Landsdystur
Eftir at hann var leikbannaður, tá Føroyar vunnu regndystin móti Luksemburg, er Øssur Hansen aftur tøkur, tá allan Simonsen skal seta liðið móti Russlandi saman.
Fingu einki gjørt
Eftir venjingina mánakvøldið fingu vit orðið á Øss, og vit spurdu hann sjálvandi fyrst, hvussu tað kendist at vera áskoðari, meðan vanligu liðfelagarnir stríddust í illveðrinum.
- Tað var sjálvandi ein løgin kensla. Eg sat í har á langsíðuni í gulum oljuklæðum og hugdi, men sjálvt um eg gjarna vildi verið við, so er spurningurin, hvønn mun tað hevði gjørt. Veðrið var jú somikið vánaligt, at tað stórt sæð hevði kunnað gjørt tað sama, hvør var á vøllinum, tí fótbólt fekst tú so als ikki spælt. Ikki ein gongd Maradona hevði kunna gjørt nakran mun undir slíkum umstøðum.
Bíðar spentur
Hóast hann sostatt ikki tóktist at øvunda liðfeløgunum umstøðurnar leygardagin, so ásannaði Øssur sjálvandi, at tað hevði verið stuttligt at veri partur í sigrinum.
Heldur enn at iðra seg um hetta, valdi hann tó at frøast um úrslitið, sum hann eisini segði setti sín dám á stemningin í hópinum, nú seinna uppgávan stundaði til. Ein av spurningunum til hesa er júst tann, um Øssur ? og tað rokna tey flestu helst við - sleppur beina leið inn aftur á liðið, ella um hann í fyrstu atløgu má taka til takkar við einum plássi á beinkinum.
- Nú gjørdu umstøðurnar tað ógjøgrligt hjá leikarunum at spæla fótbólt leygardagin, so avloysararnir á mínum plássi fingu sum so ikki møguleika prógvað tað stóra. Tað er sostatt upp til mín at prógva undir venjingunum, at eg framvegis eigi at vera fyrsta val á plássinum, og sjálvandi vóni eg at sleppa upp í part. Hinvegin er hetta nakað, sum Allan ger av, so vit fáa at síggja.
Men tú spældi jú á gula liðinum undir venjingini í dag. Plagar tað ikki at vera ein góð ábending um, hvør fer at byrja inni?
- Tí væl kenda gula liðnum. Jú tað var eg, men hatta vóru so tíni orð. Sum sagt, so er tað venjarin, sum setir liðið, so eg má bara bíða í spenningi, sigur ein smílandi Øssur.
Kennir treytirnar
Øssur telist annars millum mest royndu leikararnar á landsliðnum. Tríggjar ferðir áður hevur hann verið partur av liðnum, tá Føroyar hava tikist við russar, og tí hevur hann í øllum førum eitt ávíst innlit í, hvussu spæliætlanin hjá føroyingunum væntandi fer at verða mikudagin.
Spurdur um hetta sigur Øssur, at ætlanin helst fer at vera á leið tann sama, sum hon vanliga er, tá stórar fótbóltstjóðir standa hinumegin miðlinjuna.
- Skulu vit hava eitt gott úrslit, verður tað fyrst og fremst í verjupartinum, at hetta verður skapt. Ætlanin verðu helst á leið hin sama, sum tá vit spældu í Jugoslavia. Tað vil siga, at vit fyrst og fremst mugu ansa okkum í verjupartinum, og so vóna, at tað ber til at skapa nakrar møguleikar í kontraálopunum, sigur Øssur Hansen at enda.










