Skipsteknikari gevur út nýggja fløgu við gomlum jólasálum

Jói Winther, sum er útbúgvin elektromekanikari og hevur arbeitt sum skipsteknikari umborð á eitt nú Ennibergi og Ljósafelli, hevur nú givið út fløgu við teimum góðu og gomlu jólasálmunum. Eitt av løgunum syngur pápin, Sommer Winther, sum í fleiri ár sigldi sum skipari við Rituni. Sommer spælir eisini á mandolin á nýggju fløguni

Jólafløga

- Vit hava valt at fara ógvuliga varisliga um fyri ikki at stoyta nakran. Hetta haldi eg er neyðugt, tá ið arbeitt verður við teimum gomlu sangskattunum, sum eru og vera fólkaogn. Tó hava vit loyvt okkum at "snýkja" ljóðføri inn, sum eg trúgvi, at teimum ungu dáma. Á henda hátt vilja vit byggja brúgv millum eldra og yngra ættarliðið - uttan, at hetta gongur útyvir hesar dýrgripir, sum allir eru úr sálmabókini.
Hetta sigur Jói Winther, sum júst hevur útgivið eina fløgu, ið burtur av er ein jólafløga.
Jói er útbúgvin elektromekanikari og hevur siglt sum skipsteknikari við eitt nú Ljósafelli og Ennibergi.

Jólaevangeliið
Á framsíðuni á húsanum til fløguna er ein reyð jólarósa og ein jólastjørna. Samanlagt leiðir myndin okkum á tíðina rundan um jólini  við hugna innanfyri vindeyguni og frosti uttanfyri.
Á aftasta blaðnum í lítla heftinum, har nøvnini á sálmunum eru í miðjuni, er mynd av Jóa og yngsta soni hansara, Jóhan, sum er trý ára gamal.
Níggju løg eru á fløguni, og til seinast er tað Jói sjálvur, sum lesur jólaevangeliið - Í Betlehem í Dávids stað.
Útgevarin syngur allar sangirnar sjálvur uttan tann eina, sum eisini er heitið á fløguni, "Hin vænasta rósan er funnin".
Hetta lagið, sum er tað sjeynda í røðini, syngur pápi Jóa, sum mong kenna  ikki minst frá Strandfaraskipum Landsins.
Maðurin er Sommer Winther, sum í mong ár var skipari á eitt nú Rituni um Skopunarfjørð og Nólsoyarfjørð.
Sommer eigur eisini mandolinina á fløguni. Øll hini ljóðførini eigur Johannes Ólavsson, og tað er eisini hann, sum hevur "miksað".
Lay-outið, grafikkin og avgerðina um, hvussu húsin skuldi síggja út, eigur Eyðun Miðberg.

Sandoyingur
Foreldrini hjá Jóa, Sommer og Bjørga Winther, sum ávikavist eru ættað úr Skopun og heiman av Sandi, fluttu inn í høvuðsstaðarøkið at búgva longu í 1976.
Tey fluttu nevniliga á ólavsøku fyri stívliga 29 árum síðani.
- Eg havi búð størra partin av lívi mínum í miðstaðarøkinum, men eg kenni meg framvegis sum sandoying, sigur Jói.
Hann er fegin um, at fløgan, sum er hansara fyrsta, er vorðin veruleiki.
Jói hevur ikki verið við á nakrari fløgu áður, men sum ungur fekst hann sum aðrir ungir skopuningar við tónleik; hann spældi á guitar og sang eisini saman við øðrum á samkomum í bygdini.
- Men eg eri ikki kendur sum nakar sangari, sigur hann.

Alt í Føroyum
- Vit hava lagt dent á, at alt, sum kann gerast her heima, skuldi gerast í Føroyum. Jóannes Jakobsen hevur brent fløguna, Einars Prent hevur prentað heftið til húsan, Eyðun Miðberg hevur gjørt lay-outið og hevur staðið fyri grafikkinum á fløguhúsanum og fløguni, Johannes Ólavsson hevur gjørt upptøkurnar og spælt øll ljóðførini, undantikið mandolinuna  og sjálvur havi eg sungið allar sangirnar uttan sangin, sum pápi mín syngur.
Jói sigur, at hann hevur arbeitt við tankanum um eina jólafløgu í umleið eitt ár.
- Eg ætlaði alla tíðina, at fløgan bert skuldi hava teir jólasálmarnar, sum vit sungu, tá ið eg var barn í sekstiárunum. Nú fløgan er komin, eri eg ógvuliga fegin um, at eg stóð fast við hetta. Heildin er eftir mínum tykki góð - og boðskapurin er greiður.
Hann vísir á, at hann hevur roynt at sungið sálmarnar so týðiliga, at øll orðini kunnu hoyrast og skiljast.
- Sangurin og orðini er tað "dominerandi" á fløguni, og tað var alla tíðina ætlanin, leggur Jói aftrat.
Fløgan endar sum nevnt við, at hann lesur jólaevangeliið.
- Hetta kemur fyrst og fremst av, at talan burtur av er um eina jólafløgu, sum byggir á kristnu lívshugsjónina. Men ikki minst havi eg valt at gera hetta til frama fyri tey, sum sita einsamøll á jólum, bæði í útlandinum, umborð á skipum og her heima. Á henda hátt hava tey nú møguleikan at hoyra gleðiboðskapin á fløgu míni, sigur Jói.

Nýggj útgáva
Fløgan, "Hin vænasta rósan er funnin", fæst til keyps í Elding-handlunum í Føroyum, og í Íslandi fer Sjómansheimið Ørkin at umboða fløguna.
Jói sigur, at allir handlar, sum annars hava hug at selja fløguna, kunnu venda sær til hansara, og tað kunnu fólk eisini, sum hava hug at keypa hana.
Jólafløgan kostar 169 krónur, og útgevarin metir, at hann skal selja einar 1500 fløgur, um útgávan skal hanga saman fíggjarliga.
Jói sigur, at hann arbeiðir við eini nýggjari fløgu, har ætlanin er at gera løg og tekstir til allar sangirnar sjálvur.
- Eg havi havt yrkingar og løg liggjandi í mong, mong ár, og nú ætli eg mær at fáa hesi frá hondini.
Hann sigur, at fløgan, sum ætlandi kemur komandi summar, verður meira popp-kend, men kortini verður eingin negativur boðskapur at hoyra.
- Nýggja fløgan fer at tala til tað góða í menniskjanum, leggur Jói Winther aftrat.