gjørdi tað. Undir øllum umstøðum er tað ein veruleiki, at talið var ikki serliga stórt á fjarðbúgvunum, sum fóru høgligu leiðina norður til Klaksvíkar at síggja, hvussu tað fór at hilnast hjá nýggja tíggj [...] Kósabrúnni ivaðust vit ikki í, at vit vóru so væl fyri, at vit fóru at vinna. Men tað var nógv lættari, enn vit høvdu roknað við. Kom tað púra óvart á teg, at tit fóru at vinna? ? Tað vil eg ikki siga. Vit vóru [...] hvussu vit bera okkum at, um vit ikki fáa besta startin. Tá tú ert fremstur, er tað nógv lættari, tí sinniliga yvirskotið veksur, og tú hevur sjálvsálit at leggja til rættis, soleiðis sum tú ætlar tær
Vágsgntur komu longu leiðina norður til Klaksvíkar við einum spildurnýggjum fimmmannafari. Og tað loysti seg, tí Royndin Fríða vann norðoyastevnuróðurin. Trettan bátar tóku lut ? Ternan av Toftum stóð [...] stóð á listanum, men tær møttu ikki ? og tað var trongligt í størsta róðrinum. Men kanska var tað eins nógv spenningurin og kanska lítlu royndirnar, sum gjørdu, at Fípan Fagra og Blikur eftir knappar tvey [...] Erla Kongsdóttir fekk fatur á rætta endanum, og heila bátslongdin, sum hevði verið á muni tódnaði til eina hálva. Men tað var nóg mikið hjá nýggja vágsbátinum. Ørnin og Svanur kappaðust í fjør um FM heitið
hoyra aftur og aftur um hvussu trupult tað er at koma til Århus at lesa, og tað er uttan iva við til at styggja fólk frá býnum. Tað halda vit ikki er rætt, og tí royna vit at upplýsa sakliga um býin, sigur [...] at tað er ringt at finna nakað at búgva í. Århus er eitt fínt alternativ til Keypmannahavn, og tað er ikki so trupult at flyta til býin, sum tað verður sagt, sigur Egon Joensen. Og at Århus er ein góður [...] fleiri húsarhaldum, hevur felagið snikkað eina heimasíðu til, sum allir internetbrúkarar, sum eisini í Føroyum gerast fleiri og fleiri, hava atgongd til. ? Heimasíðan varð gjørd í februar, og hon skal verða
upplýsa um Føroyar bæði innan- og uttanlands 3. at hjálpa og vegleiða ferðafólk, ið koma til landið 4. at veita hjálp til áhugafelagsskapir kring landið, herundir stovnsseting av avgreiðslum, har tað tykist [...] uppgávum, uttan tó at raðfesta hesar ella seta mál fyri góðskuna. Uppgávurnar verða til eina og hvørja tíð røktar í mun til karmar stovnsins, sum eru eitt samanspæl millum ta fíggjarligu orkuna og innanhýsis [...] Tí sýnist tað sum, at vinnan er ímóti Ferðaráð Føroya og ímóti, at tað almenna nýtir pening til at fremja føroyska ferðavinna. Frá Ferðaráðsins síðu er hetta sera torført at skilja, tí stovnurin er einasti
barnagarðinum fóru á skúlavitjan. Tað er ikki at undirmeta, hvat slíkur órættur ger við børnini. Eg skilji ikki, at tað skal vera so trupult at loysa málið til fyrimuns fyri børnini. Tað er so lætt hjá [...] hjá býráðspolitikarunum at játta pengar til ein graslíkisvøll til dømis, men her eru tey hvørki at høgga ella stinga í. Hví kann Venjingarskúlin ikki taka allan Brúnaskúla í nýtslu og so seta allar kreftir [...] skúlaráðið. Tá ið vit ringdu til hansara í hesum sambandi segði hann okkum, at hann var púra líkaglaður við hesi børnini, tí tey vóru ikki hansara trupulleiki og hann vildi ikki stuðla okkum at arbeiða fram
sum geografiskt hoyra til Venjingarskúlan, verið fluttir í Kommunuskúlan við skúla ársbyrjan, tí pláss ikki hevur verið. Tað hevur ikki verið eitt einasta ár síðani 1981, at ikki fleiri næmingar hava fingið [...] týðiliga seinastu fýra árini, at eingin skúli skal byggjast í Havn fyribils. Annað kann eg ikki halda meg til. Bæði foreldur og skúlaráð vita, at eg einki havi ímóti at taka nógvar næmingar inn í Venj [...] verða noydd í Kommunuskúlan komandi skúlaár fáa ein vandamiklan skúlaveg er ikki mín trupulleiki. Mín trupulleiki er, at eg kann ikki taka fleiri næmingar inn enn eg havi pláss fyri. Hvussu skúlavegurin er
um, hvørjir upplýsingar eiga at verða lagdir út alment. Ein trímannanevnd varð vald til at fyrireika og kalla inn til ein stovnandi fund seinni í ár, helst í september. Tey eru Katrin Mørkøre, Randi Á [...] skrásetingunum, sum verða lagdar úr á internetið og harvið til almenningin. Poul Jákup Thomsen og Torkil Zachariasen greiddu frá nøkrum telduskráum til ættargransking, sum eru tøkar. Stevnan varð hildin í [...] eru viðvíkjandi skráseting, sum jú er avgerandi í ættargransking. Niðurstøðan var, at ættargransking ikki kemur undir skrásetingarlógina. Maria á Langanesi tosaði um ættargransking, sum hon hevur undirvíst
m, sum eru komnar yvir um til Runavíkar. Øll málini komu í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar fyri fleiri málum, so tað bendir á, at NSÍ ikki ætlar sær at fara í summarfrí [...] ð. Tað er eitt sindur óvæntað, at eiðiskvinnur hava klárað seg so væl, ikki minst eftir at tær hava mist Eyðfríð Kristiansen til HB, men við Lydiu Vesturtún á odda hava tær vunnið tveir dystir og bert [...] málum, legði EB á odda við brotssparki, sum samstundis kostaði eitt reytt kort til LÍF. Men leirvíkskvinnurnar mistu ikki mótið, og stutt fyri hálvleik javnaði Kristina Eyðbjørnsdóttir í undanvindinum
verða send. So tey, sum eru áhugað í fótbólti, hava nógv at gleða seg til, meðan tey, sum ikki orka fyri fótbólti, kunnu gleða seg til 12. juli, tá kappingin endar. [...] niður upp á alt, meðan HM-endaspælið í fótbólti stendur á. Eisini sjónvarpshyggjarar fara at merkja til HM, og tað fer neyvan at sleppast undan at síggja fótbólt henda mánaðin og nakað inn í juli mánað við
Av teimum »etableraðu« er Gunnar Dahl-Olsen framvegis við, hóast hann orsakað av arbeiði ikki hevur stundir til at venja so nógv sum fyrr. Og tað var eisini Gunnar Dahl-Olsen, sum var drúgvastur í kappingini [...] tann seinasta á ólavsøku. Eitt sindur av útskiftingum hava verið á føroyska súkklupallinum í mun til í fjør. Bogi Kristiansen og Rógvi Johansen eru báðir í Danmark, og teir hava verið millum okkara bestu [...] hálu breytini hættaði eingin sær at royna at sleppa frá hinum, men í staðin blivu kreftirnar spardar til endaspurtin. Har gjørdist kappingin hørð millum fýra súkklarar, men endin var, at Gunnar Dahl-Olsen