Tríggjar ferðir Helmar Lassen

...

2. deild KÍ-GÍ 4-2 (0-0)


Ofta verður sagt, at tað eru málini, sum eru fyritreytin fyri undirhaldinum í fótbóltinum. Verður 2. deildar dysturin norðoyastevnuaftan millum gøtumenn og klaksvíkingar sæddur út frá tí sjónarmiðnum, so var talan um gott undirhald í 2. hálvleiki, tí tá komu øll seks málini.

Í fyrra umfarinum var talan um tveir heilt ymiskar partar. Fyrrapartin hevði GÍ mest sum tak á øllum, men so skifti, og fram móti steðginum datt tað alt meiri tann vegin, at teir á heimaliðnum, ið vóru fysiskt sterkir og raskir, fingu alt meiri at siga.

Helmar Lassen var stóri maðurin hjá heimaliðnum. Hann skoraði trý mál og vísti enn eina ferð, at tað at vera treiskur og áhaldandi er ein dygd hjá fótbóltsspælarum.

Gøtumenn vildu vera við, at trífaldi málskjúttin var rangstaddur, tá hann skoraði fyrstu ferð, men tað var dómarin, Sjúrður Norðbúð, ikki samdur við teimum í. Málskjúttin gjørdist leysur dygst undir málinum, eftir at klaksvíkingar høvdu vunnið ein nærdyst, og málverjin hjá GÍ, Mortan Joensen, var komin fram úr málinum.

Unglingaspælarin Jóhannes Færø skoraði til 2-0. Hann kom leysur eitt sindur til vinstru í brotsteiginum og potaði við hegnisligum skoti upp undir handaru samankomingina.

Omar Pálsson hevur verið í Lokeren í Belgia og vant í eina tíð, og hann tóktist vera væl fyri. Nakað út í seinna umfarið var hann á miðvøllinum, og so var hann fluttur fram í álopið. Tá Omar minkaði um munin til 2-1 var tað við góðum skoti úr tólv metra fjarstøðu, eftir at Dánjal Pauli Dalbø, sum var skiftur inn, hevði lagt innfyri.

Kanska kendu gøtumenn tað tá sum um teir høvdu fingið fatur á aftur, men tann vónin varð punkterað í sama minutti. Klaksvíkingar sendu langt fram, Samson Nesá tóktist hava tak á, men Helmar vann nærdystin og gjørdist leysur og so var 3-1.

Omar Pálsson var feldur í brotsteiginum hjá KÍ og umsetti sjálvur brotssparkið móti Gunnari á Steig, sum var góður í KÍ málinum, og so trýsti GÍ fyri at javna. Teir høvdu fleiri góðar møguleikar, men teir fingu einki mál, og so var tað, at KÍ slerdi kontra, og Helmar Lassen enn eina ferð skoraði.jh