skúlaungdómi ein møguleika at tjena sær nakrar krónur, samstundis sum vit hava fólk í framleiðsluni, sum veit, hvørjar uppgávurnar eru. Á henda hátt hava vit at kalla einki púrasta óroynt fólk í framleiðsluni – uttan, tá nýggir næmingar byrja her hjá okkum og fáa sína upplæring, sigur virkisleiðarin.

Størri orka
Saltfiskavirkið á Hulki hevur við eini útbygging á umleið 1100 fermetrar økt munandi um framleiðsluorkuna og hevur soleiðis eisini fingið betri virkisumstøður.
- Vit hava bygt ein tilbygning, sum er tikin í nýtslu í ár, og her hava vit ráfiskagoymslu og alla skering. Eisini hava vit fingið uppaftur betri frystimøguleikar, soleiðis at vit kunnu keypa størri nøgdir og soleiðis eisini hava eina størri og støðugari veiting til okkara viðskiftafólk úti í heimi, sigur Jens Martin Knudsen, virkisleiðari á Vaðhorn Seafood.