Ein meiriluti av týska fólkinum halda, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Týskland, at landið stóð uttan fyri evrusamstarvið. Tað vísir ein meiningakanning í blaðnum Bild í dag.
Eftir kanningini siga 51 prosent, at tað hevði verið betur at staðið uttan fyri gjaldoyrasamstarvið. 29 prosent halda harafturímóti, at tað hevði verið ein vanlukka, um Týskland var uttanfyri.
Kanningin hjá Bild vísir eisini, at 71 prosent av teimum spurdu vilja hava Grikkaland at fara burtur úr evrusamstarvinum, um landið ikki ger eftir krøvunum frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum.
Týski búskaparráðharrin, Philipp Rosler, sigur við Bild, at hann er farin at ivast í, at Grikkaland kann halda síni lyfti. Hann sigur, at enn virkar tann grikska skattainnkrevjingin ikki, og at tað almenna hevur ikki gjørt eftir kravinum um at selja burtur av teimum almennu ognunum.
-Ger Grikkaland ikki sína skyldu, fær landið ikki meiri pengar, sigur Philipp Rosler við Bild.









