Viðhaldsmenn hjá Gaddafi vórðu myrdir

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at nýtt próvtilfar bendir á, at nógv viðhaldsfólk hjá tí gamla stýrinum í Libya vórðu myrd, eftir at Muammar Gaddafi var fallin. Í einari frágreiðing skrivar tann amerikanski felagsskapurin, at í minsta lagi 66 menn úr hirðini hjá Gaddafi vórðu myrdir, eftir at teir vóru tiknir til fanga.

Felagsskapurin sigur eisini, at tað er líkt til, at Mutassim Gaddafi, sum var sonur Muammar Gaddafi, bleiv fluttur til býin Misrata og tikin av døgum har.

-Libysku myndugleikarnir hava sagt, at Muammar Gaddafi doyði í einum skotbardaga, men okkara upplýsingar geva ábendingar um, at hann doyði, eftir at hann var tikin til fanga, sigur Peter Bouckaert hjá Human Rights Watch.

Í frágreiðingini hjá HRW stendur, at alt bendir á, at limirnir í hirðini hjá Gaddafi vórðu tiknir til fanga og illa viðfarnir, og at 66 teirra vórðu skotnir inni á einum hotelli.