fylgt við í hesum. Dysturin varð í roynd og veru avgjørdur, tá Jan Jørgensen tiðliga í seinna hálvleiki varð leiktur leysur, og tá tvørámenn seinni fingu leikara riknan av vølli fyri tvær ferðir upp í slag [...] stórur, og serstakliga miðskeiðis í hálvleikinum megnaðu tvørámenninir at leggja eitt ávíst trýst á vertirnar, tá teir fleiri ferðir spældu seg ígjøgnum í borðunum. Í seinna hálvleiki gjørdist munurin [...] greitt, at tað heldur ikki verður í ár, at tvørámenn skulu gera sær vónir um uppflytan. Í løtuni hevur liðið heldur ikki tær dygdirnar, sum skulu til fyri at standa seg í deildini. Heldur ikki hóast teir
fingu vit orðið á Øss, og vit spurdu hann sjálvandi fyrst, hvussu tað kendist at vera áskoðari, meðan vanligu liðfelagarnir stríddust í illveðrinum. - Tað var sjálvandi ein løgin kensla. Eg sat í har á langsíðuni [...] tað fyrst og fremst í verjupartinum, at hetta verður skapt. Ætlanin verðu helst á leið hin sama, sum tá vit spældu í Jugoslavia. Tað vil siga, at vit fyrst og fremst mugu ansa okkum í verjupartinum, og so [...] hevði verið stuttligt at veri partur í sigrinum. Heldur enn at iðra seg um hetta, valdi hann tó at frøast um úrslitið, sum hann eisini segði setti sín dám á stemningin í hópinum, nú seinna uppgávan stundaði
n roynir at ganga skúlafólkinum á møti í sínum krøvum, tá hevur hetta fingið øði í partamannin á kassanum í Tinganesi! Seinasta orðið eigur ikki at verða sagt í hesum máli. Tingið eigur at geva Signari [...] fer at henda víðari í málinum viðvíkjandi landsstýrismanninum Signar á Brúnni. Tá landsgrannskoðarin legði fram tilfar sítt í sambandi við m.a. roknskapin hjá SVF komu krøv fram í almenna orðaskiftinum [...] eina kanning í verk. NÓGV er sagt og skrivað um Signar á Brúnni. Eisini á hesum stað hava vit víst á mál, sum enn standa óloyst. Men tað er eisini ein sannroynd, at sami landsstýrismaður í sambandi við
- Eg ivist í, um vit upplivdu tað sama, um ein sambandsmaður varð koyrdur frá sum stjóri fyri Atlantsflog, sigur Johan Dahl í svari til Høgna Hoydal. Høgni Hoydal, løgtingsmaður og formaður í Tjóðveldi [...] Dahl. Eisini fýltist Høgni Hoydal á, at fyribilsstjórin í Atlantsflog skal hava 200.000 krónur í løn um mánaðin. -Eg áseti ikki lønina hjá stjóranum í Atlantsflog, tað ger nevndin. Mær vitandi fekk fyrrverandi [...] tað eisini formanninum í Tjóðveldi fyri bróstið, at aðalfundurin í Atlantsflog fyrradagin varð hildin á donskum máli. - Tað er fullkomiliga burtur úr vón og viti, at ein aðalfundur í Atlantsflog skal vera
eisini frá, sum tók orðið og hugleiddi eitt sindur um sítt sjólív í tráð við tað, sum Jósvein hevði fortalt. Eyðun Joenen, sum hevur havt Radiobúðina í Runavík í næstan ein mansaldur, tók í hondina á Jósvein [...] hinir tríggjar. Hann kundi sigla upp í 28 mím, men brendi tá sjálvandi "sum eitt hol í jørðini". seinni fekk hann sett minni maskinu í - Kallsevni hevði 2400 hk, og skifti í 1954 maskinina út til 1200 hk. Veturin [...] saman í Smæruni seinnapartin at lurta eftir Jósvein á Hædd, har hann greddi frá sjólívi sínum. Fleiri vóru eisini komin hinumegin fjørðin - Teirra millum Olaf Olsen, sum hevur siglt nógv og Kaj í Bartalsstovu
góða pensjón, eisini í framtíðini. Tað staðfestir Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Í hesum sambandi kanna tey nú eftir um Samhaldsfasti kann verða ein berandi stuðul í eini framtíðar pensjónsskipan [...] fáa í eini nýggjari pensjónsskipan. - Sostatt eru vit farin at savna inn tilfar um Samhaldsfasta og at fáa nakrar útrokningar, sigur tjóðveldiskvinnan. Men, hvat úrslitið verður, veit hon ikki. Í løtuni [...] útgjaldið hevði verið, um so varð, at inngjaldið í grunnin varð tvíðfaldað upp í 7%, heldur Kristina Háfoss. - Eitt, sum vit kanna, er, um tað ber til at fáa Samhaldsfasta at virka sum eitt slag av fólkapensjón
Black Lives Matter tiltakið í miðbýnum í Havn í gjár fór út um allar vónir hjá fyriskiparunum, og hol varð sett á nøkur evni, ið føroyingar mugu taka upp. Tað heldur Marianna Nagata, ið var høvuðsfyriskipari [...] tykjast at fara at steðga í bræði, so er einki meira á skrá hjá Black Lives Matter í Føroyum í ár. Hinvegin ætlar Marianna Nagata, at tiltakið skal haldast aftur komandi ár, og talan síðani skal vera um eitt [...] valdu at hava tiltakið í Perlutúninum, so at øll kundu standa undir glas takinum, um tað skuldi farið at regnað. Tað vísir kanska hvussu nógv, ið vit høvdu væntað. Hóast mótmælini í útlondum ikki tykjast
tikin av døgum í elektriska stólinum í Sing-Sing-fongslinum í USA tann 16. juli 1953. Tað stendur væl til við føroyskum, havi eg hoyrt málfrøðingar siga, tí føroyskt er tað, sum fólk í Føroyum siga. Eg [...] Íslendskt er vorðið kriminaliserað, hóast fáir føroyingar í roynd og veru duga íslendskt. Skulu vit siga svimjibløðra í fiski í staðin fyri sundmagi í fiski bara tí, at svimja eitur sunda á íslendskum? Gævi [...] ivast, tí eg staðfesti mest sum hvønn dag, at í fjølmiðlunum verður brúkt eitt mál, sum tey vilja vera við er føroyskt. Til dømis hoyra vit tey ongantíð brúka orðið brúka. Tey siga ongantíð stórt tal, lítið
elstu í Jerúsalem. Samkomurnar styrktust og vuksu í tali dag frá degi. Teir fóru gjøgnum Frígia og hitt galatiska landið. Men her lesa vit, at Heilagi Andin forðar teimum í teirra ætlanum, og í Troas vísir [...] Makedoniskur maður seg í sjón um náttina fyri Paulusi og sigur: ”Kom yvir til Makedonia og hjálp okkum”. Teir fara so víðari og koma til Filippi í Makedonia. Paulus er komin uppá land í Europa eftir beinleiðis [...] viðvíkjandi áti av avgudaofrum o. ø., soleiðis sum niðurstøðan var gjørd á ápostlafundinum í Jerúsalem, vóru eina tíð í Antiokia og ámintu brøðurnar við nógvari talu. Her síggja vit týdningin av at samkoma
seinasta orðið, áðrenn dómarin í Føroya Rætti fór at viðgera, hvørt talan skuldi gerast um revsing ella frídøming í málinum, sum ákæruvaldið tók upp, eftir at venjarin hevði sligið Hans Paula Samuelsen í seinastu [...] Fótbóltur - Eg vil bara siga, at eg ikki var upphavið til hetta rokið. Sum tað er komið fram í frágreiðingunum í dag, so varð eg provokeraður. Og síðan gjørdu sjónvarpsmyndirnar sítt til, at málið er yvirdrivið [...] VB/Sumba og EB/Streym tann 5. august í ár. Ivamál var ongan tíð um, at venjarin hevði sligið spælaran. Tann parturin varð prógvaður við upptøkunum, sum vórðu vístar í 3-2. Hinvegin vildi verjin partvíst