Nógv forferst um onki verður gjørt Og nógv forferst av mannaávum. Vit kunnu hyggja at einum húsi. Tað má gravast, planerast, stoypast og smíðast. Tað kostar bæði pening og stríð. Um húsið verður viðlíkahildið [...] bygt, so forfellur tað skjótt, fyri til seinast at fella saman. Politikkur kann metast við at byggja eitt hús. Ein hugsjón kann fríðka og bøta um. Ein onnur hugsjón kann bróta niður. Nú val er til Fólkatingið [...] endamál er heldur ikki at bøta og byggja upp ríkisfelagsskapin. Báðir róparnir hjá Tjóðveldisflokkinum hava givið teimum politikkarum, ið teir áttu at samstarva við ein lúsing fyri og annan eftir ? við tí endamálið
sum senati og hann kann manna øll størv, serstakliga hægstu dómarastørvini við sínum fólki. Bush hevur lovað enn meiri skattalætta til miðal- og yvirstættinar, hann fer at privatsera almanna- og sjúkratryggingini [...] gini, og hann fer at hála USA enn longur til høgru. Hetta er flestu eygleiðarar samdir um. Eydnast hesin politikkur letur hann um fýra ár frá sær eitt land, ið er enn meira syndrað enn í dag, og hann letur [...] spjadd, ósamd, frustrerað og stættarmunurin er størri enn nakrantíð. Spenningur um uttanríkispolitikkin er lítil. Fer Bush at vera eins harðrendur og ófantaligur í hesum skeiðinum og hann var í tí farna? Tað
1930-1940. Absalon Joensen prestur hevur avmyndað. Nakrar forvitnisligar myndir eru av grindadrápi umleið 1910. Høvið verður at síggja tekningar av gamla prestagarðinum í Jansagerði og øllum teimum bygningum [...] avgerðinar, tá íð prestagarðurin varð niðurtikin og uppisitarahúsini vóru flutt á prestagarðsgrundina til skjals. Forminnafelagið skipar eisini fyri køkutombola og høvið verður at keypa sær ein drekkamunn við
skakað av hendingunum í Indonesia og har umkring herfyri. Mangur spyr seg sjálvan, um hví slíkt hendir. Til dømis var ein prestur spurdur í sjónvarpinum um hesa vanlukku, og hann hefti seg mest við hetta at [...] einaferð skal klovna, skrædna og riða. Hon skal geva seg afturo g fram sum vaktaraskýli, hon skal sløðra, sum ein drukkin maður, og síðani sigur hann at hon skal falla og ikki reisa seg aftur. Grundin [...] eftir førimuni, og tað er gleðiligt at hoyra um tað, sum verður gjørt. Men eitt annað, sum vit kunnu hugsa um, tá ið vit royna at svara spurningum, er at spyrja, hvat Bíblian sigur um hetta. Og júst hetta við
verandi fiskiskapi og fiskaprísum. - Men taka vit eitt nú djúpvatnstrolararnar, so fiska teir ymisk fiskasløg, og tað kundi hent, at tann parturin, sum teir fáa av eitt nú kongafiski, toski og hýsu hevði verið [...] ikki hava tann smáa gulllaksin. Reiðarin og virkisstjórin vísir á, at tað eisini er avmarkað, hvussu nógv gulllaksavirkið í Leirvík megnar at taka ímóti og selja, og tí átti tað at verið ein gongd leið at [...] umhugsaður. Men, sigur reiðarin og virkisstjórin: - Hetta er ein politisk og ikki umsitingarlig avgerð. Tað, sum liggur aftanfyri hesi sjónarmið, er, at fiskurin skal virkast á landi og ikki umborð á skipum í kapping
r hjá fótgangarunum og børnunum. Men tað er avgjørt ikki gjørt nóg mikið, og vit kunnu ikki siga, at allir vegir, gongubreytir og gøtur, eru nóg trygt hjá fólki - serliga ungum og gomlum at ferðast eftir [...] bilarnir koma frá býlingunum, sum liggja omanfyri. Øll hesi børnini og foreldrini, sum skulu í barnagarð og í skúla, skulu tvørtur um vegin. Og nú er tað einaferð so, at tað eru aðrir bilar, sum ikki skulu seta [...] Tað sama ger seg galdandi longur niðri við Kommunuskúlan og við Venjingarskúlan á Frælsinum, har børnini verða sett av bilunum í høgra borði og skulu tvørtur um vegin. Heldur ikki her er nóg trygt hjá
tí at hann elskar fólk okkara, og samkomuhúsið hevur hann bygt okkum«. Kortini var hann rómverskur hermaður og heidningur. Hin spitalski og herhøvdingin eru lítillætnir og eyðmjúkir, tá ið teir trína fram [...] oman av fjallinum, og í ferðini við honum er stór mannfjøld. Tá er tað, at hann møtir einum spitalskum manni og herhøvdinganum. Tann, ið var spitalskur, varð rikin út úr bygdini, og mátti liva í einsemi [...] trúgv sína og at vísa Jesusi álit. Hann sigur: »Sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur«. Av egnum royndum visti hann, hvønn týdning tað hevði at geva boð og at vera lýðin. Og tað sama
til mín og gera vart við, at tann og tann hevur eina áhugaverda søgu at siga frá, greiðir hon frá. Ein sending, sum gav serliga nógv respons, var sendingin, har Martin Joensen var í studio og greiddi frá [...] Bókmentatátturin og aðrar. Hon fekk hugskotið til Tilveru úr Danmarks Radio. Ein sending gekk, sum æt Eksistens, har ein persónur sat í einum stóli og greiddi frá sínari søgu. Hetta fangaði Armgarð, og hon helt [...] sum hava livað væl og lukkuligt alt teirra lív og ikki hava merkt nakað stórvegis til lívsins skuggasíðu, eru óáhugaverd. Tað skal vera onkur, sum veruliga hevur fingið roynt seg og er komin burtur úr
ikki í føðingini, hon var búgvin og hon var okkara. MEN tíanverri, soleiðis er politikkur vorðin, fólkavaldir menn og kvinnur gera rossahandlar, ið eru løtuvinningar, og neyvan hugsa teir um avleiðingarnar [...] er bert saman, at vit og tit eiga eina framtíðar oyggj, har vit øll trívast og hava tað gott. Nú bý- og bygdaráðini eru mannað av nýggjum, er mín áheitan á tey, at tey lata vit og skil ráða, nú tey hava [...] heild og byggja varðar hareftir. Tað gera teir ikki í løtuni, har teir fara í bløðini at togtogast um, hvør vil byggja nakað gott upp her suðuri, og hvør vil bróta niður. Tað, at teir alment siga og meina
vera gott og gagnligt, ja, enntá upplívgandi hjá teimum neyðstøddu at frætta, at ein munagóður partur av peningahjálpini, sum er nýttur til tjøld, mat og heilivág, kemur úr einum so fjarskotnum og so lítlum [...] enda skulu vit loyva okkum at ynskja Reyðakrossi Føroya tillukku við skjótari og góðari hjálp og við einum stak vælfyriskipaðum og væleydnaðum innsavningartiltaki. Reyðikrossur Føroya eigur mikið rós uppiborið [...] valla hava hoyrt um. Tað kemst heldur ikki uttanum, at neyðhjálp eisini er politikkur. Vit eru júst í ferð við at taka eitt nýtt og avgerandi stig móti størri uttanríkispolitiskum heimildum. Við hesum í huga