Jarðskjálvtin og flóðaldan í Japan fyrr í ár gjørdu skaða fyri 16,9 billiónir japanskar yen, sum svarar til góðar 1.000 milliardir krónur. Tað vísir ein meting, sum japanska stjórnin hevur kunngjørt í morgun, og sum sambært stjórnini kann vísa seg at vera í lægra lagi.
Tey, sum hava gjørt uppgerðina, meta, at tað fer at kosta 10,4 billiónir yen at endurbyggja hús, íbúðir og verksmiðjur, og at tað fer at kosta 2,2 billiónir yen at endurbyggja vegir og havnir. Harafturat oyðilegði náttúruvanlukkan landbúnaðarjørð og grøði fyri knappar tvær billiónir yen, og skaðarnir á orkuverkini eru mettir til 1,3 billión yen. At enda fer tað at kosta 1,1 billión yen at umvæla almennar bygningar.
Japanska stjórnin hevur fyrr mett, at tað fór at kosta millum 16 og 25 billiónir yen at endurbyggja tað, sum fór í jarðskjálvtanum og flóðalduni í mars.