Hvassi hevur verið sterkasti báturin hjá 5-mannaførum við gentum í ár, og á Fjarðastevnu vístu tær enn einaferð, at tær eru sterkast.
Tær løgdu seg eina hálva bátslongd fram um hinar bátarnar tíðliga í róðrinum, og tí var líkt til, at Hvassi enn einaferð fór at vinna ein tryggan sigur, men soleiðis bleiv ikki.
Drekin tók kappingina upp inn eftir fjørðinum, og í fleiri umførum vóru genturnar umborð á Drekanum nær við at fara fram við Hvassa. Í endaspurtinum megnaði Hvassi tó at halda seg framman fyri Drekan, og sostatt vunnu tær fjórða róðurin av fimm møguligum í ár, men tað var í harðari kapping við Drekan, at sigurin kom til høldar á Fjarðastevni.