tá tey eru vaksin, og felagið sigur, at tað eigur at verða eitt samfelagskrav at tryggja, at føroyingar aftur fara at støðast í Føroyum. [...] myndugleikarnar um at hugsa um hetta, tá sáttmálasamráðingar aftur skulu verða í heyst. Pedagogfelagið sigur í yvirlýsingini, at tað er lættari at taka hond um børnini, enn tað er at rætta upp á tey, tá [...] Føroya Pedagogfelag vil hava, at námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest hægri enn í dag, og felagið vísir í yvirlýsing á, at nógv flestu limirnir í felagnum eru kvinnur, og at størsti parturin av teimum er
í tíðarritinum European Heart Journal, at teir duga ikki at siga, hví trupulleikar við svøvninum hava samband við hjartatrupulleikar, men at ábendingar eru um, at orsøkin er av lísfrøðiligum slagi. Norski [...] var við í kanningunum, sigur við norska kringvarpið, at úrslitið vísir, at svøvnloysið er ein trupulleiki, sum skal takast í álvara, og at fólk eiga at venda sær til læknan, um tey hava trupulleikar við [...] Granskararnir komu eftir, at fólk, sum hava ilt við at sovna, sova illa ella ikki kenna seg hvíld, tá tey vakna um morgunin, eru í tríggjar ferðir størri vanda fyri at fáa trupulleikar við hjartanum enn
siga tey, at tað fer at kosta Seyðisfirði millum 40 og 50 arbeiðspláss, um Smyril Line ger av at flyta siglingina úr bygdini. Tey vilja vera við, at tað er skeivt av grannakommununi Fjarðarbyggð at tingast [...] tingast við Smyril Line, tí tað er avtalað, at Seyðisfjørður er ferðaskipahavn har á leiðini, og tey vilja hava politikararnar at tryggja, at hetta verður so. Millum teirra, sum hava skrivað undir brævið, [...] sigur hann, at bæði fyritøkur og einstaklingar á Seyðisfirði og aðrastaðni hava sett pengar í Norrønu fyri at tryggja siglingina. Stjórin í Smyril Line, Rúni V. Poulsen, hevur sagt, at felagið hevur
londini hava gjørt vart við, at menninir eru í Bruxelles av egnum áhuga, og at teir hava ikki heimild til at samráðast um almenn umboð. Ísraelsmenn leggja iranar undir at royna at útvega sær kjarnorkuvápn [...] , og ísraelskir politikarar hava hótt við at søkja at kjarnorkumálum í Iran. Men iranar halda uppá, at teir ætla bara at brúka kjarnorkuna til friðarlig mál. Sjálvir hava ísraelsmenn umleið 200 kjarno [...] Jaakko Laajava, sum er á fundinum í Bruxelles, vónar, at londini semjast um at halda ein fund afturat í Helsinki, og at tey tá skulu samtykkja at banna øllum kjarnorkuvápnum í Miðeystri.
sigur, at nýtt próvtilfar bendir á, at nógv viðhaldsfólk hjá tí gamla stýrinum í Libya vórðu myrd, eftir at Muammar Gaddafi var fallin. Í einari frágreiðing skrivar tann amerikanski felagsskapurin, at í minsta [...] minsta lagi 66 menn úr hirðini hjá Gaddafi vórðu myrdir, eftir at teir vóru tiknir til fanga. Felagsskapurin sigur eisini, at tað er líkt til, at Mutassim Gaddafi, sum var sonur Muammar Gaddafi, bleiv fluttur [...] døgum har. -Libysku myndugleikarnir hava sagt, at Muammar Gaddafi doyði í einum skotbardaga, men okkara upplýsingar geva ábendingar um, at hann doyði, eftir at hann var tikin til fanga, sigur Peter Bouckaert
eiga somuleiðis at verða dagførdar við ljósi, so at tað er trygt fyri børn og ung at nýta tær. Tað skal verða trygt fyri øll at njóta lendisgøturnar. Óneyðug óhapp kunnu fyribyrgjast við at hava gøtuljós [...] Atkomuviðurskiftini fyri fólk í koyristóli eiga at verða dagførd alla tíðina. Tað skal ikki verða soleiðis, at neyðugt er at rulla úti á vegnum tí at gongubreytirnar ikki hava brúkiligar rampur. Lendisgøturnar [...] geva okkum atgongd til okkara fantastisku náttúruperlur og gera at gongufólk og rullandi fólk eru burtur frá bilferðsluni, eiga allatíðina at verða dagførdar. Eitt lítið trin fyri meg kann verða ein avgerandi
Eftir at Søren Espersen og Dansk Folkeparti í morgun avsannaðu, at føroyingar fara at verða verri stillaði enn danir í samband við útbúgvingarstuðulin SU, sigur Sjúrður Skaale, at tað er bara at fegnast [...] Skaale sipar til, er at í 2011 mistu føroyingar í Danmark nakrar sosialar veiting, júst tí at eitt krav tá var, at ein hevði búð í Danmark. - Juridiskt heldur tað ikki einans at siga, at tá vit skriva Danmark [...] meina vit Føroyar eisini. Tað bleiv sagt, at ein skal hava uppihildið sær í Danmark í sjey ár fyri at hava fingið SU. Tí vórðu Føroyar ikki íroknaðar. Um so er, at tey hava fingið eyguni upp fyri tí nú, ongantíð
vísa seg at vera í lægra lagi. Tey, sum hava gjørt uppgerðina, meta, at tað fer at kosta 10,4 billiónir yen at endurbyggja hús, íbúðir og verksmiðjur, og at tað fer at kosta 2,2 billiónir yen at endurbyggja [...] til 1,3 billión yen. At enda fer tað at kosta 1,1 billión yen at umvæla almennar bygningar. Japanska stjórnin hevur fyrr mett, at tað fór at kosta millum 16 og 25 billiónir yen at endurbyggja tað, sum
uppskot um at broyta kommunuvallógina, soleiðis at bara fólk, sum eru fødd í danska ríkinum ella hava norðurlendskan ríkisborgararætt, skulu hava valrætt og rætt til at stilla upp. Málið er at staðfesta [...] eru so stórar, at tað verður neyðugt at innflyta arbeiðsmegi úr útheiminum fyri at fremja tær í verki, og tí kann tað henda, at heimafólkið kemur í minniluta onkunstaðni. Tann nýggi lógarteksturin er til [...] vallógini, at ríkisborgarar úr øðrum londum kunnu hvørki velja ella stilla upp til grønlendskt kommunuval, og tað er ikki av tilvild, at hetta verður gjørt. Endamálið við teimum herdu reglunum er at forða fyri
í, at Grikkaland kann halda síni lyfti. Hann sigur, at enn virkar tann grikska skattainnkrevjingin ikki, og at tað almenna hevur ikki gjørt eftir kravinum um at selja burtur av teimum almennu ognunum. -Ger [...] fólkinum halda, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Týskland, at landið stóð uttan fyri evrusamstarvið. Tað vísir ein meiningakanning í blaðnum Bild í dag. Eftir kanningini siga 51 prosent, at tað hevði verið [...] verið betur at staðið uttan fyri gjaldoyrasamstarvið. 29 prosent halda harafturímóti, at tað hevði verið ein vanlukka, um Týskland var uttanfyri. Kanningin hjá Bild vísir eisini, at 71 prosent av teimum