Eg undrist á øðina, sum sær út til at fylla Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslim, og sum helst er orsøkin til, at hann framhaldandi túrar fram í miðlunum við einari blanding av hálvum sannleikum, sum tykjast hava ta eina endamál at skaða undirritaða og sitandi býráðsmeiriluta.
Eg havi higartil víst øllum pástandum aftur, sum býráðslimurin førir fram alment, og eg kann so sanniliga eisini blíva við, men tað fer neyvan at tæna nøkrum skilagóðum endamáli.
Tí fari eg at gera skjótt av her og skal eg bert stutt rættleiða býráðslimin og hálvu sannleikar hansara:
Keypið av KÍ-høllini og Badmintonhøllini
Samráðingarnar um keypið av hallunum báðum fóru fram ein stóran part av 2012, og tann prinsippiella avgerðin at keypa tær varð gjørd í desember mánað 2012.
Í slíkum málum, sum krevja eykajáttan og lántøku, krevjast tvær býráðssamtyktir, og tí mátti málið fyri býráðið enn einaferð í januar 2013 fyri at verða staðfest og eisini fyri at útgreina fíggingina, og tað er hesa samtykt, sum býráðslimurin so hegnisliga tekur fram einsamalla, samstundis sum hann aftur elegant “gloymir” at nevna allan samanhangin og veruleikan, sum er, at keypið longu varð samtykt fyrru ferð av býráðnum í desember 2012 – altso í seinastu býráðssetu.
Tí er tað røtt framferð av undirritaða at taka hesa lántøkuna við í lániuppgerðina við ársskiftið 2012/13 og als ikki kreativt á nakran hátt. Kommunuskuldin er sostatt niðurgoldin við 14 mió. kr. í hesari býráðssetuni, samstundis sum gjaldførið er betrað við 10 mió. kr. Tryggur og skilagóður fíggjarpolitikkur.
Fólkaflokkurin leiddi seinastu býráðssamgongu við borgarstjóra og 5 av 6 limum
Seinasta býráðsvalskeið var býráðsmeirilutin mannaður av Fólkaflokkinum, sum hevði 5 býráðslimir, harav tann eini var borgarstjóri, meðan undirritaði sjálvur, sum tá einasta umboð Sjálvstýrisfloksins í býráðnum, var tann sætti limurin í meirilutanum.
Eg taki tí sjálvsagt mín part av ábyrgdini, men tá ið ein limur fyri sama flokk, sum nú er í andstøðu í býráðnum, nú byrjar at ákæra sitandi býráðsmeiriluta fyri at hækka skattin, so kann eg ikki annað enn vísa á, at tá ið Fólkaflokkurin hevði 5 av 6 samgongulimum í seinastu býráðssetu, tá var skatta- og avgjaldstrýstið frá Klaksvíkar kommunu munandi hægri, enn tað er í dag. Longri er tann søgan ikki.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri