Lívið aftanífrá og frammanífrá

Hóast onkrar av yrkingunum í Lív/Rám eftir Oddfríð M. Rasmussen eru torførar at skilja alt fyri eitt, eru fleiri teirra eru hugtakandi og merkiliga beinraknar um júst tað torsagda


Ummæli  


Lív/Rám eitur yrkingasavn eftir Oddfríð Rasmussen, sum Forlagið Sprotin herfyri gav út. Bókin hevur serligt snið, við tað, at hon er smøl sum ein pennahúsi og kann lesast bæði aftanifrá og frammanífrá. Eingin síðutøl eru, og eingin leiðbeining verður givin lesaranum í, hvussu bókin skal vendast, tað vil siga, tað er upp til lesaran sjálvan at avgera, hvat hann heldur vera forsíðu og baksíðu á hesi bókini.

Lagt verður til brots, og tú lesur inn á miðjuna og kemur til tað blaðið í miðjuni, har teksturin vendir og stendur á høvdinum. So mást tú venda bókini, og baksíðan verður nú forsíða.


Savnið tykist hava eina ljósari og eina døkkari helvt. Onnur helvtin, sum á tittulblaðnum hevur ábendingina Lívrám sum viðrakingar, hevur ørindisbygnað, sum í samsvari við hesa ábendingina tykist lættari. Á hvørjari síðu er teksturin settur upp í trý tvíreglaði ørindi, við einari reglu at enda, sum viðhvørt tykist taka tað saman, sum stóð í reglunum frammanundan.

Yrkingarnar eru eygleiðingar, sum ikki endiliga eru sjónbornar, men júst tað, sum skaldið nevnir viðrakingar. Viðrakingarnar nema/ráma lívið í hesum ofta ørsmáu blunkunum, sum vit helst øll kenna til. Eitt bragd, har sinnið brádliga stendur fult av tí, sum ikki finnur útlát í vanligari, skiljandi talu. Tað sera persónliga í júst hesum ger, at yrkingarnar eru esoteriskar, loyndarfullar. Lesarin skal tó ikki lata seg ræða av tí, at hann ikki skilur yrkingarnar beinanvegin, tí tær kasta kortini av sær og geva æstetiskar og kensluligar upplivingar. Hygg bara her:


dagurin rennur upp

í slokk eins og blekk-


dálkaðu fingrarnir

á túsundtals bleikum orðum


hvørs frámerki breiða seg sum etjandi

sálmatungur á hválvinum.


meðan eg messi frymilin fyri kranavatn í moll

Dagurin, sum rennur upp í slokk, er tíðin, sum gongur undan. Tær etjandi sálmatungurnar á hválvinum standa í andsøgn við frymilin fyri kranavatn í moll, sum skaldið áhaldandi messar.

Her er sveittabrot og ein farri av desperatión í orðunum.

Ella her:


glitrandi rípan liggur eftir

tá ið eg sleiki míni elskaðu


upp eftir hálsinum áin rennur

í glaskendum tónum


rótfest móðurmerki í áarbakkanum

síla móruna úr orðunum


havið hevur gylta egg


Yrkingin hevur samanrenning í orðum millum kroppar og náttúru, og hetta leggur eina djúpa frumkenslu í hana sum ástaryrking. Hetta er sjálvandi sæð fyrr, eitt dømi, sum kemur mær til hugs er yrkingin ”Fráfaringartímin” hjá Regini Dahl. Huglagið er í henni, eins og í hesari, plastiskt og lívrunnið, og meiningin kemur til lesarans við hesum huglagnum heldur enn ítøkiligum orðamerkingum.


Um vit nú venda bókini og lesa hinumeginfrá, síggja vit beinanvegin, at yrkingarnar eru øðrvísi bygdar. Allar byrja tær við sambindingarorðinum Og, og allar hava, tá vit hyggja at teimum tveimum og tveimum saman, sama reglutal og somu reglulongdir. Byrjunarorðini og hesin meira stappaði bygnaðurin ber á sálmin sum form, og tann eitt sindur tungi, dynjandi framburðurin, sum hesar yrkingarnar hava, ber á sama borðið.

Inngangsorðini ella undirheitið til hesa helvtina er Lívrám sum pína í myrkrinum, og orðið pína er lyklaorð, ið gongur aftur í yrkingunum, sum niðurlag. Fyrru yrkingarnar enda við orðunum Sum pína í myrkrinum, tær seinastu við orðunum Sum pína í ljósinum. Hetta ”niðurlagið” bendir á eina gongd í yrkingunum frá marru og myrkri umvegis ljósriður til ljós. Nátt og myrkur, marrukent myndamál og gálvandi meiningsloysi valda í teimum fyrru yrkingunum:


Og her er eingin dagur

Onki ervaljós

Bara ein varandi lega

Og eitt vesaligt hugsað rúm

Har andadrátturin krýkir seg saman

Sum tá ið eg á fyrsta sinni

Andaði úrlatin øllum

Fjarkomnum kenslum


Men orðini, skaldskapurin, tykjast verða tað endurloysandi, tað, sum fær sinnið og lyndið at lætna:


Tá ið óljóðið frá jarðarinnar gongulagi

Hoyrist úr gyltu eggini við ævinliga roðan

Royni eg at bøta fonið

Við eftirgjørdum sannroyndum

Um at eg má brúka orð

Soleiðis at einki mark verður latið aftur


Sum pína í ljósinum


Við hesum eru yrkingarnar sera inneftirvendar, vísa ikki stóran áhuga fyri at koma á tal við onnur enn yrkjaraegið sjálvt. Hetta verður bert sagt staðfestandi, ikki sum ein atfinning, tí hvat orðini kveikja í øðrum enn honum sjálvum, er ikki ábyrgd yrkjarans.


Lív/Rám er sostatt ikki eitt yrkingasavn, sum er lætt at lesa. Tað eru sera nógv orð, sum eru gjørd ella í hvussu so er sjáldsom, og útsagnirnar eru brotkendar og ikki skilvísar út frá vanligari hugsan um slík viðurskifti. Ofta er tað brúgvin millum einstaka orðið og eitt størri tankasamband, sum ger, at tað brotkenda letur seg síggja sum onkur heild. Men savnið er eisini júst hugfangandi, tí at yrkingarnar ikki lata seg upp fyri tær beinanvegin. Onkrar av yrkingunum eru tó lættari at skilja, og fleiri teirra eru hugtakandi og merkiliga beinraknar um tað torsagda.