– Black Lives Matter eydnaðist út um allar vónir

Black Lives Matter tiltakið í miðbýnum í Havn í gjár fór út um allar vónir hjá fyriskiparunum, og hol varð sett á nøkur evni, ið føroyingar mugu taka upp.

Tað heldur Marianna Nagata, ið var høvuðsfyriskipari fyri tiltakinum.

– Eg haldi, at tiltakið fór langt út um okkara vónir. Eftir ætlan var tað bert Jasmin Mote og Ingilín Strøm, ið skuldu tala. Vit høvdu sagt, at orðið annars var frítt, men tú veitst ongantíð, hvussu tað verður móttikið, tí tað kann vera sera óbehagiligt at traðka fram upp á handan máta. Men fleiri fólk traðkaðu fram, og fimm teirra greiddu frá, hvussu tað hevði verið at verið úti fyri rasismu í gerandisdegnum alt teirra lív, sigur Marianna Winther Nagata.

– Tað, at tey tora at traðka fram, taki eg sum eitt stórt win, tí tað merkir, at vit kanska kláraðu at skapa nakrar tryggar karmar, har tey tordu at traðka fram.

Talurnar vóru rørandi, heldur Marianna Nagata, men tær vóru eisini upplýsandi, tí har vóru fleiri, ið máttu ásanna, at tey kanska høvdu verið ein partur av trupulleikanum á onkran hátt, sigur hon.

Tað er ilt at meta um, júst hvussu nógv fólk vóru til staðar á tiltakinum, men Marianna Nagata metir, at talan hevur verið um 1000 fólk.

– Vit høvdu væntað eini 100 fólk, og av tí sama fingu vit loyvi frá løgregluni. Men høvdu vit vitað, at tað komu so nógv fólk, so hevði tað kanska ikki verðið til nakað, sigur Marianna Nagata.

  – Av tí, at vit ikki væntaðu so nógv fólk, høvdu vit eisini valt at seta upp eitt sera lítið annlegg, sum tíverri ikki rakk út til alla fjøldina. Vit valdu at hava tiltakið í Perlutúninum, so at øll kundu standa undir glas takinum, um tað skuldi farið at regnað. Tað vísir kanska hvussu nógv, ið vit høvdu væntað.

Hóast mótmælini í útlondum ikki tykjast at fara at steðga í bræði, so er einki meira á skrá hjá Black Lives Matter í Føroyum í ár. Hinvegin ætlar Marianna Nagata, at tiltakið skal haldast aftur komandi ár, og talan síðani skal vera um eitt tiltak, ið skal haldast á hvørjum ári eins og pride'in.

– Har er nógv eftir av rasismu at fiksa í Føroyum. Sløkkja vit ikki tann eldin sum skjótast, so fer rasisman at veksa. Eg sigi ikki, at polistar skjóta myrk fólk í Føroyum, men tað eskalerar upp á onkran máta, um vit ikki steðga tí, sigur Marianna Nagata.

- Annars kann sigast, at tað vóru nógv, ið lótu eina hjálpandi hond og eiga lut í, at tiltakið eydnaðist so serstaka væl. Eg byrjaði við at seta meg í samband við Amnesty Føroyar, og tey vóru ein stór hjálp frá byrjan av. Síðani vórðu ungmannafeløgini kontaktað, og uttan tey, høvdu vit ikki havt tey fantastiska flottu skeltini, sum vóru hildin uppi í luftini, til tiltakið. Serliga takk til Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung, sum málaðu skeltir, sigur Marianna Nagata.