Grønland fyrireikar seg til útlendska arbeiðsmegi

Grønland fær brúk fyri nógvari fremmandari arbeiðsmegi í komandi árum, og tað krevur, at heimafólkið má fáa betri vernd

Í Grønlandi hevur landsstýrið orðað eitt uppskot um at broyta kommunuvallógina, soleiðis at bara fólk, sum eru fødd í danska ríkinum ella hava norðurlendskan ríkisborgararætt, skulu hava valrætt og rætt til at stilla upp.
Málið er at staðfesta í vallógini, at ríkisborgarar úr øðrum londum kunnu hvørki velja ella stilla upp til grønlendskt kommunuval, og tað er ikki av tilvild, at hetta verður gjørt. Endamálið við teimum herdu reglunum er at forða fyri, at útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur til Grønlands at arbeiða í tilfeingisvinnuni, skal fáa avgerandi ávirkan á tær nærdemokratisku skipanirnar.
Fleiri av teimum verkætlanunum, sum eru í umbúna, eru so stórar, at tað verður neyðugt at innflyta arbeiðsmegi úr útheiminum fyri at fremja tær í verki, og tí kann tað henda, at heimafólkið kemur í minniluta onkunstaðni.
Tann nýggi lógarteksturin er til hoyringar i løtuni, og enn er ikki avgjørt, nær sjálvt uppskotið verður lagt fyri Landstingið.