Vita um Samhaldsfasti kann hækka enn meiri

PENSJÓNIR Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin kanna nú møguleikan fyri at gera Samhaldsfasta til eitt slag av fólkapensjón

- Tað verður neyðugt at tryggja, at allir føroyingar fáa eina góða pensjón, eisini í framtíðini.
Tað staðfestir Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Í hesum sambandi kanna tey nú eftir um Samhaldsfasti kann verða ein berandi stuðul í eini framtíðar pensjónsskipan.
- Arbeitt hevur verið við eini nýggjari pensjónsskipan í fleiri ár, men enn er ikki komið á mál, staðfestir Kristina Háfoss.
- Men nú hevur samgongan kollvelt pensjónsskipanina við at skatta pensjónir við inngjald, har tað higartil hevur verið skattað við útgjald.
- Tað hevur broytt allar fortreytirnar fyri eini framtíðar pensjónsskipan og nú er óvist, hvat tað endar við, sigur løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi.

Tvífaldað
Hon sigur, at tað alla tíðina hevur ligið í kortunum, at framtíðar pensjónsskipanin skuldu byggja á tríggjar súlur, nevniliga fólkapensjónina, Samhaldsfasta og privatar pensjónir, har hvør sparir saman til sína egnu pensjón.
- Men i arbeiðnum, sum nú er, verður mest tosað um privatar pensjónir, staðfestir Kristina Háfoss.
Men hon heldur ikki, at tað ber til at taka ta einu súluna burtur úr, tí penssjónsskipanin eigur at byggja á eina heild, har allar tríggjar súlurnar verða viðgjørdar undir einum.
Tí eru tey nú farin at kanna, hvønn leiklut Samhaldsfasti kann fáa í eini nýggjari pensjónsskipan.
- Sostatt eru vit farin at savna inn tilfar um Samhaldsfasta og at fáa nakrar útrokningar, sigur tjóðveldiskvinnan.
Men, hvat úrslitið verður, veit hon ikki.
Í løtuni er gjaldið inn í Samhaldsfasta 3,6%, har løntakarar rinda 1,75% av lønini og arbeiðsgevararnir rinda 1,75% av útgoldnum lønum.
Men ein spurningur, sum kundi verið áhugaverdur at kanna,er, hvussu útgjaldið hevði verið, um so varð, at inngjaldið í grunnin varð tvíðfaldað upp í 7%, heldur Kristina Háfoss.
- Eitt, sum vit kanna, er, um tað ber til at fáa Samhaldsfasta at virka sum eitt slag av fólkapensjón, leggur hon afturat.
- Spurningurin er um Samhaldsfasti skal verða tann veruliga fólkapensjónin og so kunnu fólk hava sína sína egnu pensjón afturat.
- Tað ber ikki til at vit bara skulu tosa um, at hvør skal hava sína egnu pensjón, tí vit noyðast at taka støðu til spurningin sum heild og sostatt eisini til fólkapensjónina og Samhaldsfasta.
Samhaldasti er ein skipan við nógvum fyrimunum. Øll rinda í grunnin eftir førimuni, men øll fáa tað sama úr honum aftur, so hann er rættiliga samhaldsfastur.
Samstundis er hann ógvuliga bíligur í umsiting og so liggur hann uttanfyri fíggjarlógina, so politikarar hava onki ræði á grunninum, staðfestir hon.
Men hvat sigur tú til prátið um at hækka gjaldið úr Samhaldsfasta nú fyri at tryggja teimum, sum onga pensjón hava, eina hampiliga intøku á ellisárum, tí tá ið øll rinda til sín egnu pensjón, verður ikki brúk fyri Samhaldsfasta?
- Tað er sjálvandi vert at hava við í myndini. Men gera vit tað, skulu vit vera greið yvir, at so hava vit samstundis tikið avgerð um, at samhaldsfasti skal avtakast, sigur Kristina Háfoss.
Vit ætlaðu eisini at fáa orðið á Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, men tað eydnaðist ikki.
Sí fleiri greinar um sama evni.