Phillips á føroyskum øki og á Atlantsmótinum sum heild. Saman við Richard Mott og nøkrum av jarðfrøðingum og geofysikarunum hjá felagnum legði hann hósdagin áhugaverd kort og tilfar fram fyri Oljufyrisitingina [...] -Vit hava í ELF fingið ein seriøsan, professionellan og ikki minst tøkniliga sera kompetentan partnara og síggja vit fram til eitt fruktagott og gevandi samstarv á føroyskum øki. Phillips Petroleum hevur [...] feløg aftrat við í bólkin: -Tað er ilt at siga nú. Vit hava eygu og oyru opin og er tað eitt felag, sum hevur somu strategi og ætlanir sum vit og sum kann koma við nøkrum ítøkiligum íkasti, sum kann gagna bólkinum
bilinum, Regin og Heini, og síðani gekk leiðin móti Eiðinum, har Másin skuldi leggja at. Øgiliga uppgangur var, og Jakoba sigur, at veðrið var ikki gott tann dagin. Men hon er úr Porkeri og hevur búð í Svínoy [...] móti endanum. Hann festi endan. Jakoba sigur, at tað breyt illa upp á kaiina. Másin lá og livdi aftur og fram og kom ongantíð rættiliga ímóti kaiini. ? Tað breyt rættiliga illa, men tað var mest sovorðið [...] hvirla. Jakoba settist aftur og segði, at hon tordi ikki at geva honum gentuna. Hann fekk við neyð og deyð latið hurðina aftur, og tá breyt av álvara upp um. Regin slapp ikki fram um aftur bilin aftaná, tí
heldur fram. – Fólk eru skelkað. Ein tílíkur tilburður rakar alla bygdina og serliga tey avvarðandi sera hart, staðfestir sóknarpresturin í Hvalba, Jens Mortan Mortensen. Stutt tíð er fráliðin og fólk hava [...] frættist sera skjótt. Og reaktiónirnar vóru nógvar, eitt nú í sosialu miðlunum. – Sumt, ið verður sagt í almenna rúminum, er betur ósagt. Vit mugu øll ansa eftir, hvat vit siga og skriva, og vísa samkenslu við [...] Hetta er ein sera svár støða fyri allar partar og tað eiga vit onnur at rúma. Tí er tað so týdningarmikið at vísa samkenslu og umhugsni - bæði í talu og skrift, sigur Jens Mortan Mortensen. Sóknarpresturin
Davidsen, heldur fram í felagnum. Hann varð í fjør kosin til ársins leikara í felagnum og serliga er tað heilhjartaði innsatsurin, ið hevur viðvirkað til tað. Hann hevur eins og Símun og Alex longt sáttmálan [...] á vinstra bakki hjá HB og tað ger hann tey komandi trý árini. Rógvi Holm skifti til HB í 2010 og hevur øll trý árini verið fastur maður á liðnum. Hann er annars uppvaksin í AB og hevur eisini roynt seg [...] er galdandi fyri tvey ár. Jógvan Skeel Nolsøe, heldur eisini fram í barndómsfelagnum. Framherjin hevur spælt 40 dystir í bestu deildini og skotið fýra mál. Hann hevur longt sáttmálan í trý ár.
104.000 krónur í endurgjaldi og at missa rættin at virka sum og kalla seg lækni, tá dómur fall 16. februar í ár. Læknin gjørdi skjótt av og kærdi málið til landsrættin, og ákæruvaldið valdi tí eisini at [...] Landsrætti fer fyrsti parturin av rættarfundinum til at lesa og gjøgnumganga dómin frá Føroya rætti, síðani skulu verji og ákæri greiða frá hví tey kæra og so skal ákærdi avhoyrast aftur. Áðrenn hann verður avhoyrdur [...] at kæra málið. Kravið hjá læknanum er í fyrsta lagi frídøming og í øðrum lagi linari revsing. Kravið hjá ákæruvaldinum er fyrst og fremst staðfesting av dóminum hjá Føroya rætti, síðani at læknin eisini
Tvøroyri. Og so eru tveir uppslitnir og óbrúkiligir skúlar í kommununi, siga býráðslimir, sum sostatt heldur vilja savna allan skúlaskapin í einum og sama skúla, sum tey fáa ráð at halda. Og tað vóru fleiri [...] var ført fram, at fíggjarliga støðan hjá kommununi er so vánalig, at hetta er rætt og slætt einasti møguleiki hjá kommununi yvirhøvur at umvæla skúlan. Kommunan hevur ikki ráð at umvæla skúlan, og hon fær [...] er einans um eitt tilboð og verður tikið av tilboðnum, kann tað geva kommununi einar 22 milliónir í kassan. Tann peningurin skuldi allur sum hann er, markast til at umvæla og útbyggja tann stóra skúlan
ini saman við Fríða Bjørgvin, og saman hava tey tikið stig til at geva sangskrivarum eitt stað at koma fram og spæla sín tónleik. Tiltakið verður einaferð um mánaðin, og ætlanin hjá teimum er at hava ymsar [...] helst. So leingi tað kann gerast í eina mikrofon og ein forstyrkjara. Egið og lænt Til fyrsta sangskrivarakvøldið seinasta fríggjadag vóru tað Guðrið og Fríði, ið sjálvi framførdu. Guðrið nøkur løg av fløguni [...] um fram. Tað er annars eingin pallur fyri hesi at framføra sín tónleik. Inntil nú hevur tað verið soleiðis, at tey antin mugu fara á »lokalu barrina« og spæla singalong ella sita heima einsamøll og plinkra
um oljuprísurin og rentan halda fram at tvíspora uppeftir. TALAN er tí um eitt tvíeggjað svørð, men spurningurin er, um Fólkaflokkurin hugsar um tað, tá hann leggur hetta uppskotið fram. Flokkurin hevur [...] Fólkaflokkurin eisini fingið skotið í skógvarnar, og tí er spurningurin, um uppskotið ikki bara er eitt taktiskt spæl, nú uppskot til fíggjarlóg skal leggjast fram, og nýtt samráðingarumfar stendur fyri durum. [...] Fólkaflokkurin sjálvur fer at leggja uppskotið fram, og so er spurningurin, hvat Tjóðveldisflokkurin ger. Tað verður ringt at ganga ímóti landsstýrismanninum, og tað verður helst ikki lætt hjá einum verka
er farið fram í nevndini, og 19. apríl í ár gjørdi hann vart við vandan, at tað, sum verður gjørt fyribils, verður varandi loysn á Tórsvølli. Núverandi Tórsvøllur er bygdur uttan rennibreyt, og sambært [...] Sørensen í nevndina sum umboð fyri frælsa ítróttin, og tað er sum vera man frælsi ítrótturin, sum er heitast fortalarin fyri eini rennibreyt í høvuðsstaðnum og helst á Tórsvølli. ? Tað gevur lítla meining at [...] sita í nevndini fyri grunnin, tí eg eri í minniluta alla tíðina og fái lítið gjørt, men sum umboð fyri frælsa ítróttin fari eg at halda fram við at royna at ávirka nevndararbeiðið, sigur Guttorm Sørensen
minnilutanum hava ført fram um, at tað verður lumpað og lirkað meir enn gott er á Vaglinum. Hann skrivar sjálvur um trætuna á seinasta býráðsfundi, har meirilutin ikki vildi lata stórar og prinsipiellar avgerðir [...] avgerðir koma til atkvøðugreiðslu og avgerðar í sjálvum býráðnum: »Honum og minnilutan-um varð gjørt kunnugt, at um eingin broyting skuldi gerast til samtyktina, ið varð løgd fram á býráðsborð, so var nokk at [...] skúli, eitt eldraheim ella annað skal byggjast, og býráðið skal eisini játta pengarnar. Við at leggja allar endaligar avgerðir í slíkum málum út til nevndirnar og lata tær játta pengarnar av eini ikki neyvt