Rækjurnar sprongdu samgonguna

Ein ósemja um rækjufiskiskapin sprongdi grønlendsku landsstýrissamgonguna. IA er farin úr samgonguni. Tann fyrsta royndin við trimum flokkum í einari grønlendskari landsstýrissamgongu gjørdist ikki drúgv. IA er ikki longur í landsstýrissamgonguni, so nú eru tað Siumut og Atasut, sum mynda samgonguna.

Ósemjan kom, tá ein meiriluti í Landstinginum samtykti at broyta eina kunngerð um rækjufiskiskapin, soleiðis at nú verður tað tann landaða nøgdin, sum skal gerast upp og ikki tann veidda nøgdin. Hetta vildi IA ikki góðtaka, tí flokkurin ber ótta fyri, at hetta er ein roynd at fjala ovurfisking.

Tað halda Siumut og Atasut ikki, og teir báðir flokkarnir halda fram í samgonguni, sum nú hevur eina atkvøðu í meiriluta. Hans Enoksen heldur eisini fram sum landsstýrisformaður.